Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 214- 6. november 2008 Stutt Sagt Kvinnur og minnilutar gjørdu munin Kanningar av amerikanska forsetavalinum týsdagin vísa, at tað vóru serliga kvinnur og fólk úr ymsum minnilutum, at atkvøddu fyri Barrack Obama. Men kanningarnar vísa eisini, at hann fekk lutfalsliga nógvar atkvøður frá hvít­ um monnum. John McCain fekk sam­ bært somu kanningum 55 prosent av atkvøðunum frá teimum hvítu, sum vóru vá vali. McCain fekk lutfals­ liga fleiri atkvøður frá hvít­ um veljarum í statunum har suðuri í USA og helvtina fleiri enn Obama. Lutfallið teirra millum var á leið tað sama sum millum George W. Bush og Al Gore í 2000 og millum Bush og og John Kerry fyri fýra árum síðani, skrivar AP. Barrack Obama, sum við sínum 47 árum verður ein av teimum yngstu forsetun­ um, sum USA hevur havt, fekk 34 prosent av atkvøð­ unum frá veljarunum, sum eru yngri enn 30. Tað er óvanliga nógv, og til sam­ metingar kann verða nevnt, at Bill Clinton fekk 19 pro­ sent av atkvøðunum frá hes­ um sama aldursbólki í 1996. Harafturímóti fekk Bill Clinton 70 prosent av atkvøðunum frá teimum, sum vóru ám nvali fyri fyrstu ferð. Mandela fagn­ ar Obama Fyrrverandi suðurafrik­ anski forsetin Nelson Man­ dela er fegin um, at Barrack Obama vann amerikanska forsetavalið. Í brævi til tann nývalda forsetan skrivar Mandela, at úrslitið er eitt prógv um, at tann, sum vil broyta viðurskiftini, kann røkka sínum máli. Mandela heitir á Obama um at virka fyri friði og trygd í heiminum, og hann sigur seg vænta, at Obama fer at styðja bardagan ímóti fátækradømi og sjúkum. Nelson Mandela stóð á odda fyri teirri fyrstu demo­ kratisku stjórnini í Suðurafr­ ika árini frá 1994 til 1999 eftir at hava sitið í fongsli í 27 ár fyri sítt stríð ímóti tí hvíta minnilutastýrinum. Fyri nøkrum árum síðani vitjaði Barrack Obama fongslið á Robben Island, har Nelson Mandela var fangi. Millum annað vitjaði hann klivan hjá Mandela. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tað harmar meg, um eg havi kostað McCain so mikið sum eina atkvøðu, tí hann er eftir mínum tykki hetjan Sarah Palin útlond Tann størsti spurn­ ingurin er, hvør skal umsita uttanríkismál, og um nakar ráðharri hjá Bush sleppur at halda fram So skjótt amerikanararnir høvdu svarað spurninginum, hvør skal taka við sum for­ seti eftir George W. Bush, kom spurningurin, hvør skal stýra saman við vinnaran­ um. Hvør skal eitt nú í utt­ anríkisráðið fyri Condolezza Rice, og hvør hevur vilja, evni og ikki minst hug til at átaka sær fíggjarmálaráðið, nú landið er í kreppu? Í USA hevur starvsfólka­ leiðarin í Hvítu Húsunum stóra ávirkan, og hann verð­ ur ofta umrøddur sum høgra hond forsetans. Tí hevur tað starvið eisini stóran áhuga, men sambært keld­ um í demokratiska flokkin­ um hevur Barrack Obama longu mannað tann sessin við Rahm Emanuel. Hann er limur í Umboðsmanna­ tinginum og er úr Chicago eins og Obama. Hann hevur tann fyrimun, at hann er ikki heilt ókendur í Hvítu Húsunum, har hann arbeiddi eitt skifti fyri Bill Clinton. Tann 48 ára gamli Rahm Emanuel kann sambært eyg­ leiðarum tryggja Obama, at demokratiski flokkurin stend­ ur samdur í Kongressini, tá talan er um lógararbeiði. Men hann er ikki líka væl dámdur allastaðni. Hann sigst hava eina hvassa tungu, og tað kann ørkymla tað samstarvið, sum Obama hevur sagt, at hann vil hava við republ­ ikanararnar í Kongressini. Kend nøvn Amerikanskir fjølmiðlar hava nevnt fleiri nøvn, sum kunnu hugsast at taka við utt­ anríkismálum. Eitt av nøvn­ unum, sum oftast verður nevnt, er senatorurin John Kerry, sum stillaði upp fyri demokratarnar á forsetavalin­ um fyri fýra árum síðani. Hann hevur drúgvar politisk­ ar royndir og hevur harafturat eina fortíð í amerikanska her­ inum og bleiv heiðraður fyri dirvi í krígnum í Vietnam. Ein annar, sum eisini hev­ ur fyritreytirnar fyri at røkja uttanríkismálini, er fyrrver­ andi diplomaturin Richard Holbrooke. Hann varð í mong ár roknaður sum ein tann besti á sínum øki og hevur millum annað verið ST­sendiharri, ST­semings­ maður í gamla Jugoslavia og varauttanríkisráðharri. Tey flestu eru á einum máli um, at Barrack Obama fer at taka onkrar republikan­ arar við í stjórn sína. Summir eygleiðarar halda, at ein republikanari verður kanska uttanríkisráðharri ella verju­ málaráðharri, og í tí sam­ bandi nevna teir senatorin Richard Luger. Hann hevur verið í politikki í mong ár hevur millum annað havt ein leiðandi lut í samráðingum um kjarnorkuvápn. Kreppuráðharri Í teirri fíggjarkreppu, sum USA er í, hevur spurningurin um næsta fíggjarmálaráð­ harran stóran áhuga. Onkrir eygleiðarar hava nevnt, at Obama kanska fer at biðja verandi fíggjarmála­ ráðharran, Henry Paulson, halda fram, til kreppan er loyst. Onnur peika á borgar­ stjóran í New York, Michael Bloomberg, og uppaftur onn­ ur nevna Paul Volker, sum er fyrrverandi stjóri á amerik­ anska tjóðbankanum Federal Reserve. Onnur nøvn, sum hava verið frammi sum møgulig­ ur fíggjarmálaráðharri, eru tann kendi íleggjarin War­ ren Buffet, búskaparfrøð­ ingurin Austan Goolsbee og Jason Furman, sum var ráðgevi hjá Bill Clinton. Powell græt Fleirio hava nevnt, at fyrrver­ andi uttanríkisráðharrin Col­ in Powell kann fáa eitt leið­ andi embæti í stjórnarumsit­ ingini hjá Barrack Obama. Powell, sum nú er 71 ára gamal, segði herfyri, at hann styðjaði Obama sum forsetavalevni og ikki floks­ felagan John McCain. Í samrøðu við sjónvarpið CNN í gjár segði Powell, at hann fór at gráta, tá tað var greitt, at Obama hevði vunn­ ið valið. Obama segði undir valstríð­ num, at hann ætlaði sær at biða Colin Powell til ráðgeva, vann hann forsetavalið. Hann hevur ikki sagt nakað um tað síðani, men amerikanskir fjølmiðlar siga, at Powell sjálvur hevur roynt at doyva tosið um, at hann kanska skal í Hvítu Húsini. Í øllum førum hevur Col­ in Powell fyritreytirnar sum fyrrverandi generalur, ovasti í herleiðsluni, trygdarráð­ gevi og uttanríkisráðharri. Obama leitar eftir fólki Barrack Obama saman við Rahm Emanuel, sum sambært keldum skal hava fingið tilboð um at starvið sum umsitingarleiðari í Hvítu Húsunum Mynd: AP) Gamli uttanríkisráðharrin Colin Powell, kann fáa eitt leiðandi embæti í stjórnini hjá Obama Mynd: AP John Kerry tapti forsetavalið ímóti Bush í 2004. Nú verður hann kanska ráðharri Mynd: AP