fríggjadagur 7. november 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 215 - 7. november 2008
SOSIALRÁÐGEVI
til Økisdeildina í Tórshavn
. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
K R E A
Almannastovan søkir eftir sosialráðgeva
til Økisdeildina í Havn.
Uppgávurnar hjá Almannastovuni eru,
við grundarlagi í sosiallóggávuni, at veita
persónliga sosiala ráðgeving og vegleið-
ing, og alment og persónligt at upplýsa
um rættindi og skyldur.
Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá Almanna-
stovuni er at ráðgeva og vegleiða borgar-
um um rættindi og skyldur viðvíkjandi
almannaspurningum. At seta í verk fyri-
skipanir sambært almannalóggávuni og
avgreiða fíggjarligar veitingar. Eisini skal
Almannastovan fáa til vega og greina
hagtøl til politiska myndugleikan.
FØRLEIKAKRØV
Ert tú sosialráðgevi, ella hevur tú aðra
hóskandi sosiala ella samfelagsliga
útbúgving, og hevur tú hug til sosialt
arbeiði og ynskir at gera mun, so er tað
tær vit vilja hava fatur á.
STARVIÐ
Sum starvsfólk á Almannastovuni hevur
tú ein týðandi leiklut, tá tað snýr seg um
at skapa fíggjarliga og sosiala trygd.
Somuleiðis liggur ein ábyrgd hjá tær
saman við øðrum starvsfeløgum at fyri-
byrgja sosialum trupulleikar, áðrenn hesir
stinga seg upp.
Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum
spennandi umhvørvi í støðugari menning
við nógvum og fjølbroyttum avbjóðing-
um, har møguleiki er fyri persónligari
og fakligari menning.
LØNAR- OG SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett og lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið í lønarbólki 6, ella
avvarðandi yrkisfelag, um tað fevnir
um sáttmálaøkið hjá Almannastovuni.
NÆRRI UPPLÝSINGAR
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at
venda sær til Rúna Rasmussen, deildar-
leiðara á Økisdeildini í Tórshavn á telefon
35 35 70.
Umsókn við avriti av prógvum, CV,
v.m. skulu sendast til
Almannastovuna, Smyrilsveg 20,
Postboks 3096, 110 Tórshavn.
ella við telduposti til
almannastovan@almannastovan.fo
FREISTIN
Umsóknarfreist er hósdagin 13. nov.
2008 kl. 12.00.
Vinarliga merkið brævbjálvan:
“Sosialráðgevi til Økisdeild í Havn”.
Betri lívstrygging
Tel 345 700 • www.betri.fo
Tankin er ræðandi. Tekna eina lívstrygging nú, so hevur
tú gjørt títt, um illa vil til.
Við eini lívstrygging tryggjar tú familjuna ella
avvarðandi fíggjarliga, um tú doyrt. Set lívstryggingina
saman, so hon hóskar til støðuna hjá júst tær og tínum.
Kundi tú hugsað tær eitt prát, ert tú vælkomin at vitja
okkum á torginum í SMS.
Vit eru á
torginum í SMS
Frá hósdegnum 13. nov. til
leygardagin 15. nov.
ygg
g
Hevur tú hugsað,
hvat hendir familjuni,
um tú doyrt ?
sansir.fo