Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-04, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 [ Nr. 212 - 4. november 2008 ] Tríggir leingja við meistararnar Tey hava havt úr at gera við at undirskriva sáttmálar í Sundalagnum. Ikki færri enn fimm undirskriftir vórðu skrivaðar í gjár – tvær á sáttmálar, ið knýta tveir nýggjar leikarar at felagnum, og tríggjar aðrar, ið hava við sær, at leikarar halda áfram. Tríggjar tær síðstu undirskriftirnar settu René Tórgarð, Levi Hanssen og Dánjal David­ sen, ið harvið skulu vera við at verja meistaraheitið og steypafinalu­ sigurin. Hetta eru góð tíðindi í Sundalagnum, tí bæði René Tórgarð og Levi Hanssen eru mettir at vera ógvuliga týdningarmiklir leikarar í felagnum. Dánjal Davidsen hevur ikki leikt eins nógvar dystir og teir báðir áður nevndu, men í EB/Streymi hava tey verið so mikið nøgd við avrik hansara, at tey ynskja hann at halda áfram. Jankovic skift felag Dimitrije Jankovic var í hesum kappingarárinum ein av stuðuls­ leikarunum hjá B36. Dugnaligi verjuleikarin stóð seg se ra væl, men nú er greitt, at árstalsfelagið má verða serban fyri uttan komandi kappingarári. Sambært heimasíðuni hjá Fótbólts­ sambandinum hevur Jankovic flutt spæliloyvið til serbiska FK Sevojno, har hann skal spæla komandi tíðina. Somuleiðis hevur Anderson Castilho, sum í 2007 spældi við NSÍ og B36, skift til Club Ateltico Argentino úr Argentina, meðan Marcell Balog, EB/Streymur, hevur gjørt avtalu við Kecskemeti Te KFT úr Ungarn. Hetta er felagið, har Tomislav Sivic er venjari. Vit mugu skipa eitt Framá Føroyar, sum Uni Arge, fyrrverandi fótbóltsleikari, doypti føroysku útgávuna av Team Danmark. Hetta sýntist vera tað størsta ynskið hjá øllum teimum, ið savnaðust til evnis­ kvøld um úrvalsítrótt í Útvarpshøllini í gjár Úrvalsítrótt Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Úrvalsíttróttin var á skránni hjá einum stórum parti av ítróttarheiminum í gjár. Spurningurin var, hvussu vit megna at fáa veruligar úrmælingar innan føroyska ítróttarheimin. Katrin Olsen hevur sum einasta føroyingur nakrantíð luttikið til olympisku leikirnar, hóast hetta var fyri Danmark, Magni Mohr er doktari í ítrótti og Jón Bjarnason hevur skapað ein evropameistara í juniors­ vimjing. So talan var veru­ liga um topparnar í føroysk­ ari ítrótt, ið stóðu fyri uppleggunum, á kjakfund­ inum um føroyska úrvals­ ítrótt í útvarpshøllini í gjár. Samlað fyri tey øll er, at tey meta, at trý ting skulu til, fyri at lyfta føroyskari ítrótt á eitt støði, ið veruliga kann sammetast við onnur lond. Hesi ting eru vilji, venjing og vísund. Eisini saknaðu tey betri venjarar, umframt betri venjingar­ umstøður. Magni Mohr er eisini sannførdur um, at eitt tests­ entur til føroysk ítróttarfólk er alneyðugt fyri at hava nakran møguleika at kenna støðið, fyri harvið at betri um støðið hjá føroyskum úrvalsítróttarfólkum. Nógv venja skeivt Eitt hjartasuff hjá nógvum, er, at tað er líkt til, at heilt nógv ítróttarfólk í Føroyum venja skeivt. Tað var eisini ein breið hugsan, at tað eru heilt nógvir venjarar, sum veru­ liga vilja, og veruliga royna at gera tað tey kunnu fyri at betra um úrslitini, men mangla ov nógva vitan, og tí eru tað heilt nógv, sum venja skeivt, og hetta harmar tey, ið hava veruliga hava vitan innan føroyska ítrótt. Jón Bjarnason bar eisini fram, at tað er ein skeiv gongd at invistera í eina rúgvu av útlendskum venjarum. ­ Tað er ikki so ringt at lesa sær nakrar bøkur. Tað, sum skal til, er, at føroyingar nema sær vitan, so vit hava meira varandi loysnir, greiddi venjarin hjá Páli Joensen frá. Skúlin forðar elituni Jón Bjarnason, ið er venjari hjá Pál Joensen er saman við øðrum, sera keddur um, at tey, sum veruliga kunnu gera seg galdandi uttanlands ikki sleppa av landinum, tí so forsøma tey ov nógv í skúl­ anum og verða blakaði út. ­ Pál kundi luttikið í World Cup kappingum. Hetta eru kappingar, har vinningurin er ein heil millión dollarar. Hann svimur vanliga skjótari enn vinnarartíðirnar, og tí er tað so irriterandi, at hann ikki kann fara, tí so er hann ov nógv burtur frá skúlanum, verður blakaður og sleppur ikki at nema sær útbúgving, greiddi Jón Bjarnason frá. Helena Dam á Neystabø lovaði tó á fundinum, at hon vil syrgja fyri, at skúlarnir í størri mun geva hesum ítróttarfólkum fríari teymar í mun til skúlan, so tey kunnu umboða land okkara. Betri karmar Sum væntað kom ynskið um betri karmar fram. Sølvi Reinert Hansen, ÍSF forseti, fekk spurningin um trý ynskir til føroyska ítrótt. ­ Eg kundi ynskt mær, eitt vitanarsentur, eitt Team Føroyar og Altjóða og OL­ limaskap, til allar ítróttar­ greinarnar, metir ÍSF forsetin. Úrslitið av øllum kvøldinum, bleiv tí, at øll samdust um, at ein verulig breið politisk ætlan verður gjørd, har eitt vitanarsentur, sum kundi verið gjørt í samstarvið við Fróðskapar­ setrið verður gjørt, soleiðis at menningin av føroyskari úrvalsítrótt gerst veruleiki. At mann eisini skal tora at velja veruligu vinnararnar og lyfta teir. Sum skiltist skuldu hesi veljast av einum Framá Føroyar, sum skuldi fáa atgongd til holla vitan og hóskandi fíggjarligar karmar. Okkum manglar professionella ítróttarsamskipan Serliga einstaklingaítróttin var umboðað á kjakfundinum um úrvalsítrótt