týsdagur 4. november 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
vinnan
Nr. 212 - 4. november 2008
- Umstøðurnar hava
verið trongligar,
men nú verða tær
munandi betri.
Nýggju umstøðurnar
koma eisini at gera,
at vit fara at røkka
longur út um í oynni
– og út um landið,
um fyrispurningar
koma, sigur Berg
Rasmussen, timbur-
meistari í Sørvági,
sum byggir høll
á nýggja ídnaðar-
økinum nærindis
Vága Floghavn
handverk
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Annað av virkjunum, sum
nú verða bygd á nýggja
ídnaðarøkinum hjá Sørvágs
kommunu, eigur timbur
meistarin, Berg Rasmussen
í Sørvági.
Á veg oman til Sørvágs
liggur ídnaðarøkið høgru
megin omankoyringina til
Vága Floghavn.
Drúgvar royndir
Berg Rasmussen arbeiðir
nú
sum
sjálvstøðugur
timburmeistari á sjeynda
ári. Áðrenn hann fór undir
hetta virksemið, var hann í
eini 11 ár arbeiðsformaður
á Snikkaravirkinum á Vatns
oyrum, sum Elmar Poulsen
tá átti.
Í løtuni hevur Berg fimm
mans aftrat sær, men um
summarið, tá hásesong er,
eru teir ofta einir sjey ella
átta mans.
Í løtuni havi eg ein
lærling, og fyri hálvum ári
síðan var ein lærlingur
útlærdur hjá okkum, sigur
Berg Rasmussen.
Betri umstøður
Timburmeistarin hevur sein
astu árini arbeitt í kjallar
anum hjá sær sjálvum í Sør
vági, men hetta verður
skjótt søga, nú bygningurin
á nýggja ídnaðarøkinum so
gott sum er komin undir
land.
Umstøðurnar hava verið
trongligar og mangan trupl
ar, men nú verða tær mun
andi betri. Nýggju umstøð
urnar koma eisini at gera, at
vit fara at røkka longur út
um í oynni – og út um
landið, um fyrispurningar
koma.
Berg sigur, at umstøðurn
ar at smíða elementir til
sethús verða so nógvar ferð
ir betri í nýggju høllini,
sum hann ætlar at taka í
nýtslu um ársskiftið.
Bygningurin er longu
komin so langt áleiðis, at
vit longu kundu farið inn
har at smíða, men eg havi
gjørt av at bíða, til hann
stendur liðugur.
Í høllini á nýggja ídnaðar
økinum, sum er 450 fer
metrar stór, verða tær van
ligu maskinurnar, sagir,
høvlar og annað, sum hoyrir
hesi vinnu til. Haraftrat
hevur Berg eisini útvegað
sær ein truck til at lyfta
elementini við.
Alt lættir um, og tað
ræður um at vera so væl
útgjørdur
sum
gjørligt,
soleiðis at arbeiðið fellir
lættari, sigur timburmeist
arin.
Nógv at gera
Berg Rasmussen letur væl
at gongdini undanfarin ár.
Síðan eg byrjaði sum
sjálvstøðgur timburmeist
ari, hava vit smíðað fleiri
sethús, bygt barnagarð og
egningarskúrar
umframt
vanligt viðlíkahaldsarbeiði.
Hann
væntar,
at
nú
umstøðurnar at smíða ele
mentir til sethús verða nógv
betri, verða umstøðurnar
eisini betri at bjóða seg
fram kring um í oynni – og
møguliga úti um landið.
Vit hava smíðað barna
garðin í Sørvági, sum í gólv
vídd er einar 1100 fermetrar
stórur, og vit hava eisini
smíðað egningarskúrarnar í
Sørvági, sum eru átta í tali.
Berg sigur, at seinastu
tvey árini hava teir smíðað
ikki færri enn átta sethús í
Sørvági, umframt barna
garð, egningarskúrar og
hava gjørt ymiskt annað
viðlíkahaldsarbeiði.
Spennandi tíð
Nú eru vit spentir upp á,
hvussu nýggja høllin fer at
roynast. Eingin ivi er um, at
hon fer at gera dagin lættari
og arbeiðsligari, umframt
at møguleikarnir at bjóða
seg fram verða munandi
betri, sigur Berg Rasmuss
en, timburmeistari í Sør
vági.
Nú sethúsamarknaðurin í
landinum sum heild er vorð
in eitt sindur kroystur, vænt
ar timburmeistarin í Sørvági
kortini, at teir fara at hava
nóg mikið at gera, tí enn
hava teir so gott sum ikki
verið uttanfyri bygdamarkið
í
Sørvági
við
sínum
virksemi.
Nýtt virki á nýggjum ídnaðarøki í Sørvági
Seinastu tvey árini hava
Berg Rasmussen og
hansara menn smíðað
átta sethús í Sørvági,
umframt barnagarð og
egningarskúrar
Íslendsk skip landa í Íslandi
Nú stórur partur av heiminum og ikki minst okkara grannatjóð Ísland varð so hart
rakt av fíggjarkreppu, var kanska hugsandi, at íslendsk skip fóru at landa sína veiði í
øðrum londum enn Íslandi. Orsøkin kundi hugsast at verið, at íslendska krónan er
vorðin so lág, og at skipini tískil fóru at fáa ov lítið fyri sína veiði. Eitt nú í Noregi
hava tey “lúrt” upp á, at fleiri íslendsk skip kanska fóru at landa sína veiði har yviri,
men líkt er ikki til, at hetta hevur verið so. Herfyri skrivaði norska fiskivinnublaðið
FiskeribladetFiskaren, at landingarpláss í Noregi ikki hava merkt nakað til, at
íslendsk skip í størri mun eru farin út um landoddarnar í Íslandi við týðandi nøgdum
av ráfiski. Í Føroyum hava vit heldur ikki sæð nakað til íslendskar landingar orsakað
av lágu íslendsku krónuni.