Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. oktober 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 sosialurin 24. oktober 2008 Tær báðar Jóhanna á Tjaldra­ fløtti og Elisabeth Akursmørk, ið seinnu árini hava ríkað okkum við bestsellera­matgerðar­ bøkurnar Lætt & Leskiligt I og II geva nú upp til jóla út nýggja bók. Har fyrru bøkurnar royndu at vísa á heilsugóðan, men samstundis spennandi og vælsmakkandi mat, sleppa vit nú í Søtt & Leskiligum at njóta næstan uttan fyrilit. Rithøvundarnir eru væl útbúnir innan føðslu og fara nú at vísa síni kynstur í søta lívinum við 84 ymiskum uppskriftum uppá m.a bakstur við gerdeiggi, smákøkum, skuffukøkum, rómakøkum, flógvum køkum og tertum, marsipan og annað gott. Bókin hevur sera vakrar og innbjóðandi myndir, ið hin dugnaligi fotografurin Finnur Justinussen hevur tikið. Í innganginum til Søtt & Leskiligt skriva tær báðar: Tann søti bitin er partur av matmentanini hjá flestu fólkasløgum. Longu við móður­ mjólkini fær menniskjan smakkin av tí søta, sum ímyndar tað trygga, góða og leskiliga. Tann søti bitin verður í okkara mentan nýttur, tá ið hátíðarhald eru, men verður eisini í alt størri mun nýttur sum leskibiti til hugnaløtur saman við vinum og kenningum. Fyrimunurin við at gera sín egna leskibita er, at tú veitst akkurát, hvat tilfar er í, og hvussu hann er gjørdur. Tilvitanin um hetta hevur alt størri týdning í nútíðar­ samfelagnum. Henda bókin er ætlað at vera íblástur til serligar løtur, føðingardagar, høgtíðir, veitslur og annað. Í bókini finnur tú 84 góðar og leskiligar uppskriftir. Uppskriftir eru millum annað til lagkakur, rullukakur, dessertir, ísar, smákakur og bakstur úr gerdeiggi. Umframt uppskriftir eru eisini góð bakiráð og mál og vekt. Harumframt eru hugskot til høgtíðir og merkisdagar umframt barnaføðingardagar; eisini hava vit tríggjar uppskriftir upp á væl smakkandi kaffi. Sum í undanfarnu bókum hava vit lagt okkum eftir at gera uppskriftir, sum eru lættar at fara undir, og úr tilfari, sum er algongt hjá teimum flestu. mortan@hamrabyrg Søtt og leskiligt Jóhanna á Tjaldrafløtti Føðslu­ og húsarhaldsfrøðingur og kliniskur dietistur Prógv frá Suhrs Seminarium í Keypmannahavn í 1991 Hevur starvast sum lærari á kokkaskeiðnum hjá Klaksvíkar Sjómansskúla, undirvíst í heimarøktini og lærari á Húsarhaldsskúla Føroya Starvast sum kliniskur dietistur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, diabetes ambulatoriið Starvast sum leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya síðani november 1994 Fyrilestrar­ og skeiðshaldari Prógv sum kliniskur dietistur 2005 Elisabeth Akursmørk Økonoma og life­business coach Prógv frá Økonomaskúlanum í Keypmannahavn í 1994 Hevur starvast sum økonomaassistentur á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi og undirvíst á Føroya Sjúkrasystraskúla Hevur starvast sum lærari á Húsarhaldsskúla Føroya 1995­2007 Leiðari frá august 2004­2005 Prógv sum life­business coach 2005 Hevur starvast sum life­business coach síðani 2005 Hevur starvast sum lærari á Føroya Læraraskúla 2006­2007 Fyrilestrar­ og skeiðshaldari Starvast sum deildarleiðari á vistarheiminum Østervang í Tranbjerg