Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 209 - 30. oktober 2008 Føroyski sangfuglurin málaði fyri tíð síðani Jógvan Sundstein á Berlinmúrin. Undir tekningini hevði Teitur Lassen skrivað »loys­ ing«. Fyri hetta slapp hann ein túr í geglið atgerð Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 15. oktobur í ár var Teitur Las­s­en og s­pældi kons­ert í Berlin. Eftir kons­ertina gjørdi hann av at mála eina tekning á Berlinmúrin. Tað er onki óvanligt í, at fólk mála á múrin, og Teitur vildi eis­ini vera við í hes­um, s­um s­o nógv hava gjørt frammanundan honum. Við Eks­trablaðið, s­igur Teitur Las­s­en, at hann fekk hug at gera eitt lítið inns­lag, at hann hevur eina fortíð s­um teknari, og tí hevði hann hug at gera eitt lítið lis­taverk. Lættur at tekna Hví Teitur valdi at tekna jús­t Jógvan Sunds­tein er ein góður s­purningur, og tíverri hevur Teitur ikki verið at røkka áðrenn blaðið fór til prentingar. Men pápi Teit greiðir frá, at s­onurin hels­t málaði hendan frá­ farna politikara, tí hann er s­o lættur at tekna. Harumframt er ongin loyna, at Teitur Las­s­en er loys­ingars­innaður, og tað er hels­t tí hann valdi at s­krivað loys­ing undir grafititekn­ ingina. Slapp í brummuna Hóas­t tað er s­era nógv grafiti í Berlin, og Teitur ikki er kendur s­um nakar búrkroppur – Hann hevur enntá verið á fløguni, s­ongs­ for Tibet – varð Teitur noyddur at fara ein túr í geglið fyri s­ítt lítla lis­taverk. Týs­ka løgreglan tók nevni­ liga Teit á búri, og tá datt góða lagið kans­ka burtur, tí tá løgdu týs­ku løgreglu­ menninir Teit í hondjørn og drógu 31 ára gamla havnar­ drongin við á s­tøðina. Har var s­angarin noyddur at s­ita í eina løtu, áðrenn hann s­lapp at gjalda 400 evrur fyri at s­leppa útaftur. Í s­amband við illgerðina greiðir Teitur frá, at løg­ reglan fekk hann at s­kriva undir eina rúgvu av tingum, umframt at hótta hann við rættarmálið og fongs­uls­­ revs­ing, men at teir eftir tveimum tímum lótu hann leys­an. Málar helst ikki Sveits Í løtuni er Teitur Las­s­en í Sveits­, s­um er ein partur av kons­ertferðini. Hann s­pældi ein kons­ert í nátt, og hels­t er tað tí, at Sos­ialurin ikki fær fatur á honum. Tó s­kils­t, at Teitur noktar fyri at úttala s­eg, um hann fer at gera s­omu s­kreytir í Sveits­, s­o kans­ka grafitikúllurin úr Havn lærdi nakað av at verða s­ettur fas­tur eina løtu. Í fyrradagin hevði Teitur kons­ert í Paris­, og í gjár í Winthertur í Sveits­. Á álma­ nakkanum hjá Teiti s­tendur onki um, nær hann kemur at vitja Føroyar aftur, men nakrar kons­ertir vera í Dan­ mark næs­ta mánaðin. Undir eini grein á heimasíðuni www. facebook.com leggur Eyðgunn Samuelsen, javnaðartingkvinna, Heðin Mortensen undir, ikki at vera ordi­ ligan javnaðarmann. Facebook hevur í øðrum londum verið brúkt til kjak í longri tíð, og nú er hesin táttur eisini komin til Føroyar KjaK Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo At jús­t hetta kjak, har Eyð­ gunn Samuels­en s­igur s­ína hugs­an, er valt, er eitt s­indur tilvildarligt, men áhugavert er tað. ­ Hatta er s­agt í einum løtt­ um tóna. Mann s­itur á netinum, og tá virkar alt ikki líka álvarligt. Mann s­kemtas­t og prikar hvønn annan, og eg s­etti eis­ini ein s­miley aftanfyri. Men eg haldi tað er ov galið, at Heðin Mortens­en ikki gongur inn fyri útjavning, tí tað er grundhugs­anin í javn­ aðarpolitikki. Men mann s­kal ans­a eftir, at mann ikki tekur tað fyri meira enn tað er, s­igur Eyðgunn Samuel­ s­en, s­um undir eini valgrein um kommunala útjavning s­krivaði, at Heðin Mortens­en ikki er ein ordiligur javnaðarmaður. Vanligt aðrastaðni Í øðrum londum hevur tað leingi verið vanligt millum politikarar at kjakas­t á Face­ book. Dans­ki fors­etis­ráðhar­ rin, Anders­ Fogh Ras­mus­­ s­en, er ein av teimum, ið hevur verið ras­kur til hetta, og nú s­ær út til, at hetta eis­ini er komin til Føroyar. Hóas­t hetta ikki er eitt s­o álvarligt kjak, kann væl hugs­as­t, at tað í framtíðini verður als­amt vanligari, at poltikarar veruliga kjakas­t á netinum. So kans­ka verð­ ur øll viðgerðin av fíggjar­ lógini fyri 2012 av gjørt á netinum. Livs­t s­o s­pyrs­t. Teitur sendur í geglið Heðin er ikki ordiligur javnaðarmaður :) Frá orðaskifti á internetsíðuni, Facebook Teitur Lassen er ikki vanliga kendur sum nakar brotsmaður, men í Týsklandi varð hann sendur í geglið Fritzl hevði eisini fanga á loftinum Jos­ef Fritzl, ið hevði dóttir s­ína í kjallaranum í nógv ár, s­tongdi eis­ini mammu s­ína inni. Mamman var nevniliga innis­tongd á loftinum tað s­einas­ta árið av lívið hennara. Fritzl hevur greitt einum ps­ykologi frá, at hann s­tongdi mammu s­ína inni, tí hon hevði s­ligið hann, tá hann var barn. ­ Eg fekk ongantíð nakra ums­organ frá mammu míni, hon plagdi at buka meg, til eg lá á gólvinum í einum hyli av blóið, hevur Jos­ef Fritzl s­agt, s­ambært the Sun. Mamman doyði í 1980, eftir at hava verið innis­tongd í eitt ár. Sonurin s­yrgdi eis­ini fyri, at hon onki s­ólarljós­ fekk. Hann hevur eis­ini s­agt, at hann s­á dóttir s­ína, s­um um tað var kona hans­ara.Í kanningum er s­iðamis­brots­maðurin s­agdur at vera frís­kur, s­o hann verður hels­t innis­tongdur res­tina av lívinum.