Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. oktober 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 210 - 31. oktober 2008 Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Meginskrivstovan Fíggjarfulltrúi/controllari Eitt starv sum fíggjarfulltrúi/controllari í Nærverkinum verður hervið lýst leyst til setan skjótast tilber. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv í fakligum umhvørvi, har møguleiki er fyri at vera við til at menna fíggjarøkið í Nærverkinum. Nærverkið er skipað við Meginskrivstovu og 4 tænastudeildum. Virksemið er skipað um alt landið. Tað starvast uml. 1400 fólk í Nærverkinum. Í løtuni rekur Nærverkið virksemi fyri uml. 500 mió. kr. árliga. Nærverkið er í støðugum vøkstri og stórar uppgávur liggja fyri framman innan øll okkara virkisøkir. Nærverkið leggur dent á at hava eina miðvísa og javna tænastu innan teir karmar, politiska skipanin ásetur. Fíggjarstýring, játtanareftirlit og áhaldandi leiðslukunning hevur í hesum sambandi ein avgerðandi leiklut. Vit hugsa okkum ein persón, ið dámar væl at arbeiða við tølum og dugir at samantvinna fíggjarliga tilfeingið við virksemið, ið fer fram í Nærverkinum. Hevur evni at skapa og framleiða vitan, ið kann nýtast sum grundarlag undir allari støðutakan og leiðslukunning. Hevur hegni til at skapa framtíðarloysnir og at seta hesar í verk, er sjálvstøðugur, hjálpsamur og hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir. Vit leggja eisini dent á, at tú: • Hevur viðkomandi útbúgving, helst frá hægri lærustovni • Hevur royndir innan fíggjarstýring • Ert kønur í telduskipanum og dátugrunnum • Hevur kunnleika til almenna fyrisiting • Hevur málsligt hegni og dugir væl at orða teg skrivliga • Ert álítandi og nærlagdur. Starvið er skipað við tilvísing til leiðsluna fyri Búskapardeildina, ið er skipað sum tvørgangandi stápur á Megiskrivstovuni. Løn- og setanarviðurskifti Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Nærverkið og tænastustaðurin í løtuni er Meginskriv- stovan. Meiri fæst at vita við at venda sær til Mary J. í Garði, stjóra, á tlf. 360000. Umsókn Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Nærverkið Meginskrivstovan Argjavegur 26 Postsmoga 3037 FO-110 Tórshavn Stílað: Mary J. í Garði, stjóri Umsóknarfreist: 24. november 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Motivið er Mykines bygd 1966 av Ingálvi av Reyni. Stødd: 104 cm (h) x 130 cm (b) Áhugaði kunnu venda sær til Mimi Steintórsdóttir, fulltrúa ms@lawfirm.fo ella Tórunn Djurhuus Lassen, Skrivara tdl@lawfirm.fo ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4 YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 311260 · FAX 311261 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS EMAIL: LAWFIRM@LAWFIRM.FO HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO TORMÓÐUR DJURHUUS · JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR Málningur til sølu Á hvørjum liði eru 5 leikarar. Í deildinum Gentur 14 - 17 og Dreingir er bert loyvt at hava 4 leikarar inni í senn. Ein skiftisleikari kann verða á hvørjum liði. Liðini skulu hava fótbóltsnøvn. Barsilsavloysari Føroyamálsdeildin søkir barsilsavloysara fyri granskingarhjálpara skjótast til ber. sí www.setur.fo FØROYAMÁLSDEILDIN V. U. Hammershaimbs gøta 16 100 Tórshavn tlf. 35 25 20 Postboks 76 FO-110 Tórshavn post@sosialurin.fo Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin! i