mikudagur 29. oktober 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin 29. oktober 2008
FØROYSKAR SØGUR
PORTRETT: 77 ára gamli Jákup Andreas Arge
av Argjum er millum størstu privatu veitarar
av filmstilfar til Føroyskar Søgur. Saman
við Niels L. Arge, Dánjal Jákupi Mortensen
og danska læknanum Knud Goll má Jákup
Andreas Arge roknast sum ein av undan
gongumonnunum innan filmslist í Føroyum
– So pápi tín er av Nesi. Nes og Toftir hava ein
framúrskarandi sólargang – ein tann besta í
landinum, staðfestir Jákup Andreas Arge, meðan
hann fer á føtur og gongur yvir til køksgluggan í
húsinum á Heiðatúni á Argjum og hyggur inn á
Nes. Tað er eyðsæð, at her hevur Jákup Andreas
mangan staðið og eygleitt sólargangin og notið
framúrskarandi útsýnið.
Ljósið upptekur 77 ára gamla Jákup Andreas
Arge, ið er fyrrverandi ursmiður. Hann tosar nógv
um tað, tí tað hevur fylt nógv í hansara tilveru.
Tað ber til at siga, at Jákup Andreas hevur fylgt
ljósinum. Stóra ítrív hansara hevur verið at taka
myndir – deyðar eins væl og livandi. Seinastu 30
árini hava føroyingar dag og dagliga tilvitað ella
ótilvitað hugt at myndunum hjá Jákup Andreasi,
tí beint fyri ólavsøku góvu hann og konan,
Solveig, tað, ið skuldi vera 30. og síðsta útgávan
av víðagitna Føroya Myndaklendara við føroysk
um bygda og náttúrumyndum út. Kalendarin
hevur prýtt bróstið í køkinum í flest øllum før
oyskum heimum eitt ella annað tíðspunkt, síðan
hann fyrstu ferð varð útgivin í 1979. Tað er ikki
tann blettur av oyggjunum, ið Jákup Andreas
ikki hevur avmyndað, og hann viðgongur, at tað
er vorðið torført at finna nýggj myndevni.
Góða konu og gott ítriv
– Uppskriftin upp á eitt gott lív er at hava eina
góða konu og eitt gott ítrív, staðfestir Jákup
Andreas og hyggur brosandi yvir á konuna
Solveig, ið hevur verið hansara trúgvi fylgisveinur
gjøgnum lívið.
– Tað kann væl vera, at myndatøkan hevur
gingið undir at vera eitt ítriv, men hon tók rætti
liga nógva tíð frá tínum dagliga yrki sum ursmið
ur. Eg minnist, at pápi Jákup Andreas [Skilling,
blaðm.], plagdi at rista við høvdinum og siga, at
hetta gongur galið hetta her, svarar Solveig arg
andi, meðan hon hyggur blídliga upp á mannin.
Umframt sín stóra áhuga fyri myndatøku er
Jákup Andreas Arge eisini ein av undangongu
monnunum innan filmslist í Føroyum og millum
størstu privatu veitarar av filmum til verkætlanina
»Føroyskar Søgur«. Jákup Andreas gjørdi nógv
við at dokumentera bæði samtíðina og gamlar
siðvenjur í 50unum og 60unum við sínum 16
mm filmsupptøkutóli. Bæði einsamallur og sam
an við filmsvinmonnunum Dánjal Jákupi Morten
sen og danska læknanum Knud Goll hevur Jákup
Andreas gjørt heilar dokumentarfilmar um eitt
nú korn og torvskurð í Húsavík, ræning í Trøll
høvda og ein sera umfatandi film um gerandis
dagin í Føroyum síðst í 60unum, ið fekk heitið
»Føroyar í dag«. Hesin filmur varð vístur í SvF á
ólavsøku fyri nøkrum árum síðan.
Tað hevur ligið í mær
Tað var av tilvild, at Jákup Andreas, sum er fødd
ur í 1931, einans 11 ára gamal fekk áhuga fyri at
taka myndir.
– Undir krígnum búðu vit eitt skifti í Villums
gøtu. Hetta var í 1940 ella 1941. Beint hinumegin
vegin hildu eingilskmenninir til. Har var kantina
og nógvar barakkir – eg minnist ikki, hvussu
nógvar barakkirnar vóru, men tær vóru nógvar.
Ein kona búði í kjallaranum hjá okkum, og har
komu nógvir eingilskmenn inn á gólvið. Teir
høvdu brennivín við sær, so tað bleiv ein forferdi
ligur hurlivasi, greiðir Jákup Andreas frá, meðan
eitt skálkabros breiðir seg um andlitið.
Endin varð, at konan, ið leigaði í kjallaranum,
mátti flyta.
– Eg veit ikki, um hon bleiv uppsøgd, men hon
flutti í skundi við tí úrsliti, at tað lá ein rúgva av
tingum eftir. Tá alt skuldi ruddast, lá eitt sovorðið
myndatól millum tingini, og tað fekk eg. Síðan
fór eg oman í bókhandilin og spurdi, um tey
kundu seta mær ein film í tólið, og tað var gaman
í. Eg fór so út og tók myndir av øðrum børnum í
grannalagnum og so omanaftur í bókhandilin at
spyrja, um tey kundu framkalla filmin fyri meg.
Myndirnar blivu so óalmindiliga góðar, og tá
tendraði eg av álvara upp á hetta her við at taka
myndir, greiðir Jákup Andreas frá.
Hóast hann einans var ein piltur, skuldi tað
vísa seg, at hesin eldhugi fyri myndatøku fór at
loga fyri lívið. Sjálvt tann dag í dag fer Jákup
Andreas ikki út um dyrnar uttan eitt myndatól.
– Hann er altíð sannførdur um, at hann fer at
renna seg inn í eitt gott motiv. Um hann hevur
gloymt myndatólið eftir, so kemur hann aftur
eftir tí, sigur Solveig.
Skapanargleðin var drívmegin
Tað var eisini av tilvild, at Jákup Andreas síðst í
1950unum fór undir at taka upp film.
– Thomas Krog, ið var múrarmeistari í Havn,
átti ein upptakara, ið hekk á vegginum, og tá eg
kom inn á gólvið hjá honum, spurdi eg, hvat
hatta var fyri nakað. Jú, hatta var at taka 8 mm
film við. Eg spurdi, um eg ikki kundi læna hann.
Jú, tað var gaman í, tí tey gjørdu einki við tað. Eg
mundi hava tað tólið í fleiri ár, áðrenn eg frætti
um eitt størri 16 mm filmstól, ið eg so keypti
mær, greiðir Jákup Andreas frá.
Sum áður nevnt vant áhugin fyri filmi seg
skjótt til eitt umfatandi arbeiði við at gera heilar
filmar saman við filmsvinmanninum Dánjal Jákupi
Mortensen.
Hvør var drívmegin aftanfyri hetta umfatandi
filmsarbeiði?
– Eg dugi ikki ordiliga at siga tær, hvør drív
megin var – tað var bara nakað, sum lá í okkum,
sigur Jákup Andreas, ið alt fyri eitt verður stuðl
aður av konuni Solveig.
– Tað var tað at skapa, ið var drívmegin, haldi
eg. Teir ferðaðust eisini kring oyggjarnar og
vístu filmarnar fram í skúlum. So bleiv tað sligið
upp í bygdini, og alt, ið kundi ganga, møtti upp.
Fólk vóru veruliga bergtikin og glað fyri at síggja
tað, ið teir høvdu tikið upp av gerandislívinum í
Føroyum. Tað var jú sera óvanligt tá, útgreinar
Solveig.
Tá Jákup Andreas hevur hugsað eitt sindur
um spurningin, ásannar hann, at tað hevur verið
umráðandi fyri hann at dokumentera gamlar
føroyskar siðvenjur. Undir krígnum flutti hann
nevniliga saman við familjuni til Húsavíkar at
búgva, og tað hevði eitt varandi árin á unga
Jákup Andreas. Fleiri av hansara filmum eru
upptiknir í Húsavík og snúgva seg um bygdar
og bóndalívið.
– Meðan vit búðu í Húsavík, vóru fýra sornhús
í bygdini. Í 1959 var bara eitt eftir, og tað var
sera óvist, hvussu leingið fólk fóru at halda
fram við at velta korn. Tá ið onkur ringdi til mín
og segði, at nú vóru teir í holt við at skera akurin,
ið væl kundi verða tann síðsti í Húsavík, leyp eg
avstað við filmsapparatinum at filma hesa hend
ing, greiðir Jákup Andreas frá.
Bergtakandi dygd
Filmurin, ið kom burturúr, er at finna á Føroyskum
Søgum undir heitinum »Síðsti kornakurin«.
– Hevur tú verið niðri í kjallaranum og sæð
hobbyrúmið? spyr Jákup Andreas brádliga og
fer á føtur og vísir niðurundir til hobbyrúmið í
kjallaranum. Tað er eyðsæð, at Jákup Andreas
egnar seg illa at sita stillur í ov langa tíð í senn.
Ruddiliga og væl røkna hobbyrúmið er eins og
ein tíðarlummi. Enn standa gomlu klippiamboðini
frammi, allastaðni liggur væl frámerktur ráfilmur
og undir borðinum ein snotiligur filmsframvísari,
ið sær út sum fyrsta dagin. Hillarnar á tremur við
rullum oman á rullum við tí reinasta filmsgulli.
Dygdin á filmstilfarinum, ið Jákup Anderas Arge
og hansara amatørfilmsvinir framleiddu í
JÁKUP ANDREAS HEVUR
FYLGT LJÓSINUM
Filmsundangongumenninir Jákup Andreas Arge (hm.) og Dánjal Jákup Mortensen. Teir blivu heiðraðir til frumsýningina av Føroyskum
Søgum í Sjónleikarhúsinum 19. september
Mynd: Eyðna Joensen