mikudagur 29. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 208 - 29. oktober 2008
Minnisvarði avdúkast
í Kollafirði
Allahalganadag 1. november klokkan 14 verður
minnisvarðin í Kollafirði avdúkaður. Kollfirðingar hava í
rúma tíð arbeitt við at reisa minnisvarða yvir teir, ið eru
farnir á sjónum og tey, ið eru farin á landi av
vanlukkuávum. Minnisvarðin stendur í tí vakra og
sjáldsama lendinum í Beitinum við Sjógv í Kollafirði.
Vágbingar og porkern
ingar hava nú slitið
samstarvið við hinar
kommunurnar um
felags barnaverndina
í Suðuroynni
barnavernd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Samstarvið um eina felags
barnavernd í Suðuroy endar
nú á nýggjárinum.
Tað er greitt eftir at bæði
Vágs Býráð og bygdaráðið
í Porkeri í gjárkvøldið ein
mælt samtyktu at siga sam
starvið við hinar fimm
kommunurnar í Suðuroy
um felags barnaverndina,
upp frá 31. desember.
Ístaðin fara vágbingar og
porkerningar nú at skipa
sína egnu barnavernd, sum
verður felags fyri báðar
kommunurnar.
Frammanundan
hava
Vágur og Porkeri eina fel
ags sosiala deild, samstund
is sum hinar fimm komm
unurnar hava eina felags
sosiala deild.
Tá
ið
kommunurnar
fingu barnaverndarøkið at
umsita, varð eisini roynt at
skipa eina felags sosiala
deild fyri alla oynna, men
tað fór í vaskið, tí kommun
urnar kundu ikki semjast
um treytirnar. Endin var, at
vágbingar og porkerningar
fóru burtur úr samstarvinum,
men stovnaðu sína egnu
sosialu deild.
Samstarvstrupulleikar
Á býráðsfundinum í Vági í
gjárkvøldið varð ført fram, at
tað er sosiala deild hjá Pork
eri og Vági, sum hava mælt
kommunustýrunum báðum
at fara burtur úr samstarv
inum um tað felags barna
verndina fyri alla oynna.
Tað kom fram, at tað eru
samstarvstrupulleikar
við
umsitingina hjá barnavernd
ini, sum nú er orsøkin til, at
samstarvið er sagt upp.
Sølvi Andreasen, sum er
formaður í sosialu nevnd
hjá Vágs Býráði, staðfesti,
at stovnar í Vági og Porkeri,
sum hava við barnaverndar
mál at gera, eru stórliga
ónøgd við ta tænastu tey fáa
frá umsitingini hjá umsit
ingini hjá barnaverndini.
Stovnar, sum vit hava
verið í sambandi við, siga, at
tey eru so ónøgd við tænast
una, at tey í mest møguligan
mun lata vera við at leggja
mál fyri barnaverndina.
Mál, sum verða løgd fyri
barnaverndarumsitingina
verða handfarin so illa, at
teir ymsu stovnarnir royna
heldur at loysa málini sjálvi,
har tað yvirhøvur ber til,
ístaðin fyri at fáa barna
verndina upp í.
Kirstin Strøm Bech, borg
arstjóri í Vági, sigur, at tá ið
tey fingu varhugan av, at
samstarvið ridlaði, settu tey
seg í samband við ymsar
stovnar, sum hava við børn
at gera og har fingu tey vátt
að, at stórur samstarvstrup
ulleikar eru.
Av tí, at talan er um sera
eym persónsmál, vil hon
ikki nevna ítøkilig dømi.
Men hon sigur, at tey
hava roynt at taka trupul
leikarnar upp við umsit
ingina hjá barnaverndini,
men har varð alt afturvíst.
Tey hava eisini nevnt
møguleikan at fáa nýggja
leiðslu á barnaverndarumsit
ingini, men heldur ikki tað
fingu tey undirtøku fyri.
Tað er ómetaliga harmi
ligt, men sum støðan er nú,
hava vit tískil ongar aðrar
útvegir enn at siga samstarv
ið upp og tað hava vit so
gjørt nú, sigur borgarstjórin
í Vági.
