Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2008 21 v Finlandi sum vit onnur meta sum eina sjálvfygja, nevniliga rættin at tosa og trúgva frítt. Men hóast Brita er ein av mongum í hesi rørslu, so er hon nakað serligt. Hon hev- ur verið virkin í Amnesty í 40 ár, og hon brúkar fram- vegis nógva tíð uppá hetta virksemi. Hennara áhugi á hesum øki er eisini farin í arv. Tveir av hennara synum eru í starvi hjá svensku deildini av AI, og teir lyfta arvin eftir mammuni. Ein dóttir hevur eisini arbeitt har, men hon gavst, tá hon fekk børn. Tikið børn hjá forfylgdum til sín Brita hevur eisini á annan hátt gjørt ein serligan inn- sats fyri at hjálpa slíkum, sum eru rýmd undan harð- ræði. Hon eigur sjálv fýra børn. Men afturat hesum eigur hon tvey serlig “Amne- stybørn”, um tað kann sig- ast so. Annað av hesum er dóttir ein samvitskufanga úr núverandi Zimbabwe. Hendan fangan arbeiddi Brita fyri í síni tíð. Hann var forfylgdur av hvíta stýr- inum, ið tá var. Dóttir hend- an fangan rýmdi til Svøríkis, og gjørdist ein partur av familjuni hjá Britu, har hon kundi njóta gott av hennara umsorgan. Men eftir 30 ár í Svøríki royndi hon at fara heimaftur til Zimbabwe at taka sær av mammuni, sum var blivin gomul og veik. Men hon er nú komin aftur til Svøríki og er framvegis sum ein dóttir hjá Britu. Dóttirin rýmdi fyri 30-40 árum síðani undan einum hvítum einaræði, sum ikki legði petti í rættindini hjá teimum svørtu. Síðan fingu teir svørtu valdið við Robert Mugabe sum forseta. Í nógv ár var stýrið hjá Mugabe roknað sum fyrimyndarligt, bæði hvat viðvíkir fíggjar- politikki og virðing fyri fólkaræðisligum rættindum. Men hetta er alt broytt sein- astu árini, har júst Mugabe hevur sett øll mannarættind- ini til viks fyri at kunna varðveita sítt egna vald á “demokratiskan” hátt. Dótt- irin kom tískil heim til sama skil, sum hon rýmdi frá, men nú vóru tað hennara egnu, sum stóðu aftanfyri. Støðan heldur áfram at versna, og Brita stúrir fyri gongdini í Zimbabwe. Amnestysonurin hjá Britu er úr Ungarn, haðani hann rýmdi fyri nógvum árum síðani undan ódemo- katiskum viðurskiftum. Hann er nú arkitektur og búði í Australia í eini 15 ár. Hann er nú komin heim aft- ur til Ungarn. Her er í hvussu er støðan broytt, og fólkaræðið í Ungarn riggar eins frægt og aðra staðni. Kom at kenna varaaðalskrivara í ST Brita er eisini komin í sam- band við nógv fólk gjøgnum sítt arbeiði í AI. Ein av hes- um er norðmaðurin Jan Ege- land, sum byrjaði at verða virkin í AI sum blaðungur drongur. Tey bæði komu at hittast á nógvum norrønum og altjóða fundum. Jan er nu ein av varaaðalskrivarunum í ST, og hevur ábyrgd av neyðhjálpararbeiði. So langt kann komast við at byrja í Amnesty International! Tey bæði vóru góðir vinir. Pápi Jan, Kjørv Egeland, var eisini ein av teimum fyrstu stýrislimunum í Norður- landa Húsinum í Føroyum. Framvegis virkin fyri síni medmenniskju Brita er framvegis sera virkin innan Amnesty, hóast hon er 81 ára gomul. Hon heldur fyrilestrar, og heilt stuttir eru teir ikki. Teir vara vanliga ein tíma. Í svenskum AI verður hon roknað fyri at vera “en legend”. Serliga er hon virkin móti deyðarevsing, sum eisini er eitt av málunum hjá AI. Brita var við á altjóða ráð- stevnuni, sum í 1977 sam- tykti Stockholmyvirlýsing- ina við kravi um, at deyða- revsing verður avtikin. Til staðar vóru 177 umboðsfólk úr meira enn 50 londum. Tað var ikki so sjálvsagt tá, sum nú, at vera ímóti deyðarevsing. Fleiri av lima- londunum hjá AI høvdu eis- ini deyðarevsing, so fleiri hildu, at hetta kundi AI ikki fara at fáast við. Men her var Brita ósamd, og hon hevur virkað ótroyttiliga síðan tá móti hesi vanvirðis- ligu revsing. Her ber heldur ikki til at koma aftur um aft- ur, um tann avrættaði seinni vísir seg at vera ósekur. Brita heldur, at tað eru stór framstig tikin móti avtøku av deyðarevsing. Hon greiðir frá, at í 1977 høvdu 16 lond fullkomiliga avtikið deyðarevsing. Í dag eru tey 137, sum í verki hava avtikið deyðarevsing. Svenska stjórnin hevur stuðlað hesum sjónarmiðum frá byrjan av. Sjónarmiðið er, at deyða- revsing skal avtakast full- komiliga, tí henda revsing er ein hóttan móti manna- rættindinnum. Í 2007 gjørdi ST eina fundarsamtykt um ein bráfengis støðg fyri øllum avrættingum, sum enntá Kina lovaði at umhugsa! Brita sigur, at beint nú verður serliga lagt trýst á India fyri at steðga avrætt- ingum. Hon heldur eisini, at tá ið Rwanda og Kam- bodja kunnu avtaka deyða- revsing við øllum teimum ræðuleikum, hesi lond hava upplivað, er eingin sum kann hava veruliga orsøk til ikki at gera tað sama. Ger heimin betri Tískil kann sigast um Britu Grundin, at hon er ein av teimum, sum ger heimin betri, og sum eisini hevur víst hetta í verki. Hon er ein hugtakandi kvinna, sum tað er ein frøði at hitta og práta við. Hon er so sera positiv og hjartalig. Eisimi er hon sera vitandi, og hon lesur nógv. Tað sæst ikki minst á bókasavninum í hennara stovu. Brita hevur stóran áhuga fyri Føroyum og fylgir væl við tí, sum hendir hjá okk- um. Tað var hugtakandi at vitja Britu enn eina ferð. Hon kemur uttan iva at halda áfram við sínum virki fyri sínum medmenniskjum, sum ikki eru so væl fyri sum vit á okkara leiðum. Mannerheim, finski herovastin, saman við tveimum heryvirmonnum. Finsku hermenninir kláraðu seg betri enn teir russisku í kavanum, og teir góvu russarum skarpan gang. Finnar lótu seg í hvítt, so teir illa skuldi kunna síggjast. Teir vóru tí kallaðir “spøkilsisherurin”. Seinni fingu russarar tó yvirtakið. Bíða verður á markinum millum Sovjet og Finland eftir, hvat ið fer at henda Her eru bumbað hús í Finlandi eftir russiska álopið 30. november 1939