Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 24. oktober 2008 43 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Fólk til stuðulstoymið í Norðurstreymoy Stuðulstænastan søkir eftir einum fólki at arbeiða sum stuðul í 14 tímar um vikuna. Talan er um tveir brúkarar, ein 29 ára gamal mann og eina 32 ára gamla kvinnu. Arbeiðið umfatar at fara við teimum hvør sær til ymisk tiltøk aftaná arbeiðstíð og onkuntíð leygarkvøld eisini. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til bil. Stuðulstoymið í Norðurstremoy er ein tvørfakligur starvsfólkabólkur við 4 starvsfólkum Málbólkurin hjá stuðulstoyminum eru heimabúgvandi fólk yvir 18 ár , ið hava skerdan fysiskan og/ella psykiskan virkisførleika. Endamálið er at veita sosialpædagogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan til brúkarar um alt landið Stuðulstænastan bjóðar • Góðar arbeiðsfelagar í toyminum • Supervisión • Fakliga menning, • Gott samstarv við aðrar starvsbólkar í økinum. Vit vænta, at tú • Vísir áhuga og virðing fyri brúkarunum og samstundis arbeiðir professionelt • Hevur eina jaliga menniskjafatan • Kanst handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið einki kanna sigast um frammanundan Setanartreytir Umsøkjari við útbúgving innan almanna- og heilsuøkið og námsfrøðingar, fáa løn eftir sáttmála hjá viðkomandi felag. Fólk við aðrari útbúgving ella ongari útbúgving fáa løn sum hjálparfólk hjá Føroya Pedagogfelag. Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Jónvør Petersen, samskipara tlf.554083 Umsókn Umsóknin skal sendast til: Nærverkið Stuðulstænastan Stílað: Regin Johansen Argjavegur 26 160 Argir Umsóknarfreist: 7. nov. 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri.Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleikan, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum stuðlar tiltøkum í Miðlahúsinum STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo ...fá meira fyri einki! Fær inn á ókeypis.fo og svara nøkrum spurningum og verð við í lutakastinum um góðu vinningarnar!