týsdagur 28. oktober 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindi
Nr. 207 - 28. oktober 2008
Einki atlit fyri avkoyringum
Tá ið tað kemur til ferðslutrygd so er hatta nakað, ið verður raðfest serliga høgt, og er
tað veruliga mítt ynski, at vit kunnu liva upp til nullhugsjónina um ikki at missa
mannalív í ferðsluni. Tað er óhoyrt, at vit hava ein landsveg, ið ikki tekur atlit til eitt
nú avkoyringar. Tað skal ikki verða neyðugt at bremsa fyri hvørja avkoyring, tí tað er
júst har, ið óhappini henda. Somuleiðis eiga vit at tryggja okkara ungu, at tey fáa eina
neyðuga koyrifrálæru, og er ætlanin eisini at gera eina hálkubreyt, har tey ungu, ið
taka koyrikort, kunnu fáa frálæru í hvussu tað er, at koyra í hálku, segði Annika
Olsen á landsfundi Fólkafloksins í Kollafirði leygardagin.
- Vit hava sendistovu
í Brüsselles, og eru í
leypandi kontakt við
hana. Bæði Anfinn
Kallsberg sum løg-
maður, og aftur
Jóannes Eidesgaard
sum løgmaður og
nú seinast Tórbjørn
Jacobsen sum fiski-
málaráðharri hava
sett spurningin um
føroyskan ES-lima-
skap fram, og allar
trðíggjar ferðirnar
hevur svarið verið
tað sama: Tað kemur
ikki upp á tal at føroy-
ingar sjálvir sleppa at
umsita fiskivinnumál
í einum møguligum
føroysku ES-lima-
skapi, sigur Jørgen
Niclasen
LANDSFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Viðvíkjandi
sjálvbjargni
segði formaðurin, at málið
hjá
Fólkaflokkinum
er
greitt.
- Vit skulu innan 2015
hava yvirtikið øll 21 málini,
sum eru eftir at yvirtaka.
Samgonguskjalið sigur, at
væl meiri enn helvtin verða
yvirtikin í hesum valskeið-
inum, og tað verða bert fá
málsøki eftir at yvirtaka, tá
skeiðið er runnið, segði
Jørgen Niclasen.
Hann vísti á, at gjørd er
ein búskaparlig semja mill-
um allar flokkarnar internt,
at vit skulu vaksa okkum til
sjálvbjargni
- Tað hevur nógv verið
tosað um semjuna, vit hava
gjørt við sambandið og javn-
aðin um at minka blokkin
við 15% av reella búskapar-
vøkstrinum.
Ført
hevur
verið fram, at tað fer at taka
okkum 600 ár at gerast
fíggjarliga leys av Danmark,
og tí havi eg biðið Lands-
bankan rokna út, júst hvat
hetta merkir, segði Jørgen
Niclasen.
- Verður hugt 20 ár aftur í
tíðina, og vøksturin hesi
árini verður lagdur sum
grund fyri útrokningunum,
so merkir tað, at danski
blokkstuðulin í 2031 er far-
in niður um 1% av BTÚ.
- Væl veit eg, at talan hev-
ur verið um uppgangstíðir
seinastu 20 árini, men vit
hava so sanniliga eisini havt
svárastu
búskaparkreppu
nakrantíð í júst hesum tíðar-
skeiði,
segði
Jørgen
Niclasen.
Hann segði, at næsta sam-
gonga sjálvandi kann regul-
era, hvussu stóran part vit
nýta til sjálvbjargni, og
hvussu stóran part vit nýta
til vælferðina.
- Men hugsa vit okkum, at
vit komandi valskeið nýta
50% av reella búskaparvøk-
strinum, so verður danski
blokkstuðulin burtur í 2019,
segði Jørgen Niclasen.
Útilokað við
serskipan
Sum uttanríkismálaráðharri
umrøddi formaður Fólka-
floksins sjálvandi eisini utt-
anríkismál, serliga við atliti
til ES, nú tað kom undan
kavi,
at
tað
sambært
Edmund Joensen hevur lítið
upp á seg at fáa limaskap
og serskipan fyri fiskivinnu-
politikkin.
- Eg setti meg beinanvegin
í samband við Brüssells.
