Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. oktober 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 29. oktober 2008 35 lýsingar Gravmaskinførari M/S Bal Bulk, sum siglir í Europeiskum farti, søkir eftir royndum gravmaskinførara. Áhugað ringið á tlf. 21 62 17 / 45 60 12 88 02 miðlahúsið í Vágsbotni Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01 post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo 30. oktober klokkan 20 verður áhugaverdur fyrilestur í Miðlahúsinum í Havn. Tað er Jørgen Lorentzen, kynsgranskari úr Noregi, sum heldur fyrilesturin, ið hevur heitið Faðirskapurin í søguligum perspektivi og páparættindi í dag. Jørgen Lorentzen starvast sum granskari á Senter for tverrfaglig kjønnsforskning á universitetinum í Oslo. Hann hevur serligan áhuga í gransking innan maskulinitet, faðirskap, seksualitet og harðskap. Hann er leiðari av verkætlanini Menn og maskuliniteter, sum fevnir um gransking innan eitt nú faðirskap sum mentanarligt fyribrigdi í søguligum og nútímans týdningi. Jørgen Lorentzen hevur tikið lut í almenna kjakinum í Noregi um familju, javnstøðu, pápar og faðirskap. Hann er limur í norsku barnalógarnevndini, sum millum annað hevur til uppgávu at endurskoða lógarverkið, ið viðvíkir børnum. Hann hevur útgivið fleiri bøkur og greinar, m.a. bøkurnar Män i Norden. Manlighet och modernität 1840-1940 (2006) og Kjønnsforskning (2006). Fyrilesturin, sum er almennur og ókeypis, varir í umleið ein tíma. Tað er Javnstøðu- nevndin, sum skipar fyri fyrilestrinum. Almennur fyrilestur um páparættindi Jørgen Lorentzen