Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Sosialurin 29. oktober 2008 FØROYSKAR SØGUR Eik Grunnurin hevur stuðla verkætlanini Føroyskar Søgur. Hetta er røða formannsins í sambandi við frumsýning av »Føroyskum Søgum« 19. september í Sjónleikarhúsinum. Góðu tit øll! Tað er við spenningi, at vit, sum varða av Eik Grunninum, hava sæð fram til hesa frumsýningina. Og tað er eisini við stórum spenningi, at teir kom­ andi dagarnir verða brúktir til at hyggja nærri at hesum livandi myndunum. Myndirnar eru gamlar, men fyri okkum kortini so nýggjar og forkunn­ ugar. Eik Grunnurin hevur valt at stuðla hesi verkætl­ anini – Føroyskar Søgur – og tað hava vit, sum umboða Grunnin, gjørt við gleði. Flestu føroyingar eru sera áhugaðir í søgu og siðsøgu, og júst henda verkætlanin verður tí ivaleyst til gleði fyri tey mongu í Føroyum. Almanna-gagnliga í høvuðssæti Hetta – at flestu møguligt fáa gagn av úrslitinum – er júst høvuðssiktið, tá Eik Grunnurin tekur av­ gerð um at stuðla einari verkætlan. Tað almanna­ gagnliga er í høvuðssæti og ein treyt, tá Grunn­ urin vigar verkætlanir. Tað heilt serliga við Føroyskum Søgum er, at hetta eru søgur frá føroyingum um føroyingar. Hetta eru upplivingar – bæði gerandis og til høg­ tíð. Júst hetta skuldi gjørt verkætlanina fólksliga, og onki er meira í tráð við siktið hjá Grunninum. Hetta er ikki tann almenna Føroya Søga og skal heldur ikki vera tað. Varðveiting fyri eftirtíðina Hitt almanna­gagnliga við Føroyskum Søgum er, at arbeiðið við at seta saman livandi myndirnar gevur eitt talgilt – ella digitalt – hjáprodukt. Soleiðis eru myndir fluttar av gomlum filmsrullum yvir í eitt talgilt format, og meiningin er, at í fram­ tíðini skulu øll hava atgongd til hesar forkunnugu myndir. Sjálvandi við loyvi frá teimum, sum eiga upphavsrættindini. Hetta, at varðveita gamla filmsarvin á talgild­ um miðili, er vanliga kostnaðarmikið og verður ikki gjørt á hvørjum degi. Grunnurin fegnast eisini um henda týðandi partin av Føroyskum Søgum, tí júst hetta ger, at okkara filmsskattur verður varðveittur til verandi og komandi ættarlið av føroyingum. Missa okkum sjálvi burtur Rættiliga nógv fólk hava hjálpt til og gjørt Før­ oyskar Søgur til veruleika. Vegna Eik Grunnin vil eg fegin takka øllum – bæði tykkum, sum her sita, og teimum, sum ikki kundu vera við her í kvøld. Ein serliga innilig tøkk fer til øll tykkara, sum hava latið verkætlanini tykkara dýrabæru myndir í varðveitslu hesa tíðina. Uttan tykkara íkast var onki at gleðast um í kvøld. Tann dagin, vit eru søguleys, missa vit okkum sjálvi burtur sum einstaklingar og sum føroyingar. Tí er tað gott, at vit í dag leggja eitt klípið í tann varðan, sum ger okkum til føroyingar. Takið væl ímóti Føroyskum Søgum! Takk fyri! Frithleif Olsen Formaður í Eik Grunninum SØGUR FRÁ FØROYINGUM UM FØROYINGAR Hóast filmsfløgan (DVDin) Føroyskar Søgur er útgivin, so livir verkætlanin Føroyskar Søgur víð­ ari á alnótini á heimasíðuni www.foroyskarsogur.fo. Á heimasíðuni kunnu vitjandi lesa um verkætl­ anina, skráseta sína egnu filmar, síggja filmkut og myndir av filmsfløguni og mangt annað. Har­ við livir grundtankin aftanfyri Føroyskar Søgur víðari á alnótini. Uni L. Hansen FAKTA www.foroyskarsogur.fo FØROYSKAR SØGUR LIVA VÍÐARI Á ALNETINUM