mánadagur 27. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 206 - 27. oktober 2008
Norrøna kom á
Havnina úr Hanst
holm og Bergen
stutt eftir midnátt
í gjárkvøldi, men
ferðafólkini sluppu
ikki í land fyrr enn
klokkan 06 í morgun.
– Fyri okkum er tað
líka mikið, um skipið
verður tollavgreitt
eftir midnátt ella
klokkan 06, sigur
yvirtollarin, Kjartan
D. Joensen
Sigling
Vilmund Jacobsen
Vilmund@sosialurin.fo
Tað er komið fyri av og á,
tá
Norrøna
kemur
úr
útlandinum til Føroya, at
skipið kemur fyrr enn ásettu
tíðina. Í slíkum føri er orsøk
in hon, at Norrøna hevur
siglt eftir framskundaðari
ferðaætlan vegna veður.
Endamálið við hesum er,
at ferðafólk skulu fáa eina
so behagiliga ferð sum
gjørligt.
Hetta hendi á seinastu
ferðini hjá Norrønu úr
Hanstholm um Bergen til
Føroya.
Norrøna kom á Havnina
stutt eftir midnátt síðstu nátt,
men hvørki ferðafólk ella
farmur sluppu í land fyrr
enn klokkan 06 í morgun.
Nógvum dámar væl hesa
skipan,
kanska
serliga
teimum, sum kortini skulu
út á bygd. Sambært ferða
ætlanini skuldu tey kortini
ikki verið á Havnini fyrr
enn klokkan 06.
Men tað eru eisini tey,
sum halda tað vera eitt
sindur undarligt at skula
leggja seg at sova umborð á
Norrønu við havnarkai, tá
tey síggja niðan á húsini hjá
sær uppi í býnum.
Ikki Tollvaldið
Mong halda ivaleyst, at tað
er prísurin fyri tollav
greiðslu,
sum
reiðaríið
noyðist at rinda, ið skilir
partarnar og leggur eyka
útreiðslur á felagið, um
skipið verður tollavgreitt í
úrtíð og náttartíð.
Men soleiðis er tað ikki.
Kjartan D. Joensen, yvir
tollari, sigur, at valið hjá
Smyril Line at lata ferða
fólkini sova umborð til
næsta morgun einki hevur
við tollvaldið, ei heldur
prísin fyri avgreiðslu, at
gera.
Tað er soleiðis, at reið
aríir gjalda fyri tollav
greiðslur uttanfyri vanliga
arbeiðstíð, sum er yrkadagar
millum klokkan 8 og 16.30
eins og fyri avgreiðslur
leygardag og sunnudag.
Hann vísir á, at eingin
munur á kostnaðinum, um
skipið
verður
avgreitt
klokkan 01 mánanátt ella
mánamorgun klokkan 06.
Í báðum førum er hetta
uttanfyri okkara vanligu
arbeiðstíð, og tí noyðist
reiðaríið at rinda kostnaðin
fyri avgreiðsluna.
Kjartan M. Joensen vísir
á, at skipanin við tollav
greiðslu er ásett í kunngerð,
og prísurin er hin sami,
antin tænastan fer fram
beint eftir vanliga arbeiðstíð
– ella á nátt.
Vit hava eitt fast gjald
fyri hesa avgreiðslu, og tí
hevur tað ongan týdning
fyri kostnaðin, hvør tíð á
samdøgninum tænastan fer
fram, leggur hann aftrat.
Tykist skilagott
Yvirtollarin sigur, at í
morgun vóru trý fólk til
arbeiðis á bryggjuni, men
vanliga eru upp í eini seks
fólk tøk til avgreiðsluna, tá
Nørruna kemur.
Tá eitt slíkt skip skal
avgreiðast, er talan bæði
um ferðafólk, sum koma av
skipinum og inn í móttøku
høllina og um farm og bilar,
sum fara út á dekkinum.
Kjartan D. Joensen sigur,
at Tollvaldið eisini var til
reiðar at avgreiða Norrønu
á midnátt í gjárkvøldið, um
Smyril Line hevði ynski um
tað.
Hetta hevur tí einki við
tollpartin at gera. Vit eru til
reiðar, tá vit skulu verða á
staðnum, sigur yvirtollarin,
sum annars heldur, at skip
anin við, at fólk í slíkum
føri liggja náttina yvir um
borð á Norrønu, í mangar
mátar tykist skilagóð.
