hósdagur 30. oktober 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 209 - 30. oktober 2008
Á nýggjari málningafram
sýning og fløguútgávu
staðfestir listamaðurin
Øssur Johannesen, at hóast
líðingin er ein lívstreyt,
hómast altíð glottar onku
staðni
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ovurstór einsamøll og afturlatin
andlit. Krunkasvørt bakgrund,
krunkasvartir skuggar. Og so
brádliga hesar blóðreyðu spreing
ingarnar, sum eins og skríggja út
úr málninginum.
Hóast myndirnar ikki eru nógv
ar í tali, fylla tær hvønn krók á
nýggju framsýningini hjá Øssuri
Johannesen í Listaglugganum.
Hvussu tú so roynir at snúgva
tær, lata píndu og ræðsluslignu
sálirnar teg ikki í frið eina løtu.
Og tað er listamaðurin fullgreið
ur yvir, tí sum hann sigur
– Reaktiónirnar á
mínar málningar eru ofta
rættiliga ekstremar. Summi
kenna seg álopnan av teimum,
meðan onnur mest sum søkka
saman í gráti.
Granskar sálina
Onkustaðni har á markinum
ímillum tað, tú illa vilt rúma og
tað djúpt kensluliga, ríða máln
ingarnir hjá Øssuri Johannesen á
síni ferð í menniskjaliga sálar
dýpinum.
– Tað eru eftirhondini nógv ár
síðani eg vinkaði farvæl til ytra
heimin og í staðin byrjaði at
granska sálina. Ytri heimurin er
bara við sum symbolir úr
náttúrini í tann mun, tey styrkja
eitt ávíst huglag. Eg máli ikki
tað, sum eg síggi, men tað sum
eg føli – og kanska onkur annar
kennur seg aftur í kenslunum,
sigur Øssur Johannesen.
Men meðan ytri heimurin
verður verandi uttanfyri, er hann
ongantíð longri burturi enn tey
menniskju, listin onkursvegna
rakar. Tí eru eisini altíð glottar at
hóma, tí menniskju kunnu steðga
á, hugsa seg um, broyta meining
og kanska eisini heimin, hug
leiðir Øssur Johannesen.
Ódnin og tónleikurin
Tí er tað heldur ikki heilt av til
vild, at listamaðurin í hesum døg
um gevur eina dupultfløgu út við
heitinum ”Indianaraandar kundu
bjarga jørðini”. Eisini í tónleiki
num á fløguni vigar Øssur
Johannesen millum tað medita
tiva og tað víðgongda við sterk
um íblásti úr indianskari mentan
og filosofi.
– Indianarar hava gjøgnum
øldir víst okkum, hvussu væl tað
ber til at liva við virðing fyri og í
harmoni við náttúruna. Allíkavæl
hava vit ikki dugað ella viljað
fata tað, og nú kemur tað okkum
aftur um brekku. Men eg trúgvi
framvegis uppá, at ’indianara
andar kundu bjargað jørðini’,
sum heitið á fløguni boðar frá,
sigur Øssur Johannesen.
Tónleikurin á fløguni er í
stóran mun improviseraður, og
hon er upptikin eftir bert tveim
um kvøldum.
– Júst tá upplivdi eg, at
tónleikurin støðugt streymaði
ígjøgnum meg, og tí tóku vit
fløguna upp mest sum í einum.
Harður stormur leikaði á hesi
bæði kvøldini, so eg lat vind
eyguni upp og lat ljóðið av
ódnarveðrinum blanda seg við
tónleikin, sigur Øssur Johanne
sen og leggur afturat.
– Kanska hetta er ein roynd at
vísa, at eins og indiánararnir,
kunnu vit eisini brúka náttúruna
til at skapa nýggjar harmoniir.
Um vit ikki megna tað á annan
hátt, kunnu vit altíð royna gjøg
num listina, sum er hjartaslátt
urin í tilveruni eins og náttúran
eisini er tað.
– Tað eru eftirhondini nøkur ár síðani, eg vinkaði farvæl til ytra heimin og í staðin byrjaði at granska sálina í míni list, sigur listamaðurin Øssur Johannesen
Mynd: Álvur Haraldsen
Listaframsýning:
Fimm stórir og 4 smærri oljumálningar eru við á
framsýningini hjá Øssuri Johannesen í Listaglugga
num á Niels Finsensgøtu 25 í Havn.
Framsýningin letur upp fríggjadagin klokkan 15 og er
opin fram til 10. november í upplatingartíðunum hjá
Listaglugganum.
Dupultfløga:
Nýggja dupultfløgan hjá Øssurin Johannesen hevur
heitið ”Indianaraandar kundu bjarga jørðini”.
Øssur Johannesen spælir øll ljóðførini sjálvur á
teimum átta instrumentalløgunum, sum eru við á
fløguni.
Rasmus Rasmussen hevur tikið upp og ljóðblandað.
FAKTA
Listin skapar
glottar í líðingini