Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 210 - 31. oktober 2008 HORNORKESTUR Heri Simonsen heri@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Í samband við, at Hornor­ kestur Frelsunarhersins í Havn fylti 75 ár, var eitt stórfingið tónleikatiltak í hølunum hjá Frelsunarheri­ num í Havn. Á skránni vóru bæði gom­ ul og væl kend løg, sum Hornorkestur Frelsunarher­ sins hevur spælt gjøgnum árini. Men nýggjari løg vóru eisini framførd. Áhugaverdar gamlar mynd­ ir og søgubrot frá hesum farnu 75 árunum vóru eisini vístar á stórskíggja. Talan gjørdist um eina minniliga løtu í salinum hjá Frelsunar­ herinum, sum var stúgvandi fullur við fólki. Heitið á tiltakinum var ”Musikfest”, sum er eitt heitið, sum stavar frá tí tætta samstarvinum Frelsun­ arherurin í Føroyum hevur havt við Frelsunnarherin í Noregi hesi mongu árini. »Musikkfest« í Frelsunnarherinum