Svóvu umborð
meðan skipið lá
á Havnini
- At ferðafólkini við
Norrønu, sum komu
á Havnina stutt eftir
midnátt í gjárkvøldið,
ikki sluppu í land fyrr
enn klokkan 06 í morgun,
hevur einki við tollpartin
at gera, sigur yvirtollarin,
Kjartan D. Joensen
Søluog marknaðar
leiðarin á Smyril Line,
Jákup Sverri Kass,
sigur, at avgerðin
um at bíða við at lata
ferðafólkini sleppa
í land á Norrønu
síðstu nátt, varð tikin
við atliti til veður
líkindini og tíðina á
samdøgninum
Sigling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vit noyðast at laga okkum
eftir veðurlíkindunum, og
vit royna altíð at skipa so
fyri, at siglingin tænir teim
um ferðandi best. At ferða
fólkini við Norrønu, sum
var á Havnini stutt eftir
midnátt í gjárkvøldið, ikki
sluppu í land fyrr enn
klokkan 06 í morgun, var
ein heildarmeting, sum í
fyrsta lagi bygdi á veður
líkindini
og
tíðina
á
samdøgninum.
Tað sigur Jákup Sverri
Kass, søluog marknaðar
leiðari á Smyril Line.
Hann vísir á, at sambært
ferðaætlanini skuldi Norr
øna ikki vera á Havnini fyrr
enn klokkan 06 í morgun,
men orsakað av, at fráferðir
úr ávikavist Hanstholm og
Bergen vórðu framskund
aðar, var skipið á Havnini
stutt eftir midnátt.
Sum heild eru føroyingar
ógvuliga forstáiligir, tá vit
noyðast at laga okkum til
veðurlagið. Tað er altíð onk
ur, sum ikki er so væl nøgd
ur, men hinvegin eru tað
mong, sum í slíkum føri eru
fegin um at sleppa at sova
náttina umborð og sleppa
úthvíld í land til ásettu
tíðina morgunin eftir.
Jákup Sverri sigur, at
útlendingar ikki altíð eru
eins forstáiligir og føroy
ingar, ið kenna til skiftandi
veðurlag
og
neyðugar
tillagingar, sum altíð eru til
frama fyri ferðafólkini.
Í slíkum føri vil Toll
valdið ikki, at bert ein part
ur av skipunum verður toll
avgreiddur. Teir vilja, at alt
fer fram í senn, og tí er tað í
slíkum føri sum hesum ein
faldast og lættast fyri allar
partar at bíða við avgreiðsl
uni, sigur søluog marknað
arleiðarin á Smyril Line.
Føroyingar eru ógvuliga forstáiligir
- Fólk eru sum
heild forstáilig,
tá veður og
vindur gera tað
neyðugt at fremja
broytingar, sigur
Jákup Sverri
Kass, sølu-og
marknaðarleiðari
Mynd: Vilmund
Jacobsen
Søga um at hava tað ringt
Tey ungu fáa nú møguleika at siga sína egnu søgu, og um hvat tey halda eigur at verða gjørt
fyri at hjálpa. Føroyskir skúlaungdómar eru bjóðaðir at luttaka í skrivikapping, har møguleiki
verður við egnum orðum at lýsa, hvussu ung í Føroyum hava tað, tá ið tey hava tað ringt, og
hvat tey sjálvi ynskja, at tað verður gjørt fyri at hjálpa teimum. Kappingin er skipað í trimum
bólkum: 1314, 1516 og 1718 ára gomul. Tvær virðislønir eru til hvønn bólkin. 1. virðisløn
er 5000 krónur, og 2. virðisløn er 2000 krónur. Tað er Tóra Petersen, sálarfrøðingur á Psykia
triska deplinum, sum stendur fyri kappingini saman við tveimum læraralesandi, Louisu Johns
dóttir og Hans Fróða Jensen. Skúlarnir hava fingið upplýsandi tilfar um skrivikappingina
sendandi. Seinasta freist at lata inn er 15. november
Ferðafólkini, sum komu úr Hansholm og Bergen við Norrønu síðstu nátt, høvdu tað gott og
svóvu trygt, meðan tey bíðaðu eftir at sleppa í land í morgun