hósdagur 6. november 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214- 6. november 2008
Jubileumskonsert
var 2. november í
Müllers Pakkhúsi í
Havn. Her prenta vit
taluna, sum Napoleon
Nólsóy, fyrrverandi
skúlastjóri, helt, tá
hann setti jubileums
konsertina
Alt hevur sína søgu, og tað
hevur hetta orkestrið eisini.
Í 1997 kom Sámal Bláhamar
inn á gólvið hjá mær á
skrivstovuni hjá Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúla.
Sámal greiddi frá eini ferð
hann hevði verið í Noreg,
har
hevði
hann
hoyrt
Udsigtbakkens Brassband
frá Lillehammer spælt.
Orkestrið var tá 10 ár.
Sámal hevði eisini tosað
við leiðaran Ole Bakker og
hoyrt um 25 ára jubileums-
konsertina hjá Torskov horn-
orkestrinum.
Sámal
var
bergtikin av hesari uppliving
og spyr, um eg ikki helt, at
vit kundu gjørt eitt líknandi
orkestur. Eg gav honum
góðar vónir, tí eg sá beinan-
vegin møguleikan í at fáa
tað undir frítíðarlógina - frí-
tíðarundirvísing.
Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli gevur frá-
læru til nógvar tónleikabólk-
ar og kór. Skúlin er jú fyri
øll. Vit skuldu bara finna
gott fólk at undirvísa.
Síðan fóru vit til Javna og
boðaðu teimum frá ætlanini
og um Ole Bakker og hans-
ara orkestur.
Hetta fall í góða jørð hjá
Javna. Skúlin fekk gott sam-
starv við Ole Bakker, og
seinni kom hann til Havnar
at geva okkum góð ráð og
at fyrireika eina konsert-
ferð.
Ì 1998 hevði Javni lands-
stevnu. Heitið var; ”Nær er
ein bústaður eitt heim?”
Samtíðis hevði Javni fingið
forkunnuga vitjan úr Noreg
- við Ole Bakker kom
Utsigtbakkens Brassband,
og tað serliga var, at allir
tónleikararnir vóru fólk, ið
høvdu menningartarn. Um
kvøldið var veitsla í Ìtrótt-
arhøllini í Havn. Aftaná
døgverðan spældi Utsiks-
bakkens Brassband.
Sólskinssøga
Á veitsluni greiddi leiðarin,
Ole Bakker, frá einum
búplássi í Noreg. Heimið
kallaðist Torskov og var
fyri fólk við menningartarni.
Búfólkið her var rættuliga
”isolerað”. Tey kendu seg
minni verd enn onnur fólk.
So fingu tey tað hugskot
at gera eitt hornorkestur fyri
tey
menningartarnaðu
á
Torskov, og hetta gav úrslit.
Tónleikararnir sluppu at
royna
seg
við
nøkrum
nýggjum, og á henda hátt
koma tey inn í eina ringrás
sum ger, at tey hava nakað
fast at takast við. Tey blivu
betur og betur til tónleikin
og ikki minst, at tey fingu
meira og meira virðing fyri
sær sjálvum. Torskov ork-
estrið er nú 35 ár og hevur
støðugt framgongd. Tað er
eitt tað mest brúkta horn-
orkestrið í Noreg.
Tá ið orkestrið hjá Ole
Bakker endaði at spæla
hetta kvøldið fingu vit eina
stórfingna gávu frá gestun-
um. Tað vóru ymisk ljóð-
føri, sum í handlinum kost-
aðu umleið kr. 100. túsund.
Gávan var frá Utsiktbakkens
Brassband
og
Torskov
Orkestrunum. Ole Bakker
bað undirritaða koma uppá
pallin, har hann handaði
okkum í Føroyum gávuna.
Men – tað var ein treyt.
Tey
skuldu
brúkast.
Ì
takkarkvøðu forsikraði eg,
at ljóðførini skuldu koma í
brúk, vit vildu gera okkara
egna brassband. Brandur
Øssurson, sum tá var tón-
leikalærari hjá Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúla,
var saman við mær bjóðaður
til Oslo og Lillehammer av
Ole Bakker fyri at hoyra og
síggja, hvussu tey arbeiddu.
– Hetta var sera gevandi.
Drívkraft
Nú var eftir at fáa loyvi frá
myndugleikunum her at
vera við. Hálvtalað orð, so
fingu vit loyvi frá Tórs-
havnar Kommunu, tað sama
svar frá landinum. So nú
var bert eftir at fáa lærarar.
Glaður var eg, tá Annika
Højgaard ringdi og segdi –
ógvuliga beskeðin - at hon
kundi hugsa sær at undir-
víst.
Hon hevur verið drívkraft-
in og er tað enn. Brandur
Øssurson var eisini við líka
til hann fór frá vegna aldur
í 2003. Fleiri aðrir lærarar
hava verið við, so sum
Sámal Andrias Weihe o.a.
Eirikur Skála og Katrin
Johannesen hava nú undir-
víst í mong ár saman við
Anniku Højgaard.
Takk til øll, ið hava fingið
hetta at bera til: Myndug-
leikarnir, Sámal Bláhamar,
Ole Bakker, lærararnir, tón-
leikarnir,
foreldur,
allar
hjálpandi hendur og ikki
minst Javni, sum hevur
verið ein verji – ein mamma
í øllum hesum.
Tillukku við teimum 10
árunum. Vit gleða okkum
nú at hoyra tykkum spæla
– altíð væl uppløgd og glað.
Við hesum seti eg 10 ára
jubileumskonsertina
hjá
Ælaboganum.
Ælabogin 10 ár:
Jubileumskonsert í Müllers Pakkhúsi
nøvn
Annika Højgaard, Tórur í
Puntabyrgi, Sámal Bláhamar
og Napoleon Nólsoy, sum
setti jubileumskonsertina
32