fríggjadagur 31. oktober 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 31. oktober 2008
43
lýsingar
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna
Málsviðgeri/skrivari
Á sosialu deild í Tórshavnar kommunu er eitt fulltíðarstarv sum málsviðgeri/skrivari
leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Kommunan bjóðar
áhugavert starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi fakligum umhvørvi.
Setanarviðurskifti
Til rætta fakliga førleikan er starvið normerað í 3. lønarflokki sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir, skal verða hjá
Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
14. november 2008.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Eyðun Jensen, deildarleiðara, ella Ingibjørg Berg,
trivnaðarstjóra, telefon 30 20 10.
Les meira um starvið á torshavn.fo
Pedagogar til Dagstovnin í Løkjatúni
Søkt verður eftir tveimum pedagogum til barnagarðin at arbeiða 30-35 tímar
um vikuna at byrja 1. desember 2008 ella eftir nærri avtalu.
Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Dagstovninum
í Løkjatúni, Løkjatún 5, 160 Argir, í seinasta lagi mánadagin 10. november 2008.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Eyð Skúvadal, stovnsleiðara, telefon 30 23 90
ella 21 42 27.