Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 206 - 27. oktober 2008 Stór gullveitsla varð hildin á eiði, har føroyameistararnir umleið 850 fólk vóru komin saman at heiðra EB/Streymi. Tá so nógv fólk koma saman, er ikki óvanligt at okkurt rok verður, og sunnu­ náttina varð løgreglan fleiri ferðir boðsend til Eiðis LøgregLurapportin Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo EB/Streymur gjørdist fyri fyrstu ferð í søgu felagsins føroyameistarir í ár, og tískil vóru sera nógv fólk, ið leitaðu sær til ítróttarhøll­ ina á Eiði, har stóra gull­ veitslan varð hildin. Tilsamans vóru umleið 850 fólk komin saman til veitsluna, og tá rúsdrekka er blandað saman við at so nógv fólk eru savnaði, er skjótt at okkurt rokið verður burturúr. Sunnunáttina varð løgregl­ an eisini fleiri ferðir boð­ send til Eiðis, hóast vaktar­ hald var við veitsluna. Um klokkan 02.30 sunnu­ náttina varð løgreglan boð­ send til Eiðis, tí at øgiligt rok var, og vaktirnir høvdu mist tamarhald á støðuni. Løgreglan úr bæði Runavík og Vágum komu á staðið, og tað endaði við at ein per­ sónur varð burturvístur frá veitsluni. Tó áðrenn løgreglan varð komin til Eiðis, fingu teir eina fráboðan um ein ungan mann, ið varð farin beserk­ aragongd inni í einum hús­ um á Eiði. Teir noyddust so at fara til húsaófriðin, áðr­ enn teir fingu farið niðan í ítróttarhøllina. Talan var um ein ungan mann, ið er av Eiði, men sum ikki búði inni í húsin­ um, og hann varð tikin við á politistøðina at sova rúsin av sær, men eingin ákæra er reist í málinum. Í stuttari viðmerking nevnir vakthav­ andi, at tilburðurin eftir øll­ um at døma hevði verið sera skelkandi fyri fólkini, ið búðu í húsuinum. Bitin í armin Tá klokkan var farin av fimm, fekk løgreglan aftur eina fráboðan av Eiði, har eitt av vaktarfólkunum varð bitið í armin av einum manni. Í tí førinum er so eitt mál upprættað. Seinni aftur, klokkan 05.50, kom enn ein fráboðan úr høllini á Eiði, har ein per­ sónur hevði fingið skaða í høvdið. Eftir øllum at døma var hann dottin, og hann varð so koyrdur á skaðastov­ una. Eisini ófriður í Runavík Í Runavík var eisini fótbólts­ veitsla, og heldur ikki har gekk tað heilt friðarliga fyri seg. Umleið klokkan 5 sunnunáttina fekk løgreglan fráboðan um størri rok við høllina í Runavík, har mill­ um 20 og 30 fólk vóru við í leikinum. Løgreglan var á staðnum, og onkur fólk vóru so koyrd til hús, og friður varð fingin í lag aftur. Aðrastaðni í Runavík, klokkan 05.10, varð løg­ reglan boðsend at burturvísa nøkrum fólkun, ið ætlaðu sær í morgunball í Runavík. Fyrr á kvøldinum var ein ung genta hjálpt avstað, eftir at hon var sovnað uttan­ fyri eitt skeinkistað í Runa­ vík. Eisini var ein fullur maður vaktur og koyrdur til hús at sova rúsin av sær. Gullrok á Eiði Løgreglan gjørdi um vikuskiftið ferð­ mátingari Havn og í Kollafirði, og í alt vórðu fimm klipp skrásett. Afturat tí vórðu tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring og ein bilur varð stolin í Havn LøgregLurapportin Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fríggjadagin gjørdi løgregl­ an ferðmátingar í Kollfjarða­ tunnilinum, og vísti tað seg at ferðin var ov høg í fleiri førum. Tríggir