mánadagur 3. november 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 3. november 2008
38
Læknavikarar á Strondum
20. okt. - 8. nov.: Erik Andersen
10. – 16. nov.: Anneke Højrup
17. – 22. nov.: Poul Erik Heldgaard
7. - 14. dec.: Anneke Højrup
Læknin er á Strondum
týsdag og fríggjadag.
Tlf. 47 27 50
Telefonviðtala hvønn yrkadag
Kl. 8.00 – 9.00 á tlf. 44 14 90
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
Atkvøðugreiðsla til
kommunuvalið og
skúlastýrisvalið í
Sunda Kommunu
Val til kommunstýrið verður hildið týsdagin
11. novembur 2008. Atkvøtt verður millum kl.
9.00 og 20.00 og hildið verður fram, so leingi
veljarar møta uttan steðg.
Samstundis verður val til skúlastýrini í kom-
mununi, her í millum Felagsskúlan á Oyrar-
bakka, har foreldur, ið hava valrætt, kunnu at-
kvøða.
Valt verður á hesum støðum:
• Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum
við Gjógv
• Veljarar búsitandi við Norðskála, á
Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni á
Oyrarbakka
• Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í
skúlanum í Tjørnuvík
• Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á
Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík
• Veljarar búsitandi í Streymnesi og í Hvalvík
velja í skúlanum í Hvalvík
• Veljarar búsitandi í Hósvík velja í skúlanum
í Hósvík
Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til
at velja við brævatkvøðu, kunnu atkvøða á
kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð
mánadag til fríggjadag millum kl. 8.00 og
16.00, tó mikudag millum kl. 10.00 og 16.00,
til og við mánadagin 10. novembur 2008.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á
valstaðið, og sum ynskja at greiða brævatkvøðu
heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá
á tlf. 737271 í seinasta lagi 10. novembur 2008
kl. 16.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommununi
við postinum. Um onkur, sum heldur seg
hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður
viðkomandi biðin um at seta seg í samband
við kommunuskrivstovuna sum skjótast.
Minnist vinarligast til at hava valkortið við á val.
Oyrarbakki tann 30. oktober 2008
Sunda kommuna
Postboks 10
Oyrarbakkavegur 3
400 Oyrarbakki
Nú er møguleiki at søkja
inn á útbúgvingingarnar
til heilsuhjálpara ella
heilsurøktara, ið byrja í 2009
Vit uppliva ofta, at næmingar, ið byrja á heilsu-
útbúgvingunum siga: “Tað, ið vit læra, er nakað
heilt annnað enn vit høvdu ímyndað okkum –
útbúgvingin er í veruleikanum meira spennandi
enn vit hildu...”
Hvat er tað, ið er so spennandi við heilsuút-
búgvingunum? Vit, sum starvast á skúlanum, halda
grundgevingina vera, at......
á Heilsuskúlanum brynja vit teg menniskjansliga
og heilsufakliga til at taka tær av øðrum
menniskjum, ið hava eitthvørt brek, sjúku ella
ellisbrek
Tú lærir at umhugsa:
• samskifti við onnur menniskju
• lívsvirðir, lívsformar og mentan
• at virða sjálvsavgerðarrætt menniskjans
• hvussu samleiki hjá menniskjum skapast og
mennist
• at brúka lívssøgu hins einstaka í røktini
• egnar hugburðir og persónligu menning
• týdningin av eygleiðingum í dagligdegnum
• týdningin av alheimsgerðini
Heilsuhjálparin hevur lærugreinirnar: Heilsulæru,
handaligt fak og virksemi, náms- og sálarfrøði og
samfelagslæru.
Heilsurøktarin hevur lærugreinirnar: Heilsulæru
og sjúkrarøkt, medisinska læru, mentan og virk-
semi, náms- og sálarfrøði og samfelagslæru
Báðar útbúgvingarnar hava harumframt almennu
lærugreinirnar føroyskt, danskt, enskt og náttúru-
læru, ið stuðla undir hinar lærugreinirnar í
útbúgvingunum og somuleiðis tryggjar hetta tær
atgongd til víðari lesnað.
Heilsuhjálparaútbúgvingin byrjar í viku 3, í januar
2009: Longdin er 15 mánaðar og krøvini eru 9.
flokkur og 1 ára arbeiðsroyndir ella 10. flokkur.
Gevur førleikar at arbeiða innan Nærverkið, t.d.
heimatænastuna, sambýlir og ellisheim.
Heilsurøktaraútbúgvingin, ið er yvirbygningur til
heilsuhjálpara, byrjar í viku 13, í mars 2009:
Longdin er 22 mánaðar og upptøkukrøvini eru
heilsuhjálparaútbúgving ella onnur skúlagongd,
mgl. saman við arbeiðsroyndum, ið tilsamans
svara til longdina á heilsuhjálparaútbúgvingini.
Gevur førleikar at arbeiða innan Nærverkið,
sjúkrahúsverkið og serøkir, so sum t.d. psykiatri.
Freistin at søkja er 15. novembur 2008. Umsóknir
kunnu fáast við at venda sær til Heilsuskúla
Føroya, Kongabrekkan 14, 800 Tvøroyri, tlf.
363850 ella á teldupost heilsuskulin@skulin.fo
Fleiri upplýsingar kunnu fáast á www.heilsuskulin.
fo, sum næmingar okkara hava gjørt saman við
skúlanum.
Heilsuskúlin flytur væntandi í nýggj hølir um
ársskiftið 2008/09.
HEILSUSKÚlI FØROYA
Kongabrekkan 14 · FO-800 Tvøroyri · Faroe Islands
Tel 363850 · Fax 372950
www.heilsuskulin.fo · heilsuskulin@skulin.fo
www.sosialurin.fo
lýsingar