Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 207 - 28. oktober 2008 Stutt Sagt Trælkvinna vann á statinum Nigeriska kvinnan Hadi­ jatou Mani hevur vunnið eitt rættarmál ímóti mynd­ ugleikunum í heimland­ inum. Hon vildi vera við, at nigersku myndugleikar­ nir høvbdu einki gjørt fyri at forða fyri, at hon bleiv seld sum trælur, tá hon var 12 ára gomul. Hesum fekk hon viðhald í frá dóms­ valdinum, sum samstundis gjørdi av, at nigerska ríkið skal rinda kvinnuni endur­ gjald, skrivar BBC. Aftan á rættarfundin segði Mani, at hon var sera væl nøgd við úrskurðin. Hinvegin eru eygleiðarar á einum máli um, at dóm­ urin kemur nigersku stjórn­ ini sera illa við. Tingið í Niger samtykti fyri fimm árum síðani at banna træla­ haldi, men myndugleik­ arnir hava lítið gjørt fyri at tryggja, at lógin verður hildin. Tað noyðast teir nú, siga eygleiðararnir. Sjálv var Mani trælur í 10 ár. Maðurin, sum hevði hana, sum træl, neyðtók hana, og hon fekk eitt barn við honum. Hann fór eisini illa við henni á annan hátt, til hon slapp leys í 2005, tá trælahald bleiv bannað. Bretar til Íslands Fíggjarkreppan í Íslandi og tað lága virðið á ís­ lendsku krónuni hava fing­ ið nógv útlendsk ferðafólk at leita sær til Íslands at keypa, tí har eru nógvar vørur bíligar nú samanbor­ ið við prísirnar í øðrum londum. Í síðstu viku søgdu danskir fjølmiðlar, at nógv­ ir danir fara til Reykjavíkar at keypa í hesum døgum, og nú skrivar Travel Weekly, at nógvir bretar gera tað sama. Sagt verður, at í september vóru 20 pro­ sent fleiri bretsk ferðafólk í Íslandi enn í sama mánaði í fjør, og at gongdin hevur verið tann sama í oktober. Íslendsk hagtøl vísa, at frá 1. september til hálvan oktober komu næstan 9.000 bretsk ferðafólk til Íslands samanborið við góð 7.300 í sama tíðar­ skeiði í 2007. Tilsamans komu 58.000 ferðafólk til Íslands millum 1. septem­ ber og hálvan oktober, og tað er 15 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, skrivar Morgunblaðið. Í íslendsku ferðavinnuni eru tey sum vera man fegin um teir nógvu gestirnar, og tey siga seg vóna, at hetta fer at halda fram allan veturin. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Amerikanska álopið var á alljósum degi og tí ikki nakað mistak, men yvirgangur sýriski uttanríkisráðharrin útlond Fleiri hava bara bíðað eftir, at tær fyrstu drápsætlaninar ímóti Barrack Obama komu undan kavi, tí tað eru ikki allir amerikanarar, sum eru so fegnir um at fáa ein littan forseta ­ Tað, sum øll hava hugsað, men sum eingin hevur torað at tosa um. Soleiðis hava amerikansk­ ir fjølmiðlar leingi skrivað og tosað um vandan fyri, at onkur kundi finna uppá at forða Barrack Obama at gerast tann fyrsti svarti for­ setin í Hvítu Húsunum. Tí kom ntað ikki óvart á fjøl­ miðlarnar og onnur, tá sam­ veldisløgreglan FBI í gjár­ kvøldið boðaði frá, at myndugleikarnir høvdu avdúkað eina ætlan um at beina fyri Barrack Obama. Sambært tíðindunum, sum tíðindastovan AP bar, skulu tveir nýnazistar, sum løg­ reglan hevur tikið, hava lagt ætlanir um at beina fyri 102 svørtum amerikanarum, teirra millum Obama. Jim Cavanaugh hjá sam­ veldisløgregluni í Nashville segði í gjárkvøldið, at tann 20 ára gamli Daniel Cowart úr Tennessee og tann 18 ára gamli Paul Schlesselman úr Arkansas ætlaðu at bróta inn í eina vápnahandil til at fáa fatur á vápnum, sum teir so skuldu brúka til álop á ein skúla, har næmingarnir yvirhøvur eru svartir. Sambært Jim Cavanaugh ætlaðu teir báðir menninir at skjóta 88 svørt fólk og at hálshøggja 14 afturat. Tøl­ ini eru ikki tilvildarlig. 88 verður vanliga brúkt sum ein stytting av „Heil Hitler“, og 14 ímyndar „tey fjúrtan orðini“ í tí nýnazistiska sátt­ málanum, skrivar NTB. Fyribils eru teir báðir menninir varðhaldsfongsl­ aðir, skuldsettir fyri at hava hótt eitt forsetavalevni, fyri ólógligt vápnahald og fyri at hava lagt ætlanir um at stjala vápn. Álopið á skúlan er ikki nevnt í skuldsetingini, tí løgreglan veit ikki, hvønn skúla talan er um, skrivar AP. Á drápsferð Sambært FBI fingu Daniel Cowart og Paul Schlessel­ man samband við hvør ann­ an umvegis internetið fyri einum góðum mánaði. Sam­ skiftið teirra millum vísir, at teir hava sera víðgongdar hugsanir um tann hvíta­ mannin, sum eftir teirra tykki stendur oman fyri onn­ ur fólk á jørðini. Tann 20. oktober fór Daniel Cowart úr Tennessee til Arkansas, har hann skuldi hitta Paul Schlessel­ man, tí teir skuldu leggja seinastu hond á fyrireiking­ arnar til álopini, sum so skuldu setast í verik. Sambært einari lokalari tíðindatænastu skuldu teir fyrst leypa á skúlan. Síðani skuldu teir á eina drápsferð kring USA, og á hesi ferðini skuldu teir millum annað beina fyri Barrack Obama. ­ Teir søgdu, at tann sein­ asti liðurin í ætlan teirra var at beina fyri Barrack Obama. Teir væntaðu ikki, at tað fór at eydnast, men at teir fóru at lata lív, tá teir fóru at royna, sigur Jim Cavanaugh við AP. Í rættinum skulu teir báð­ ir menninir hava svarað, at teir vóru til reiðar at lata lív undir royndini at myrða Obama. Næstan av tilvild Tað var næstan av tilvild, at drápsætlaninar vórðu avdúk­ aðar. Tann 22. oktober tók løgreglan í Crockett county í Tennessee Daniel Cowart og Paul Schlesselman, tí tað vísti seg, at teir høvdu óvanliga nógv vápn. Millum annað fann løgreglan eina høglbyrsu, eina riflu og tríggjar skammbyrsur hjá monnunum. Tey, sum standa fyri val­ stríðnum hjá Barrack Obama, hava ikki gjørt við­ merkingar til handtøkurnar. Richard Harlow, sum er agentur hjá Secret Service, ið hevur ábyrgdina av trygd­ ini hjá forsetavalevnunum, sigur við AP, at tey meta málið sera álvarssamt, og at tað verður kannað gjølla. Hava alla tíðina stúrt fyri drápsætlanum Stýrið í Norðurkorea hótt­ irm við at leggja granna­ landið í oyði, um tað ikki leggur á annan politiskan bóigv ­ Suðurkoreonsku huppa­ skjúrtini eiga at hava í huga, at eitt væl fyriskipað fyri­ byrgingarálop frá okkum fer ikki bara at festa eld í landið, men at leggja tað í oyði, stendur at lesa í einum tíðindaskrivi frá norðurkore­ onsku herleiðsluni, sum bleiv almannakunngjørt í morgun. Sambært tíðindaskrivin­ um vilja norðurkoreanar vera við, at stjórnin í Suður­ korea spillir norðurkore­ onsku leiðsluna út. ­ Okkara álop verður við vápnum, sum eru uppaftur sterkari enn kjarnorkuvápn. Aftan á sigurin kunnu vit stýra einum óheftum og sameindum landi, stendur í tíðindaskrivinum frá norð­ urkoreanska herinum. Norðurkorea hóttir við at leggja Suðurkorea í oyði Trygdarmenn hjá Secret Service eru alla tíðina hjá Barrack Obama Mynd: AP) Tann 20 ára gamli Daniel Cowart hevði lagt drápsætlanina saman við vinmanninum Paul Schlesselman Mynd: Polfoto