mikudagur 29. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 208 - 29. oktober 2008
Síðan Prix Føroyar
kappingin varð
niðurløgd, hevur
tørvur verið á einum
palli hjá nýggjum
bólkum at spæla
á. Nú verður farið
undir eitt mini-prix,
nevnliga FM08, har
allar sjangrur kunnu
luttaka
Tónleikur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Saman við Margarinfabrikk
ini skipar Guðrið Hansdóttir
nú fyri einari nýggjari tón
leikakapping, ið hon nevnir
FM08.
Navnið kann merkja bæði
føroyameistarakapping
í
tónleiki ella Faroese Music,
men innihaldið í kappingini
er greitt.
Síðan Prix Føroyar kapp
ingin varð niðurløgd, hevur
tørvur verið á einum palli
hjá nýggjum bólkum at
spæla á, og har nýggir bólk
ar kunnu koma fram. Tað
varð vanliga sagt, at tá Prix
Føroyar fór niður, komu
festivalarnir upp, men nýgg
ir bólkar fáa ikki møgu
leikan at spæla á festival
unum. Eisini hava vit eina
kapping sum GBOB, men
tað er ein meira altjóða
kapping, har tað meira eru
rokkbólkar og bólkar, ið
spæla harðan rokk, ið slep
pa framat, sigur Guðrið
Hansdóttir, ið er fyriskipari
av nýggju tónleikakapping
ini.
Sambært henni eru fleiri
sjangrur, ið ongan pall hava
at spæla á í løtuni, harímill
um popp, og einki er hjá
bólkunum at venja fram
móti, og tí verður farið
undir hesa nýggju kapping
ina, har allar sjangrur eru
vælkomnar.
Øll kunnu luttaka í
FM08,
einstaklingar
og
bólkar í øllum sjangrum.
Tó er tað ein treyt, at
bólkurin ella einstakling
urin ikki hevur givið fløgu
út áður, greiður Guðrið
Hansdóttir frá.
Leggja dent á
originalitet
Umframt at bólkurin ella
einstaklingurin ikki skal
hava givið fløgu út áður,
eru sjálvandi eisini aðrar
treytir, ið skulu uppfyllast.
Hvør bólkur ella ein
staklingur fær 15 minuttir á
pallinum, og ein onnur treyt
er, at tey framføra tvey egin
løg
innan
hesar
15
minuttirnar. Hetta gera vit
fyri at leggja dent á, at tað
er originalt og egið, ið tey
framføra,
sigur
Guðrið
Hansdóttir.
Guðrið Hansdóttir ivast
ikki í at nógv nýggj og góð
løg verða at hoyra.
Higartil hevur undir
tøkan verið góð, og fleiri
eru longu tilmeldaði. Eg
veit um fleiri bólkar úr
Margarinfabrikkini,
ið
verða við í kappingini, og
sum venja fram móti hesum,
sigur Guðrið Hansdóttir.
Vinna studiotíð
Kappingin FM08 verður øll
hildin í Reinsaríinum í Tórs
gøtu, og fyrsta innleiðandi
umfarð verður hildið 22.
november, næsta innleiðandi
umfarð verður hildið 29.
november og finalan verður
so tann 6. desember.
Tað verða tríggir dómarar,
ið fara at gera av, hvør
verður vinnari av kapping
ini, og teir eru eingir minni
enn Terji Rasmussen, Lena
Andersen og Niels Arge
Galán.
Høvuðsvinningurin
í
kappingini verður fimm
dagar í Studio Oyravox, har
møguleiki verður fyri at
taka nøkur løg upp, ið teir
kunnu brúka til demo og at
leggja út á internetið.
Skapa lív í býnum
Øll kappingin verður, sum
sagt, hildin í Reinsaríinum
í Tórsgøtu, og endamálið
við at hon verður júst har,
er at skapa lív í býnum
aftur, og fyri at vera í
nærumhvørvinum. Reinsar
íið hevur júst fingið nýggja
tónleikaútgerð, og tískil
skuldu karmarnir verið sera
góðir fyri nýggju tónleika
kappingini, FM08.
Harafturat er hetta ein
lágprískapping, har vit ikki
hava nakrar sponsorar við í
leikinum. Hetta er bara eitt
egið tiltak, har vit vilja
leggja dent á tónleikin, held
ur enn pengarnar, sigur
Gurðið Hansdóttir at enda.
Nýggj tónleikakapping
FM08 er heitið á nýggju
tónleikakappingini, ið
Guðrið Hansdóttir og
Margarinfabrikkin skipa fyri.
Freistin at melda til er 15.
november, og fyrsta umfar
verður 22. november
Hækka skatt og gera íløgur
Á fundi í fíggjarnevndini í Klaksvíkar býráð varð sambært Norðlýsinum í gjár gjørd
semja um, at raksturin hjá Klaksvíkar Kommunu fer at minka við 25 mió. krónum
komandi ár. Tað tykist greitt, at neyðugt verður at hækka skattin við einum prosenti,
samstundis sum raksturin hjá kommununi verður minkaður niður um 90 mió. krónur.
Seinastu framrokningarnar siga, at inntøkurnar hjá kommununi komandi ár verða 125
mió. krónur, og við skattahækkingini koma inntøkurnar upp á 131 mió. krónur. Tískil
verður pláss fyri íløgum, og her verður tað mesta lagt í nýbyggingina av Ósáskúlanum,
skrivar Norðlýsið. Sum skilst fer niðurskurðurin í rakstrinum millum annað at merkja
uppsagnir, men eingin vil siga, hvussu nógvar talan verður um. Ógreitt er eisini, hvussu
breið semjan er um at fremja sparingarnar. Men sum skilst er tað ein meiriluti í
býráðnum, sum stendur aftan fyri semjuna.