fríggjadagur 31. oktober 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 31. oktober 2008
23
tíðindi
seta seg her. Hvussu hetta
hevur eydnast, vísa hagtøl
ini og hetta sæst eisini við
berum eygum.
Sambært Hagstovuni hev
ur fólkatalið í Hvannasundi
ligið millum 260 og 270 tey
seinnu árini.
Við seinastu uppteljing,
sum varð gjørd fyri august
mánað í ár, búðu 261 fólk í
Hvannasundi og beint oman
fyri 440 fólk í Hvannasunds
kommunu, ið haraftrat fevn
ir um bygdirnar Norðdepil,
Múla, Depil og Norðtoftir.
Við berum eygum ber
eisini til at staðfesta, at her
fer at koma enn meiri lív í
bygdina: Umframt hesi hús
ini, standa eini onnur í gerð
beint eystanfyri og eini fara
skjótt í gerð hinumegin
sundið, í Norðdepli.
Hetta hendir hóast onkur
hevur tosað um, at bygdin
neyvan fór at vaksa so
leingi sum einki verður
gjørt fyri at betra um sam
ferðsluviðurskiftini
gjøg
num tunlarnar á Borð
oynni.
Líkt er til, at fólkið norð
an fyri kortini hevur eina
vón um eina bjarta fram
tíð!
Bíða eftir veðri
Teir byrjaðu at smíða hesi
húsini uttarlaga í Hvanna
sundi mitt í summar, og nú
er arbeiðið komið so mikið
væl áleiðis, at húsini eru
innlokað og vindeygu og
hurðar sett í.
Hetta gevur teimum eisini
tann fyrimunin, at ber ikki
til at arbeiða uttandura fyri
veður, er altíð okkurt sum
teir kunnu gera innan
veggja.
Júst hetta sama gjørdu
teir mikudagin í hesi vikuni.
Tað var gott veður í Klaks
vík og aðrastaðni í landi
num, men her í Hvannasundi
var ikki veður til uttandura
arbeiði henda fyrrapartin.
Vit vóru annars byrjaðir
at tekja, men veðrið bleiv
so keðiligt, at vit máttu
gevast við tí. Eg meti, at tað
er umleið helvtin eftir at
tekja, sigur Ditlev.
Ja, svarar Ludvík til. –
Fáa vit einar 23 góðar
dagar aftrat, so skuldi tað
arbeiðið verið fingið frá
hondini!
Annars hava teir klætt ein
part av húsunum. Men tá
Sosialurin vitjaði í Hvanna
sundi, stóð tann niðara síð
an enn uttan klædning.
– Vit hava skorið alt til
farið til, og tað er klárt at
seta upp. So tað skuldi ikki
tikið so langa tíð, bara vit
sleppa í sving!
Nokk at gera
Henda mikudagin, tá vit
vitjaðu í Hvannasundi vóru
teir í ferð við at skildra
rúmini av bæði í ovaru og
niðaru hæddini.
Veðrið bjóðaði jú ikki
beinleiðis
til
uttandura
arbeiði, og tí vóru teir báðir
bara í ferð við skildra rúm
ini av í ovaru hæddini.
Hetta eru eini stór og væl
útgjørd hús í tveimum hædd
um, hvør uppá 130 fer
metrar.
Tá hetta arbeiðið er lið
ugt, skulu næstu handverk
ararnir framat – eletrikarar
nir, áðrenn timburmenninir
leggja seinastu hondina á
veggirnar við bjálvingini.
So tú sært, tað er altíð
nokk fyri hendurnar, sum
Ditlev tekur til.
Onnur hús
Júst hetta við arbeiði til
allar handverkarahendur, er
eisini ein spurningur, sum
mong seta sær í dag.
Í einum so avmarkaðum
øki sum Norðoyggjum, og
har teir fyri tað mesta hava
arbeitt í bygdunum norðan
fyri tunlarnar – tað er:
Hvannasund, Norðdepli og
á Viðareiði – skuldi ein
trúð, at talið av arbeiðsupp
gávum var avmarkað.
Líkt er til, at menninir hjá
Krisfinni hava so gott orð á
sær, at teimum ikki fer at
tróta arbeiði í bræði:
– Vit skulu í holt við eini
onnur hús í Norðdepli nak
að skjótt, sigur Ditlev.
Hann væntar, at tá teir
eru komnir nakað meiri
áleiðis við hesum húsunum
í Hvannasundi, fara teir at
»leggja út«, sum tað eitur á
fakmáli, fyri tí næsta húsi
num í bygdini hinumegin
sundið.
– Eg kann ikki siga akku
rát nær tað verður. Men vit
vænta at tað verður fyrsta
dagin!
rnar
Sparing við nýggjari hitaskipan
Í dag verður so nógv tosað um orkusparing og alternativa orku. Og eigarin av
hesum húsunum í Hvannasundi hevur eisini valt at ganga á odda á hesum
økinum.
Hann hevur nevniliga útvegað sær eina serstaka hitaskipan við eini luft-til-
vatn-skipan og við einum heitvatnstanga uppá 300 litrar.
Henda skipanin, ið kemur frá bygging.fo í Sandavági virkar á mangar mátar
sum ein hitapumpa, og gevur eins nógvan hita frá sær, sum tær meiri kendu hita-
pumpurnar.
Eitt sum serkennir hesa skipanina er at stýriskipanina er inni í einum heitum
og tryggum kjallara ella vaskirúmi. Við tí stóra heitvatnstanganum ber til at
brúsa sær í útivið tveimum tímum – hvør so enn skuldi havt hug til tað! –uttan
at vatnið verður kalt.
Bæði Ludvík og Ditlev hava sjálvur heilt ella partvíst fingið sær hvør sína
hitaskipan av hesum slagi, og teir lata báðir sera væl at.
- Hetta sparir sera nógva orku, siga teir báðir við ein munn.
Nýggja luft-til-vatn-skipanin sparir nógvan pening.
– Eg havi sjálvur eina, sigur Ludvík Lydersen
Hevði veðrið verið teimum til vildar, vóru húsini helst tekjað longu nú. – Men vit mugu bíða eftir einum góðum degi, siga teir
báðir ídnu handverkararnir í Hvannasundi
Grímur Kamban
landar á Sandi
Í morgun kom Grímur Kamban til Sands at
landa. Trolarin landar eini 80.000 pund til P/F
Sandoy Seafood, skrivar bkv.fo. Fiskurin verður
síðani koyrdur av Sandi til Skopunar, har hann
verður arbeiddur á virkinum í Skopun. Sum
skilst er støðugt arbeiði á virkinum hjá Sandoy
Seafood.
Møtir í eina heila viku
í Klaksvík
Sunnudagin byrjar árliga missiónsvikan í KFUM&K í
Klaksvík. Tað sum ger hesa vikuna serstaka er valið av
evnum, sum tann einstaki talarin hevur fingið tillutað: Talan
er nevniliga um tey sjey seinastu orðini, sum Jesus segði á
krossinum. Umframt góðar talarar fara eisini fleiri ymiskar
sangkreftir at seta sín dám á møtini. Frá hósdegi verða
barnamøti, har evni úr páskahátíðini verða lýst á ymiskan
hátt.