fríggjadagur 31. oktober 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 210 - 31. oktober 2008
lýsingar
Almenn móttøka
Í sambandi við at Kafé Blákrossstovan
verður 10 ár, verður skipað fyri
almennari móttøku í Kongagøtu 8
Týsdagin 4. novembur
frá kl. 15.00 til 18.00
Kafé Blákrossstovan
Til limafeløgini hjá FA
Áður fráboðaði kjakfundurin verður
leygardagin 15. november 2008, í
hølinum hjá P/F Seglloftið, Havnarlagið
36, 800 Tvøroyri, fundurin byrjar kl. 10.00.
Føroya Arbeiðarafelag
Nú er møguleiki at søkja
inn á útbúgvingingarnar
til heilsuhjálpara ella
heilsurøktara, ið byrja í 2009
Vit uppliva ofta, at næmingar, ið byrja á heilsu-
útbúgvingunum siga: “Tað, ið vit læra, er nakað
heilt annnað enn vit høvdu ímyndað okkum –
útbúgvingin er í veruleikanum meira spennandi
enn vit hildu...”
Hvat er tað, ið er so spennandi við heilsuút-
búgvingunum? Vit, sum starvast á skúlanum, halda
grundgevingina vera, at......
á Heilsuskúlanum brynja vit teg menniskjansliga
og heilsufakliga til at taka tær av øðrum
menniskjum, ið hava eitthvørt brek, sjúku ella
ellisbrek
Tú lærir at umhugsa:
• samskifti við onnur menniskju
• lívsvirðir, lívsformar og mentan
• at virða sjálvsavgerðarrætt menniskjans
• hvussu samleiki hjá menniskjum skapast og
mennist
• at brúka lívssøgu hins einstaka í røktini
• egnar hugburðir og persónligu menning
• týdningin av eygleiðingum í dagligdegnum
• týdningin av alheimsgerðini
Heilsuhjálparin hevur lærugreinirnar: Heilsulæru,
handaligt fak og virksemi, náms- og sálarfrøði og
samfelagslæru.
Heilsurøktarin hevur lærugreinirnar: Heilsulæru
og sjúkrarøkt, medisinska læru, mentan og virk-
semi, náms- og sálarfrøði og samfelagslæru
Báðar útbúgvingarnar hava harumframt almennu
lærugreinirnar føroyskt, danskt, enskt og náttúru-
læru, ið stuðla undir hinar lærugreinirnar í
útbúgvingunum og somuleiðis tryggjar hetta tær
atgongd til víðari lesnað.
Heilsuhjálparaútbúgvingin byrjar í viku 3, í januar
2009: Longdin er 15 mánaðar og krøvini eru 9.
flokkur og 1 ára arbeiðsroyndir ella 10. flokkur.
Gevur førleikar at arbeiða innan Nærverkið, t.d.
heimatænastuna, sambýlir og ellisheim.
Heilsurøktaraútbúgvingin, ið er yvirbygningur til
heilsuhjálpara, byrjar í viku 13, í mars 2009:
Longdin er 22 mánaðar og upptøkukrøvini eru
heilsuhjálparaútbúgving ella onnur skúlagongd,
mgl. saman við arbeiðsroyndum, ið tilsamans
svara til longdina á heilsuhjálparaútbúgvingini.
Gevur førleikar at arbeiða innan Nærverkið,
sjúkrahúsverkið og serøkir, so sum t.d. psykiatri.
Freistin at søkja er 15. novembur 2008. Umsóknir
kunnu fáast við at venda sær til Heilsuskúla
Føroya, Kongabrekkan 14, 800 Tvøroyri, tlf.
363850 ella á teldupost heilsuskulin@skulin.fo
Fleiri upplýsingar kunnu fáast á www.heilsuskulin.
fo, sum næmingar okkara hava gjørt saman við
skúlanum.
Heilsuskúlin flytur væntandi í nýggj hølir um
ársskiftið 2008/09.
HEILSUSKÚlI FØROYA
Kongabrekkan 14 · FO-800 Tvøroyri · Faroe Islands
Tel 363850 · Fax 372950
www.heilsuskulin.fo · heilsuskulin@skulin.fo
Skrivstovustarv á Sjúkrarøktar-
frøðiskúla Føroya
Søkt verður eftir skrivstovufólki at byrja
1. januar 2009 ella skjótast gjørligt.
Fyrsta august í ár løgdu Fróðskaparsetrið,
Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin saman
í ein stovn, Fróðskaparsetur Føroya.
Spennandi avbjóðingar liggja í menningini av
nýggja stovninum. Sum skrivstovufólk her fært
tú ávirkan á menningina á fyrisitingingina á Sj
úkrararøktarfrøðiskúlanum, gott samstarv við
starvsfólk bæði her á skúlanum og stovninum,
eins og tætt samstarv úteftir við ma. uttanhýsis
lærarar og Heilsuverkið.
Journalskipanir, sum verða nýttar á Fróðskap-
arsetri Føroya eru Próvbókin og Info-organizer.
Fíggjarskipanin er Oracle. Teldupostaskipanin
er Groupwise. Góð upplæring er í samband
við starvssetanina.
Starvið fatar um:
• vanligt skrivstovuhald, eitt nú bókhald,
journal, postavgreiðslu o.a.
• at hava próvbókina um hendi
• dagføring av heimasíðuni
Førleikar
Vit vænta at tú hevur:
• skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi
útbúgving
• góðan málsligan kunnleika, serliga í
føroyskum
• góðan telduførleika
• áhuga í útbúgvingarviðurskiftum
• góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
• evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin
• evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður
Setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er lønt eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvs-
mannafelagið, 3. flokkur.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum, ævisøgu (CV)
og møguligum viðmælum skulu vera Fróð-
skaparsetrinum í hendi í seinasta lagi mána-
dagin 17. november 2008.
Umsóknir skulu sendast til:
Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya
Jónas Broncksgøta 25
FO-100 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til rektaran Súsonnu Mortensen, á tel. 352250
ella á teldupostbúðstaði:
susanna.m.mortensen@skulin.fo
SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA
Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250
fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo
Føroya Stórlosja
Stórlosjufundur verður
sunnudagin 2. nov. Kl. 16.00
í Losjuni við Tinghúsvegin 18 í Tórshavn.
Skrá:
1.Eftir lógum felagsins.
2. Møgulig lógarbroyting.
3.Ymiskt.
Allir limir kunnu møta.
Stórlosjuráði
-har
tað hendir