týsdagur 28. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 207 - 28. oktober 2008
tíðindi
Tað gjørdust tey
fimm, Hjalti Weihe,
Ronja Rúnadóttir,
Óðin Ellefsen,
Albert MacDonald
og Oddvør Ellings
gaard Dam, sum
vunnu stóru tekni
kappingina hjá Lista
savninum á Heyst
fagnaðinum
Kapping
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Umframt myndaveiðu og
rundvísingar skipaði Lista
savn Føroya eisini fyri stór
ari teknikapping fyri børn á
Heystfagnaðinum, sum var
í heystfrítíðini. Heili 500
børn tóku lut í kappingini,
og frá
Listasavinum frætta vit,
at sera nógvar góðar og
spennandi
myndir
vóru
teknaðar hesar dagarnar. Úr
stóra bunkanum hava fyri
skipararnir nú valt fimm
vinnaramyndir, eina fyri
hvønn av teimum fimm ald
ursbólkunum. Tey fimm,
sum hava vunnið, fáa ein
góðan vinning frá Listasavn
inum í vikuni.
Her eru tekningarnar,
sum vunnu:
Listasavnið valt
vinnarar
av teknikapping
Í bólkinum 0 - 3 ár vann trý ára gamli Hjalti Weihe úr Hósvík. Hann hevur
teknað eina gula strikutekning av tveimum figurum, har annar teirra flýgur móti
hinum.
Í bólkinum 3 - 5 ár vann
fimm ára gamla Ronja
Rúnadóttir úr Havn. Hon
hevur teknað eina litfagra
mynd av eini glaðari gentu í
regni, einum súreplatræi og
einum stórum hjarta.
Í bólkinum 5 - 8 ár vann seks
ára gamli Óðin Ellefsen úr
Havn. Hann hevur teknað
ein pinnamann, sum stendur
heldur niðarlaga í vinstra
horni á myndini. Nógv luft
er aftanfyri og rundan um
mannin og vísir okkum á
tann lítla einstaklingin í tí
stóru verðini.
Í bólkinum 8 - 12 ár vann 10
ára gamli Albert MacDonald
úr Århus í Danmark.
Hann hevur teknað ein
diskodansandi mann í
gulum buksum, reyðbrúnari
russarahúgvu og sólbrillum.
Albert hevur bygt myndina
upp við nógvum fýrkantaðum
puntum við diskoljósi í.
Í bólkinum 12 - 16 ár vann 15 ára gamla Oddvør Ellingsgaard Dam úr
Havn. Hon hevur teknað eina unga kvinnu í fínum kjóla, sum sprettir upp
úr jørðini. Myndin er væl teknað og hevur serliga fínar og skyggjandi litir í
kjólanum.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
„Vegurin sum arbeiðspláss“
„Vegurin sum arbeiðspláss“ er eitt
kravt skeið fyri tey, sum arbeiða á ella
fram við landsvegunum, og er um trygd
í sambandi við vegarbeiði.
Tvey sløg av skeiðum
Landsverk hevur skipað fyri hesum
skeiði fyrr. Eftir lokið skeið fær lut
takarin eitt prógv, sum síðan skal
endurnýggjast fimta hvørt ár. Tíðin er
nú komin, at tey, sum vóru á fyrsta
skeiðnum, skulu hava prógvini endur
nýggjað.
Talan er sostatt um tvey ymisk skeið;
annað er fyri tey, sum ikki hava verið á
skeiði fyrr (2 dagar), og hitt er endur
tøkuskeið (1 dagur).
Kostnaður og tekning
Kostnaður fyri hvønn luttakara er
7.000 kr. fyri vanligt skeið og 5.000 kr.
fyri endurtøkuskeiðið. Íroknað prísin er
matur, skeiðstilfar og prógv. Pláss er
fyri 20 luttakarum á hvørjum skeiði.
Til ber at tekna seg til skeiðið við at
senda eitt teldubræv til Armgarð
Steinhólm á ferðsludeplinum hjá
Landsverki (armgard@lv.fo).
Freistin er 3. november 2008.
Lesið annars meira um skeiðið
á www.landsverk.fo.
skeið
Dagarnar 17.–21. november skipar Landsverk saman við Vejsektorens
Efteruddannelse fyri skeiðnum „Vegurin sum arbeiðspláss.“
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
Skeiðini „Vegurin sum arbeiðspláss“ verða hildin hesar dagar:
17.–18. nov.
Byrjanarskeið
19. nov.
Endurtøkuskeið
20.–21. nov.
Byrjanarskeið