fríggjadagur 24. oktober 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 24. oktober 2008
31
K R E A
Umsóknarfreist:
mánadagin 03. november
2008 kl. 14.00.
ERGOTERAPEUTAR
ella FYSIOTERAPEUTAR
til Hjálpartólamiðstøðina (HTM)
Tvey av starvsfólkum okkara
hava, eftir drúgva starvstíð á
HTM, leita sær aðrar avbjóðing-
ar og tí er á HTM tvey størv
sum ráðgevandi og málsviðger-
andi Ergoterapeutar ella Fysio-
terapeutar leys at seta beinan
vegin. Annað starvið er tó fyri-
bils til 31. juli 2009, men við
møguleika fyri føstum starvi.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um
vikuna. (Onnur arbeiðstíð kann
avtalast).
Vit sóknast eftir
starvsfeløgum sum hava
• útbúgving sum ergotera-
peutur ella fysioterapeutur
Ynskiligt er at umsøkjari
hevur
• royndir frá líknandi arbeiði
• royndir og/ella kunnleika til at
arbeiða við fólki við niðursett-
um førleika
• kunnleika til almanna-
lóggávuna
• evnir at seta í verk
fyriskipanir
• góð samstarvsevnir
• góð evnir at orða seg bæði
munnliga og skriftliga
• góðan telduførleika
Vit kunnu bjóða
• førleikamenning innan-
og uttanhýsis
• fakligt mennandi umhvørvi
• tvørfakligt samstarv
• tætt samstarv við starvsfelagar
• sjálvstøðuga tilrættisleggjan
av arbeiðsdegnum
• flextíð
Á HTM leggja vit í umsitingini
dent á virðing fyri borgaranum,
rættartrygd, gjøgnumskygni,
fakliga dygd, kunning og
áhaldandi menning.
Nærri fæst at vita um starvið við
at venda sær til Palla Mortensen,
leiðara á HTM, á
telefon 358300.
Løn og setanartreytir sambært
sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn við avriti av viðkom-
andi skjølum skal sendast til
Hjálpartólamiðstøðina,
Postboks 1049, 110 Tórshavn,
ella við telduposti til
htm@almannastovan.fo
HTM er stovnur undir
Almannastovuni og umsitur
hjálpartól, umbyggingar í
heiminum og avlamisbilar til
fólk, ið bera brek. Í løtuni
starvast 12 fólk á HTM.
Uppgávurnar hjá HTM
umfata m.a.
• upplýsing, ráðgeving og
leiðbeining til brúkarar,
almennar myndugleikar o.o.
um hjálpartól og byggi- og
bústaðarspurningar
• útlán og endurnýtsla av
hjálpartólum
• viðgerð og støðutakan til
umsóknir um sertillagað
hjálpartól, bústaðar-
broytingar og avlamisbilar
• tvørfakligt samstarv
– innan- og uttanhýsis.
Hevur tú hug at arbeiða á einum almennum stovni, har arbeiðsdagurin
ikki stendur stillur, og uppgávurnar eru nógvar, spennandi, fjølbroyttar
og avbjóðandi – ja so hava vit júst brúk fyri tær!
htm@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo