mikudagur 29. oktober 2008síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 29. oktober 2008
3
FØROYSKAR SØGUR
HUGLEIÐINGAR: Filmur er sterkasti miðil,
ið finst, tí hann megnar at skapa eina heilt
serliga nærveru og vekja kenslur og upp
living hjá fólki, sum tað er ógjørligt at gera
við øðrum miðlum. Tískil kennist filmsfløgan
Føroyskar Søgur eins og ein portalur, ið
verður latin upp til nýggjari føroyska søgu
Sum smádrongur elskaði eg at gista hjá ommu
mínari í Runavík um vikuskiftini. Karin omma var
eitt serligt fólk, ið dugdi ómetaliga væl at siga
frá, og minni hevði hon sum fáur. Visti alt um
familju, og so minnist eg meg ongantíð hava
hoyrt hana sagt eitt øvugt orð um nakran ella
nakað.
Har hevði eg eitt friðskjól, um tað gjørdist ov
buldrasligt har heima, ella eg bara hevði brúk fyri
at vera eitt sindur fyri meg sjálvan, ið ikki altíð
var so lætt, tá ein hevði fýra systkin.
Serliga spennandi var at fara aftur um rygglen
ið í sofaini, har omma goymdi alskyns gomul
dag og vikubløð – føroysk eins væl og donsk.
Tað gav mær altíð eina serliga kenslu at sita og
granska hesi gomlu bløð, ið kendust eins og ein
tíðarlummi ella ein portalur til eina farna fortíð,
sum einaferð var livandi nútíð – klæðini, hárið,
bilarnir.
Við árunum havi eg eisini upparbeitt ein stór
an áhuga fyri dokumentarfilmum, og tískil var
tað at rokna sum ein uppgáva, ið var skraddara
seymað til mín, tá eg í februar mánað varð upp
ringdur og spurdur, um tað hevði verið áhuga
vert fyri meg at arbeiða við verkætlanini Før
oyskar Søgur, ið Eik Banki og danska framleiðslu
felagið Substaz Nordisk Film høvdu tikið stig til
í felag.
Spegla okkum í livandi myndum
Uppgávan ljóðaði, at eg skuldi samskipa arbeið
ið at savna saman dokumentariskar filmsupptøk
um, ið eru gjørdar í Føroyum síðan filmsmiðilin
varð uppfunnin, fáa tær yvirspældar til eitt fram
tíðartryggjað format og síðan seta saman eina
filmsfløgu (DVD) burtur úr tilfarinum.
Skjótt gjørdist mær greitt, at gomlu føroysku
vikubløðini hjá ommu vóru lítið av miklum, tá eg
brádliga sat og hugdi at livandi myndum frá 25.
juli 1907, tá ið Fríðrikur 8. steig á land á Konga
brúnni í Havn (tvey ár áðrenn omma mín varð
fødd).
Livandi myndir eru sterkasti miðil, ið finst, tí
tær megna at skapa eina heilt serliga nærveru
og uppliving hjá fólki, sum er ógjørligt at skapa
við øðrum miðlum. Vit kunnu spegla okkum í liv
andi myndum, og tískil kennist tað ómetaliga
forkunnugt at uppliva teir gomlu føroyingar, ið
vit einans kenna frá deyðum myndum og søgu
bókum, verða vaktar aftur til lívs.
Serliga tankin um, at hetta arbeiði fór at vera
til gagn fyri núlivandi og komandi ættarlið av før
oyingum, tiltalaði meg. Allar yvirspælingarnar
fara nevniliga at liggja í savninum hjá Kringvarpi
Føroya fyri eftirtíðina, og harvið verður samlaði
føroyski mentanararvur á filmi latin upp fyri
øllum. Tað fer uttan iva at hava stóran týdning
fyri søgufatanina hjá komandi ættarliðum av før
oyingum.
Indiana Jones
Arbeiðið við Føroyskum Søgum hevur ikki ein
ans givið mær møguleikan at pleygað mín søgu
áhuga og áhuga fyri dokumentariskum filmum.
Tað hevur eisini talað til mín innara detektiv ella
ævintýrara. Eg havi til tíðir kent meg sum ein
annan Indiana Jones í einari endaleysari jagstran
eftir filmsdýrgripum.
Eitt hitt mest forkunnuga filmsfundið bleiv
gjørt í Oyndarfirði. Eftir eitt tipp frá einum eldri
manni í Havn stóð eg brádliga í gomlu húsunum,
ið stórbóndin og handilsmaðurin í Oyndarfirði
Klæmint Høgnesen læt byggja í 1856. Tað vísti
seg, at yngsti sonur Klæmint, Julius Høgnesen,
ið blaðungur flutti til Danmarkar at lesa til apo
tekara, legði rættiliga fitt av filmstilfari eftir sær,
tá ið hann andaðist í 1931. Julius var eftir øllum
at døma ein verðinsmaður, ið hevði klárað seg
væl og tískil havt atgongd til hópin av hentleik
um, sum ikki vóru hvørjum manni beskorið um
hetta mundið, millum annað eitt filmsupptøkutól.
Við tí hevði hann filmað ferð sína til Føroya í
1930 frá byrjan til enda, og kunnu hesar upptøkur
nú upplivast á Føroyskum Søgum undir heitinum
»Aftur á slóðina«.
Men eingin Indiana Jones veiðiferð, uttan at
ein fella ella eitt forbannilsi er knýtt at dýrgripi
num. Vit blivu eitt sindur skakkir, tá ið vit funnu
út av, at nakrar av rullunum vóru so gamlar, at
tær vóru úr nitratfilmi, ið kann festa í av sær
sjálvum, tá ið hitin nærkast teimum 40 stigunum.
Hetta visti eg einki um, fyrr enn eg fór inn á
Short Cutfilmsverkstaðin í Keypmannahavn við
teimum, og allar ávaringarlampur fóru at blinka.
Eg varð jarðlagdur, og gomlu, snotiliga kakueskj
urnar við 35 mm filmsrullunum, sum systir Julius,
Henrietta, hevði havt við sær, tá hon flutti aftur
til Føroya í 1945, vórðu skryktar frá mær og blak
aðar inn í eitt eldvart nitratskap. Tær rullurnar
havi eg havt standandi á skriviborðinum.
Tað skal sigast, at mann gavst at brúka nitrat
film, sum burtur av bleiv brúktur til 35 mm filmar,
fyrst í 50unum, tá man fór at brúka organisk
evni at gera film úr. So eingin, ið eigur 8 ella 16
mm filmsrullur hevur nakað at bera ótta fyri.
Tørvur á einum filmsavni
Hóast hvøkkin, so eiga allir føroyingar, sum av
sínum einslistum hava varðveitt føroyska films
arvin gjøgnum ættarlið heima við hús, stórt rós.
Eg haldi, at Føroyskar Søgur av álvara hevur
varpað ljós á, at tíðin er búgvin til, at vit fáa eitt
savn fyri livandi myndir í Føroyum, tí tað er í
tøkum tíma, at hetta arbeiði verður gjørt. Fólk
eldast, og filmsframvísararnir eru langt síðan
gingnir fyri. Tískil brenna nógv fólk inni við gomlu
filmsrullunum, ið tey ikki ordiliga vita, hvat tey
skulu gera við.
Føroyskar Søgur hava verið eitt gott høvi hjá
fólki at fáa yvirspælt filmsrullurnar á eitt nýtt
format, ið tey kunnu hyggja eftir, og samstundist
hava tey eisini verið ómetaliga glað um at kunna
geva sítt íkast til verkætlanina og upplivað, at
eitt brúksvirði er í gomlu filmsrullunum, ið hava
ligið og savnað dust á loftinum ella úti undir
væðingini í nógv harrans ár.
Burtur úr tí rúgvusmikla tilfari er gjørt eitt
úrval av fangandi og sjálvstøðugum søgum, ið
hava upptikið fólk og havt týdning fyri, hvussu
vit liva í dag. Talan er ikki um almennu føroya
søguna, men um løtumyndir úr gerandisdegnum
hjá føroyingum seinastu 100 árini. Hetta hevur
kanska verið torførasta avbjóðingin, tí í valinum
av søgum og filmkutum liggur eisini eitt frával
av øðrum.
Í fleiri førum hava vit funnið gamlar filmar,
sum í sjálvum sær hava verið smáar søgur, og
tískil hevur tað meira verið ein spurningur um at
finna okkurt at siga til góðu myndirnar. Besta
dømi um hetta er Føroyafilmurin hjá Juliusi
Høgnesen. Í øðrum førum hevur avbjóðingin
verið at sita við nøkrum filmskutum og roynt at
fingið tey sett saman til eina søgu.
Søgujunkie
Tað hevur havt sínar avleiðingar fyri meg at fáa
loyvi til at kava niður í stóra føroyska filmsarvin.
Eg eri vorðin søgujunkie. Eg fái ikki ført eina sam
talu uttan at snara hana inn á søguligar hendingar
og gamlar filmar í rustaðum metaleskjum. Til
mína verju, skal sigast, at eg havi inntikið eina
ómetaliga stóra nøgd av hesum gomlu filmum
upp á stutta tíð, tí eg havi bókstaviliga ligið
undirgrivin í teimum frá morgni til myrkurs í
skjótt eitt ár. Tað hevur riðið um snarið til eina
yvirdosis fleiri ferðir.
Hóast eg eri vorðin filmsmisnýtari, so hevur
arbeið eisini verið ómetaliga gevandi. Tað hevur
verið ótrúliga stimbrandi at merkt tann stuðul, ið
bæði fólk, feløg og virkir hava sýnt verkætlanini.
Hundratals filmsrullur eru latnar inn, og allastaðni,
eg havi spurt meg fyri, hava fólk verið sinnað at
hjálpt á ein ella annan hátt.
Størsta gávan er tó tey sambond, ið eg havi
fingið við øll tey mongu fólkini, sum hava hjálpt
okkum við at gera Føroyskar Søgur til veruleika
– ikki minst teir føroysku filmsundangongumenn,
ið enn eru á lívi í dag, eitt nú Jákup Andreas Arge
og Dánjal Jákup Mortensen. Føroyskar Søgur eru
ognaðar hesum fólkum, ið gingu undan og av
sínum einslistum filmaðu og skjalfestu, langt
áðrenn nakar annar sá týdningini av hesum
arbeiði. Tað er teimum fyri at takka, at vit í dag
kunnu njóta Føroyskar Søgur.
Uni L. Hansen, samskipari
EIN PORTALUR TIL NÝGGJARI
FØROYSKA SØGU