Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2008 5 TRYGGINGARFELAGIÐ FØROYAR P/F Kongabrúgvin . Postsmoga 329 . FO-110 Tórshavn . tel. +298 345600 . Faks 345601 . tf@trygging.fo . www.trygging.fo Kundavinarligt og greitt samskifti, umframt ein fram- søkin og nýhugsandi marknaðardeild, eru týðandi liðir í at røkka málum okkara. Fyri at styrkja og menna hesi leita vit nú eftir rætta samskiftisfólkinum, ið m.a. skal taka sær av samskiftismálum hjá felagnum. Kanska hetta er júst tú? Vit kundu hugsað okkum, at tú … > hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir og hug at arbeiða innan samskifti og marknaðarføring > ert tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva > dugir væl at raðfesta, at halda ásettar freistir og ert framsøkin > dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi > hevur lætt lyndi og sært tað skilagóða í broytingum > dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga Vit kunnu bjóða tær Nýtt, fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku, sum er í stórari menning. Eitt starv, ið tú í stóran mun hevur møguleika fyri at verða við til at skapa, í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum. Arbeiðsøki Samskiftisfólkið kemur at starvast á deildini fyri Menning & Marknaðarføring. Deildin fyri Menning & Marknaðarføring er deild hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, men veitir eisini ráðgeving til onnur feløg í samtakinum, herundir TF Holding og Betri pensjón. Deildin er býtt í trý øki. Hesi eru Menning, Marknaðar- føring og KT. Samskiftisfólkið kemur at starvast í økinum fyri Marknaðarføring, ið hevur ábyrgdina av øllum samskiftis- og marknaðarføringsmálum hjá felagnum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið fyri fíggjarstovnar í Føroyum og lønt í mun til útbúgving og royndir. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Kristinu Háfoss, deildarstjóra, á tlf. 21 00 36 ella við at senda teldupost til kh@trygging.fo. Starvið skal setast skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 20. november 2008 kl. 12.00. Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Marknaðardeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn ella umvegis www.trygging.fo Vilt tú tryggja okkara samskifti? Tryggingarfelagið Føroyar stevnir við fullari ferð móti settum málum og avbjóðingum í altjóða høpi. sansir.fo Møguleikar innan ES-gransking Kunningardagur Hósdagin 13. nov á Fiskirannsóknarstovuni Hevur tú ætlanir um at gerast partur av europeiskari gransking? So er hesin kunningardagurin júst fyri teg. Skráin fyri dagin Hósdagin 13. november skipar Granskingarráðið fyri ókeypis kunningardegi á Fiskirannsóknarstovuni um granskingarmøguleikar í sjeyndu rammuskránni hjá ES (FP7). Dagurin er serliga ætlaður teimum, sum hava ætlanir um at luttaka í europeiskum granskingarsamstarvi. Tað er Bent Egebart frá donsku ráðgevingarfyritøkuni Whyse, sum fer at greiða frá. Bent hevur drúgvar royndir við rammuskráunum hjá ES, bæði sum verkætlanar- leiðari, ráðgevi og metari av ES- stuðlaðum verkætlanum. Harafturat hevur hann verið í starvi hjá ES-nevndini, har hann hevur arbeitt við gransking, menning og nýskapan. Tað er ókeypis at luttaka á kunningardegnum. Boða vinaliga frá luttøku við t-posti til john@gransking.fo ella á telefon: 567802. Tel 567800 · www.gransking.fo Kl. 9:00 - 10:30 t 3FHMVHFS§PHNBOOBHPOHEJS t 5FJSZNJTLVTUV§VMTIUUJSOJS (funding schemes) Kl. 10:30 - 10:45 t ,Bó Kl. 10:45 - 12:00 t )WBSTLBMFHCZSKB Kl. 12:00 -12:45 t .BUBSTUF§HVS Kl. 12:45 - 14:15 t .FOOJOHBWWFSLUMBOBSMâTJOH t 'ÓHHKBSUMBO Kl. 14:15 - 14:30 t ,Bó Kl. 14:30 - 16:00 t 0OOVSUFLOJTLWJ§VSTLJGUJ t "§SJSN“HVMFJLBSÓ'1 sansir.fo VINNUBYGNINGUR Yviri við Strond til Sølu / Leigu Grundøkið er 616 m2 og bygningurin er 525m2 íalt í 2. hæddum. Bygningurin liggur sera væl fyri og hevur frálíkt útsýni. Vinnuligt umhvørvi, mitt í býðnum og P-pláss til 11 bilar. Bygningurin kann nýtast til mangt og hvat. Eisini eru 3 UWE Solarium til sølu Áhuga kunna venda sær til Janu á tlf. 517100 ella Paula á tlf. 278914 -har tað hendir