Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. oktober 2008 5 FØROYSKAR SØGUR 50unum og 60unum, hevur veruliga bergtikið tey fólk, ið hava arbeitt við Føroyskum Søgum, tí hon stendur lítið og einki aftan fyri professio­ nellar filmar og filmsupptøkur frá saman tíðar­ skeiði. Jákup Andreas dugir í dag ikki at siga, hvaðan íblásturin til flotta filmsarbeiðið kom. – Hann kom bara flúgvandi, staðfestir hann brosandi. Givið er, at tað ikki vórðu vístir nógvir doku­ mentarfilmar í Føroyum um hetta mundið, og sjónvarpið var tá enn ein sera fjar framtíð. Sóu tit filmar í skúlanum ella nakað líknandi, ið tit hava kunnað brúkt sum íblástur? – Nei, eg gekk í skúla í Húsavík, staðfestir Jákup Andreas uttan at blunka. Eitt stórt arbeiði Tað var heldur ikki bara sum at siga tað at gera film í Føroyum í 50unum og 60unum. – Tá vit gjørdu upptøkurnar av torvarbeiði í Húsavík til filmin »Burtur av heiði«, máttu vit hava ein ljósmotor við okkum úr Havn til sterku lampurnar. Húsavík var nevniliga ein av síðstu bygdunum í Føroyum, ið fingu streym. Lampurnar kravdu nógv, og motororkan var so sum so, so streymstyrkin fór í botn, og ljósið varð í so reytt av somu orsøk, minnist Jákup Andreas. Tað var heldur ikki bara sum at siga tað at seta ein film í saman. Í dag verður alt gjørt inn á teldum, men í 60unum mátti framkallaði ráfilm­ urin klippast sundur og spleysast saman aftur. – Knud Goll var so óførur til at klippa, staðfestir Jákup Andreas, ið alla tíðina leggur dent á, at hansara filmsvinmenn ikki skulu verða gloymdir í hesinum práti. – Tað tók sína tíð at seta ein film saman. Ein noyddist at klippa alt sundur og heingja tað upp á ein snór, áðrenn farið var undir arbeiði at spleysa tað saman. Tað kundi gott hanga her frá og heilt haryvir til, sigur Jákup Andreas og vísir, hvussu langur snórurin við filmsstrimlum kundi vera – umleið fimm metrar. – Men tað var spennandi, leggur hann afturat við eldhugi í røddini. Fá dugdu at síggja virðið Fá vóru tó tey, ið ráddu fyri borgum, sum í 50­ og 60árunum dugdu at síggja dygdina og virðið í filmsarbeiðinum hjá Jákup Andreasi Arge, Dánjal Jákupi Mortensen og hinum undangongumonnum. Fíggjarligan stuðul fingu teir lítlan og ongan. Heldur hinvegin varð nærmast fótur lagdur fyri teir. Avgjaldið á ráfilmi var 100 prosent. – Tað var eitt stórt og tíðarkrevjandi arbeiði at gera ein film – at taka upp, klippa sundur og spleysa saman – og so kostaði tað nógvar pengar. Eg søkti ofta um fíggjarligan stuðul, men eg kann ikki minnast, at eg nakrantíð fekk nakran stuðul til filmsarbeiði. Onnur høvdu lættari við at fáa stuðul. Tey dugdu óivað betur at føra seg fram, haldi eg. – Jú, Dánjal Jákup og tú fingu einaferð 12.000 krónur til at gera filmin um Magnus Heinason, ið varð bygdur í Spania, rættar Solveig mannin. – Jú, tað passar, ásannar Jákup Andreas. Vit vóru við í Spania, tá skipið skuldi yvirtakast. Sterkt bakland neyðugt Eitt hevur verið fíggjarliga síðan av filmsarbeiði­ num, men arbeiðið var, sum áður nevnt, tíðskrevj­ andi, og tað hevur veruliga kravt eitt sterkt bak­ land, fyri at føroysku filmsungangongumennirnir hava kunnað framleitt teir filmar, sum vit í dag kunnu njóta á eitt nú Føroyskum Søgum. Solveig viðgongur eisini, at tað hevur kravt eitt sindur av toli, tí Jákup Andreas hevur brúkt ómetaliga nógva tíð til myndlistina. – Men Jákup Andreas er ein maður, ið ikki egnar seg at vera inni. Tað hevur gjørt, at eg havi ikki kent meg svikna, tí eg veit, at tað er ikki mær, hann hevur runnið undan í sínari endaleysu jagstran eftir góðum myndaevnum, staðfestir hon blídliga og hyggur upp á mannin. – Um eg hevði noytt Jákup Andreas at verið heima, so hevði tað ikki riggað, tí hann hevði mis­ trivist. Tað var nógv meira behagiligt, at hann slapp at gera, sum hann hevði hug, so var hann glaður. Men tað er eisini so nógv broytt, tí eg slapp undan at fara út at arbeiða, og mær dámar so væl at vera inni. Tað hevði neyvan gingið í dag, tí samfelagið er so nógv broytt, og bæði maður og kona noyðast at arbeiða fyri at fáa alt at ganga upp, ásannar Solveig. – Eg dugdi eisini væl at síggja, at tað var nak­ að í tí. So eg hevði tað altíð soleiðis, at hetta var nakað, ið hann veruliga brann fyri, og tískil skuldi eg ikki standa í vegin fyri hansara menning sum mynda­ og filmsmaður. Soleiðis haldi eg eisini, at Ingrid, konan hjá Dánjal Jákupi (Mortensen, blaðm.), hevði tað. Jákup Andreas Arge gavst við at filma, tá hann fór í holt við at gera Føroya Myndakalendara í 1979. Uni L. Hansen – Uppskriftin upp á eitt gott lív er at hava eina góða konu og eitt gott ítrív, staðfestir Jákup Andreas Arge, ið er ein av filmsundangongumonnunum í Føroyum. Saman við filmsvinmonnunum Dánjal Jákupi Mortensen og Knud Goll gjørdi hann nógv við at fest bæði samtíð og gamlar siðvenjur á 16 mm film í 50- og 60árunum Mynd: Jens Kristian Vang