Tað bar ikki til at fáa
samskifti í lag um teir
trupulleikar, vit høvdu og tí
høvdu vit onki val uttan at
taka ta støðu, vit hava tikið,
leggur hon afturat.
Nú hetta samstarvið er
endað, er bara eitt málsøki,
sum allar kommunurnar í
Suðuroy samstarva um og
tað er Námsfrøðiliga ser
frøðiliga ráðgeving, ella
NSR tænastan, sum hon
vanliga verður nevnd.
Ongin viðmerking
Umsitingin hjá felags barna
verndini í Suðuroy heldur
til á sosialu deild hjá Tvør
oyrar Kommunu og leiðari
har er Susanne Madsen.
Hon sigur, at hon hevur
ongar viðmerkingar til mál
ið, í øllum førum, sum støð
an er nú.
Men hon leggur kortini
afturat, at hon er als ikki
samd í, at barnaverndarmál
verða handfarin so illa, at
stovnar hava nakra sum
helst orsøk til at grund at
aftra seg fyri at leggja mál
fyri barnaverndina.
Hon kennir heldur onki
til, at samstarvstrupulleikar
eru ímillum barnaverndar
umsitingina og teir stovnar,
sum hava við børn at gera.
Vit hava ongar trupul
leikar at samstarva við tey,
sum skulu samstarva við,
leggur hon afturat.
Samstarv um barnavernd í
Suðuroy slitnað
Vágs Býráð hevur
nú samtykt reglur
fyri vindmyllum til
húsbrúk
Grøn orka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er greitt, hvørjar treytir,
vágbingar, sum vilja fáa sær
privatar vindmyllur til hús
brúk, skulu ganga undir.
Á býráðsfundi í gjárkvøld
ið samtykti Vágs Býráð
reglar fyri at seta vindmyllur
til húsbrúk upp í Vági.
At privatfólk fáa sær egn
ar vindmyllur til húsbrúk,
hevur vundið nógv upp á
seg seinastu tíðina í takt við,
at oljan er alsamt dýrkað.
Samstundis hevur Vágs
Býráð fingið sjey umsóknir
um loyvi til at seta privatar
vindmyllur upp til húsbrúk.
Tí heldur Vágs Býráð, at
tað er rættast at hava skipað
viðurskifti á økinum og tí
eru reglar nú gjørdar fyri
tey, sum ætla at fáa sær
vindmyllur.
Talan er um tær reglarnar,
sum Kommunusamskipan
Føroya hevur sett upp.
Eftir hesum reglum er
greitt, at tað ber ikki til at
seta vindmyllur upp til hús
brúk, uttan skrivligt loyvi
frá býráðnum.
Men tað verða eisini
ymisk onnur krøv sett. Eitt
nú mugu myllurnar ikki
vera meiri enn tveir metrar
í tvørmát. Samstundis eru
krøv til, hvussu nógvan
vind, myllurnar skulu tola.
Nevnt varð á býráðsfundin
um í Vági, at tær skulu tola
eina vindmegi upp á minst
60 metrar um sekundið og
tann, sum setir myllur upp,
skal veita prógv fyri, at tær
lúka minstukrøvini.
Samstundis kann komm
unan ikki ábyrgjast fyri skað
ar, sum myllur gera á ogn
hjá øðrum, men hendir tað,
kann
endurgjaldskrav
í
summum
førum
reisast
ímóti tí, sum eigur mylluna.
Samstundis eru treytir
fyri, hvussu høgar myllurnar
kunnu vera og, hvussu illa
tær kunnu larma.
Ein treyt, sum kanska
verður verri hjá fólki at
lúka, er, at vindmyllur skulu
minst vera 10 metrar frá
markinum til grannan og
undir
øllum
umstøðum
skulu tær vera nærri húsun
um, tær skulu veita streym
til, enn grannahúsunum.
Skil skal á vindmyllur í Vági
Tá ið kommunurnar fingu barnaverndarøkið at umsita, royndu allar sjey kommunurnar at
samstarva um eina felags loysn. Men tað gekk illa, tí fyrst slitnaði samstarvið um eina felags sosiala
deild í føðingini og nú er so samstarvið um eina felags barnavernd eisini endað