bilar vórðu steðgaðir í Kollfjarðatunnil­ inum, har klipp varð givið. Tann fyrsti koyrdi 109 km/t, tann næsti koyrdi 114 km/t, meðan tann seinasti varð máldur at koyra 105 km/t. Hesir fáa allir eitt klipp í koyrikortið fyri brotið. Eitt klipp varð eisini giv­ ið í Kollafirði, millum Stat­ oil í Kollfjarðadalinum og rundkoyringina. Tann bilurin varð máldur at koyra 104 km/t, og tað viðførir so eisini eitt klipp í koyrikortið hjá føraranum. Leygardagin varð ein tik­ in fyri at koyra 75 km/t í bygdum øki, vestanfyri Dalavegin í Havn. Hesin kann so eisini vænta sær eina heilsan frá fútanum fyri brot á ferðslulógina. Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring Leygarnáttina, klokkan 03.45, steðgaði løgreglan einum bili í Sigmundargøtu í Havn. Tað vísti seg at før­ arin var ávirkaður av rús­ drekka, og tískil ikki var førur fyri at koyra bil. Leygardagin, klokkan 17, varð eisini ein bilur steðg­ aður í Havn, har tað eisini vísti seg at vera ein førari, ið var ávirkaður av rúsdrekka. Hesir kunnu báðir vænta sær eina heilsan frá fútanum í nærmastu framtíð. Søknast eftir bili og førara Leygardagin fekk løgreglan eina fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp í Doktor Dahlsgøtu, har ein bilur var stungin av. Tað vísti seg tó at tann bilurin, ið hevði rent á tveir aðrar bilar, varð stol­ in í Sigmundargøtu, og hann varð funnin aftur aftan­ fyri gomlu Vónina. Talan er um ein hvítan vørubil av slagnum Opel Movana, og løgreglan søkn­ ast eftir føraranum av bilin­ um. Tí kunnu fólk, ið møgu­ liga hava sæð okkurt í sam­ band við hendingina, venda sær til løgregluna. Í gjár klokkan 10.33 fekk løgreglan eisini eina fráboð­ an um eitt lítið ferðsluóhapp í Tjarnarlág 1, har ein bilur hevði rent á ein betonggarð, og var farin av staðnum. Løgreglan fann eitt blinkljós á staðnum, og tað er staðfest at talan er um ein eldri bil av slagnum Toyota. Løgregl­ an leitar eftir bilinum, og tey, ið møguliga hava upp­ lýsingar um hendingina ella bilin, kunnu venda sær til løgregluna. Fimm klipp og tvær ferðir rúsdrekkakoyring Heili fimm klipp vórðu givin í vikuskiftinum, umframt at tveir vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring Mynd: Jens Kristian Vang Løgreglan varð heilar fýra ferðir boðsend í samband við gullveitsluna á Eiði Hús brendu í grund í Lopra Sunnudagin fekk løgreglan boð frá alarmsentralinum um at eldur var í einum húsum í Lopra. Ein maður stóð í kjallaranum og sveið seyðarhøvd við gassbrennara, tá hann brádliga hoyrdi at tað físti aftanfyri hann. Hann var tá somikið óskettin, at tað festi í lekan, ið var komin á slanguna frá gassfløskuni, og login fór uppundir loftið og festi í. Eldurin breiddist skjótt, og húsini brendu í grund. Váttligt vikuskifti Hetta vikuskiftið hevur verið eitt av teimum serliga váttligu. Í trimum førum hevur løgreglan leygardagin fingið fráboðoan um vatnflóð inni í húsum í Havnini, umframt at eitt deksil var farið upp við Hoyvíkar Skúla orsakað av vatnflóð. Harumframt hevur løgreglan eisini havt úr at gera við at vekja full fólk og koyra tey til hús. Eisini hevur verið boðað frá húsaófriði í Lamba og fleiri bardøgum í Havnini, har løgreglan mátti fáa frið í lag aftur.