Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 3. november 2008 5 Vit hava tørv á einum persóni til søludeild okkara. Tú skalt taka tær av planlegging av sølu til keyparar okkara í útlondum. Uppgávan kann býtast upp í: Planlegging: • har samskift verður við kryvjivirkið, um hvussu laksurin skal pakkast. • at halda skil á, hvussu nógv skal seljast ímun til framleiðslu. Logistik: • Samskiftast skal við flutningsfeløg og kundar um, hvussu fiskurin skal flytast úr Føroyum fram til kundan. Pappírir: • Tá ordrar eru pakkaðir, skulu fakturar gerast til kundan. Verður laksurin seldur uttanfyri ES, skulu eisini onnur flutningspappírir útfyllast. Søla • Tú skalt hjálpa til at samskifta við keyparar, selja, áseta prísir og optimera flutningsko- stnað. Halda skil á saldo og tryggingum hjá kundanum. Samskift verður við telduposti, Skype og telefon. Førleikar • Teldukunnleika til Office forritini. Enskt er eitt krav, tí samskift verður við kundar á enskum máli. Tú skalt vera skjót/ur til tøl, megna at taka skjótar avgerðir og arbeiða sjálvstøðug/ur. Útbúgving: Miðnám. Umstøður • Arbeiðsplássið verður á Bryggjubakka í Havn. Fartelda og fartelefon eru amboðini, tú skalt brúka. Vit sóknast eftir einum persóni, sum kann arbeiða skeivar tíðir. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv í einari altjóða fyritøku, har tú fært møguleika til at arbeiða í fleiri mentanum í senn. Umsóknir skulu sendast inn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 10. november. Viðkomandi skal byrja beinanvegin. Løn sambært avtalu. Um- sóknir skulu sendast til Hans Jákup Mikkelsen, søluleiðara á telduposti: hjm@marineharvest.fo. Um tú hevur tørv á at vita meira um starvið, so ring til mín á 791001. Starvsfólk til planlegging og logistik á Marine Harvest Faroes www.marineharvest.com Marine Harvest er størsta alifelag í heiminum, og verður triði hvør aldur laksur framleiddur í einum Marine Harvest felag. Í Føroyum rekur Marine Harvest 4 alibrúk og eina smoltstøð, og framleiða vit 6.000 tons av laksi um árið.