Vit hava alla tíðina fingið
at vita, at føroyskur lima-
skapur er trupul, og at tað
er púra útilokað, at føroy-
ingar fáa undantaksloyvi til
sjálvir at umsita fiskivinn-
una. Og tað vóru júst somu
boð, vit fingu hesaferð,
segði Jørgen Niclasen.
Hann sigur víðari, at
tíðindir í føroyskum miðlum
beinanvegin
liggja
á
borðinum hjá kommiserun-
um í Brüssells, og at tað var
heilt týðiligt, at tað ør-
kymlaði niðri í ES.
- Váttað var, at ein døg-
urði hevði verið, har Ed-
mund Joensen og Olli Rehn
høvdu tosað saman, men at
talan var um ein privatan
døgurða, og at Olli Rehn á
ongan hátt hevði svarað
nakað upp á føroyskan lima-
skap og als ikki nakra ser-
skipan fyri fiskivinnuna,
heilt einfalt tí hetta ikki er
nakað, sum hann hevur við
at
gera,
segði
Jørgen
Niclasen.
Samgongan hevur sett sær
fyri at fara eftir nøkrum,
sum ber til at fáa, men ES er
bara ein 10-partur av heims-
ins marknaðum, hóast hann
er okkara størsti útflutn-
ingsmarknaður í løtuni
- Sum limir í ES høvdu
vit avmarkað okkum í mun
til víðari útflutning út í
heim, tí fiskur er sensitiv
vøra, so ein ES-limaskapur
hevði forðað okkum at kom-
ið víðari út í heim, segði
Jørgen Niclasen
Hann segði, at Fólka-
flokkurin vil hava samskifti
við allar partar, og frían
flutning fyri vørur aftur og
fram, frítt at fara fyri tæn-
astur, frítt at fara fyri kapital
og frítt at fara fyri arbeiðs-
megi.
- Tað fáa vit alt við at
gera eina avtalu um tey fýra
frælsini,og tættari tilknýti í
samband við útbúgving og
heilsu, nakað sujm ES hev-
ur gjørt við onnur lond. Og
hetta er nakað, vit kunnu
fáa, uttan at lata nakað aftur
fyri, segði Jørgen Niclasen.
Brúka pengarnar
rætt
Hann segði, at EFTA hevur
sáttmálar við 20 ymisk
lond, og at felagsskapurin
samráðist við 18 onnur í
løtuni.
- So vit kunnu læsa okk-
um føst í ES, ella velja kós-
ina, sum samgongan hevur
valt. Vit hava sitið í fýra
vikur og vit skulu hava tey
fýra frælsini í EFTA, sló
Jørgen Niclasen fast.
Hann segði, at fíggjarliga
verður neyðugt at tátta í,
neyðugt at spara. Fingið er
við í samgonguskjalið eitt
skattastopp, skattalættarnir
hava skapt eina velduga
framgongd í samfelagnum,
240 mió í skattalætta sein-
astu fýra árini, skaptu ein
vøkstur upp á eina milli-
ard.
- Men nú er sambands-
flokkurin hoppaður frá, so
vit sluppu ikki longur har,
men vit fingu í samgongu-
sáttmálan eitt skattastopp,
so skatturin verður ikki
hækkaður,
segði
Jørgen
Niclasen.
Men tað verður neyðugt
at gjøgnumganga almenna
sektorin.
- Vit hava fingið skatta-
stopp og sjúkrakassagjaldið
verður avtikið, men vit
mugu gjøgnum almenna
sektorin, gjøgnumganga alt
so vit tryggja, at vit fáa sum
mest fyri hvørja krónu. Í
2009 fara vit at gjøgnum-
ganga almannamál, í 2010
skúla og mentan, og í 2011
vinnu og fiskivinnu, alt fyri
at tryggja, at almennu peng-
arnir verða brúktir rætt,
segði Jørgen Niclasen.
EFTA
heldur
enn ES
Eg setti meg beinanvegin í samband
við Brüssells. Vit hava alla tíðina
fingið at vita, at føroyskur limaskapur
er trupul, og at tað er púra útilokað,
at føroyingar fáa undantaksloyvi til
sjálvir at umsita fiskivinnuna. Og tað
vóru júst somu boð, vit fingu hesaferð,
segði Jørgen Niclasen