fríggjadagur 24. oktober 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 205 - 24. oktober 2008
tíðindi
Fimm umboð fyri
politisku ungdóms
feløgini, HUXA, Unga
Samband, Sosialistisk
Ungmannafelag og
Unga Tjóðveldið fóru
í gjár til Finnlands,
har tey fara at luttaka
á árligu setuni hjá
Ungdommens Nord
iska Råd
Politikkur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Á hvørjum ári, í eitt viku
skifti um mánaðarskiftið frá
oktober til november, skipar
UNR fyri setu, har ungdóms
og ungdómspolitisku feløg
ini í øllum norðurlondum
hittast at viðgera aktuell
mál, ið eru viðkomandi fyri
norðurlendska samstarvið,
ið fevnir um millum annað
útbúgving, umhvørvi og
fíggjarpolitikk.
Setan er skipað sum ein
tingseta, har hvørt felagið
hevur atkvøðurætt, og har
atkvøtt verður um tey mál,
ið verða løgd fram á set
uni.
Tey mál, ið verða samtykt,
verða síðan tikin upp til
viðgerð á fundunum hjá
Norðurlandaráðnum, ið eru
vikuna eftir.
Føroyingar
eru
eisini
umboðaðir á setuni hjá
UNR, og hesuferð verða
tað fimm umboð úr pol
itisku ungdómsfeløgunum
HUXA, Unga Samband,
Sosialistisk Ungmannafelag
og Unga Tjóðveldið, ið
koma at umboða Føroyar.
Tey umboðini eru Bjørk
Olsen og Rói Bjarnason
Poulsen fyri HUXA, Miri
am Michelsen fyri Unga
Samband, Una Egilsdóttir
fyri Sosialistisk Ungmanna
felag og Rógvi Nybo fyri
Unga Tjóðveldið.
Hesi koma so at mynda
føroysku luttøkuna á hesari
setuni hjá Ungdómsnorðurl
andaráðnum, UNR.
Ungdómspolitisk feløg
til Finnlands
Rógvi Nybo, Bjørk Olsen, Miriam Michelsen og Rói Bjarnason Poulsen
Meir enn sjey 25
oyru fyri hvønn
føroying megnaði
Sclerosufelagið at
savna inn seinasta
hálva árið. Bússurn
hava staðið í handlum
kring landið og nú
25oyruni eru tikin úr
nýtslu, er peningurin
samantaldur
innsavning
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
Málið var upprunaliga at
fáa eina krónu inn, fyri
hvønn íbúgva í Føroyum,
men tað eydnaðist at fáa
heilar 92.944,50 kr inn, í
25oyrum svarar hetta til
371.778 myntir.
Sclerosufelagið
hevur
avgjørt,
at
peningurin
verður latin til gransking,
so tey, ið líða undir progress
ivari sclerosu kunnu njóta
gott av honum.
Í verandi løtu er eingin
viðgerð fyri hesa
sjúku, ið gevur
sjúklinginum
so
líðandi
viknaðan før
leika. Finn Sel
lebjerk,
yvir
lækni á Ríkis
sjúkrahúsinum
stendur á odda fyri
granskingarverkætlanini, ið
arbeiðir fram móti at hjálpa
júst
hesum
sjúkuraktu.
Samstarv er eisini við
altjóða granskarar úr Wien
og Oxford.
Tað er fløvandi at vita,
at fleiri kilo av myntum frá
fólki kring landið, fara til
eitt arbeiði, sum kann geva
heilt nýggja vón fyri fram
tíðini, sigur Mogens Eriksen
vegna
Sclerosufelagið.
Hann vil eisini nýta høvið
at takka teimum, ið hava
latið pening í bússurnar og
teimum handlum, ið hava
havt tær standandi.
Leygarkvøldið 8.
november verður ein
stór stuðulskonsert
í Vesturkirkjuni til
frama fyri nýtt Blá
krossheim. Tey, sum
luttaka, eru Jens
Lisberg, Martin Joen
sen, Kristel Lisberg
og VOX
Jens Lisberg er kendur í
føroyska tónleikaheimin
um. Í sera nógv ár hevur
hann verið at hoyrt saman
við bólkinum Sputnik,
men tey seinastu árini hev
ur hann skapt sína egnu
tónleikakarrieru. Stílurin
er country, og hann verður
eisini av nøkrum nevndur
Mr. Country.
Martin Joensen er ikki
minni kendur. Hann hevur
millum annað spælt við
Vestmonnum, og seinastu
árini hevur hann eisini
roynt seg á egnum beinum,
sum hann hevur megnað
til fulnar. Hann er ein av
okkara bestu sangskrivar
um og eigur hann eitt ótal
av ‘landaplágum’. Eitt tað
besta prógvið, at hansara
sangir eru vorðnir fólka
ogn, er sangløtan á G!festi
valinum fyri hálvum øðr
um ári síðan, har Martin
sjálvur leiddi felagssangin.
Ein stúgvandi fullur Gøtu
sandur sang við í løgunum
hjá Martini.
Kristel Lisberg er dóttir
Jens, og hevur hon, hóast
sín unga aldur, sungið sera
nógv. Millum annað sam
an við pápa sínum. Kristel
hevur ein lættan country
stíl. Á konsertini fer hon
eisini at syngja saman við
VOX.
VOX er eitt gospelkór,
sum hevur sungið saman í
10 ár. Stílurin er nútímans
gospel við íblástri frá fleiri
myrkum gospelsangarum
úr Amerika. Kórið hevði
eina framúr góða og sann
førandi konsert í Norður
landahúsinum herfyri, har
ummælini vóru sera góð.
Umframt at syngja kór hjá
Kristel og Martini, fer VOX
eisini at framføra nakrar av
sínum egnu sangum.
Á
konsertini
verður
savnað inn til nýggja Blá
krossheimið, sum ætlanin
er at byggja á Gadd á
Nesi. Verandi viðgerðar
heim fyri fólk við rústrup
ulleikum er gamalt og ótíð
arhóskandi, og stórur tørv
ur er á betri umstøðum.
Grundøkið er gjørt byggi
búgvið, og klárt er at
byggja. Men fyri at bygg
ingin kann byrja, er neyð
ugt við einum tryggum
fíggjarligum grundarlag.
Fyri at fáa ein part av fígg
ingini til vega, hava Jens
Lisberg og onnur tikið stig
til hesa stuðulskonsertina.
Nýggja Blákrossheimið,
sum ætlanin er at byggja,
verður á leið 800 fermetrar
til støddar. Har verður rúm
fyri 15 fólkum í viðgerð í
senn, umframt góðir møgu
leikar fyri ambulantari við
gerð. Metti kostnaðurin er
10 milliónir krónur. Fyri at
byggingin
skal
kunna
byrja, skulu einar 23 mió.
fáast til vega afturat.
Stuðulskonsertin verður
í Vesturkirkjuni leygar
kvøldið 8. novembur klokk
an 20. Tað er ókeypis at
koma á konsert, men høvi
verður at geva eina gávu til
nýggja Blákrossheimið.
Øll 25-oyruni til
gransking
Stuðuls-
konsert fyri
blákrossheim
Tað er her uppi á Gadd á Nesi í Eysturoy, at Blái Krossur
skal byggja nýtt viðgerðarheim. Útsýnið er eitt tað besta í
øllum landinum, har bæði sæst í ein norðan, vestan og ein
sunnan
Mynd: Kári Mikkelsen
Mogens Eriksen frá
Sclerosufelagnum við
innsavnaða peninginum
Mynd: Jens Kristian Vang