Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 215 - 7. november 2008 Batnar vegasam­band­ ið ím­illum­ Hvalba og Tvøroyri ikki heilt skjótt, er stórur vandi fyri, at flakavirkið í Hvalba m­á lata aft­ ur. Men tað er ikki tunnilin, sum­ er trupulleikin Fiskivinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er stórur vandi fyri, at flakavirkið í Hvalba eisini letur aftur. Tað staðfestir Ólavur Bjarkhamar, stjóri á TG- Seafood, sum rekur flaka- virkið í Hvalba. Men tað er ikki rávørutrot, sum nú setir flakavirkið í Hvalba í vanda. Tað er vegasambandi ímillum Hvalba og Tvør- oyri, sum er so vánaligt, at tað ber ikki til at flyta fisk ímillum á góðtiknan hátt. - Vegasambandið er so vánaligt, at sum umstøður- nar eru nú, ber ikki til at flyta lidna framleiðslu av flaka- virkinum í Hvalba til avskip- ingar á góðtiknan hátt. Einasti mátin at flyta fiskin av virkinum til avskipingar, eru við trailar- um, men tað elvir til, at tað ber ikki til at halda tann rætta kuldan allan vegin. Og tað góðtaka myndug- leikar og keyparar ikki. - Enn hava vit ikki fingið viðmerkingar um hetta, sigur Ólavur Bjarkhamar. Men hann merkir týðiliga, at keyparar vísa størri og størri ansni í hesum sam- bandi og hann ivast ikki í, at hetta gongur ikki leingi afturat. - Tað er alt avgerðandi fyri okkum, at lidna fram- leiðslan kann havast í røtt- um kulda allan vegin. Tað ber ikki til í løtuni og støð- an, sum nú er, gongur ikki leingi afturat. Tí er neyðugt at finna eina loysn rættiliga skjótt, annars er vandi fyri, at vit mugu lata aftur í Hvalba, sigur hann. Hann sigur, at talan verður um ein bingjuflutning um vikuna, kanska tveir onkuntíð. Bílig loysn Hann sigur, at tey hava roynt í fleiri ár at loysa hendan trupulleikan, men til fánýtis. Fyrr hava tey mest hugsað um tunnilin, men á TG Seafood hava tey ásannað, at tað verður ikki tey fyrstu árini, at nýggjur tunnil verð- ur gjørdur ímillum Hvalba og Tvøroyri. Og so leingi kann flaka- virkið í Hvalba ikki bíða, tí tá er tað langt síðani stongt. Men nú er ein nýggj loysn komin undan kavi, sum kundi loyst trupulleikan rættiliga ómakaleyst. Tað er André Dalfoss, sum hevur útvegað sær ein serligan vogn at flyta bingj- ur við. - Hetta er ein vongur, sum Metek hevur útvegað mær og sum er væl egnaður til endamalið við tað, at nú ber til at flyta 40 fót bingjur ígjøgnum tunnilin, sigur André Dalfoss. Tað, sum er so patent við hesum vogninum, er, at bingjan hongur ímillum hjólini og sostatt er pláss fyri henni í tí lága Hvalbiar- tunlinum. - Men nú er tað ein trup- ulleiki, at eitt sving beint uttanfyri tunnilin, tvørameg- in, er ov smalt til at bingjan sleppur ígjøgnum tað. André Dalfoss sigur, at hann hevur samskifti við Landsverk um svingið og at hann nú bíðar eftir eini loysn. Ólavur Bjarkhamar stað- festir, at higartil hevur tað altíð verið tunnilin, sum hevur verið trupulleikin, men við hesi loysnini er hann ikki tann bráðneyðuga forðingin longur - Bingjuvognruin hjá André Dalfoss er ein bílig og brúkilig loysn og tí vóni eg eisini, at útvegur verður funnin fyri, at svingið við tunnilin verður breiðkað. Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at tey vita um trupulleikan og kanna við vælvild, hvussu hann kann loysast, men meiri fær hann ikki sagt enn. Vandi fyri at flakavirkið í Hvalba letur aftur Tað er hetta svingið beint uttanfyri Hvalbiartunnilin, tvøramegin, sum er ov smalt til at bingjan sleppur ígjøgnum. Verður onki gjørt við tað rættiliga skjótt, er stórur vandi fyri, at flakavirkið í Hvalba noyðist at lata aftur Hetta er sergjørdi bingjuvognurin, sum André Dalfoss hevur útvegað sær og sum ger tað møguligt at flyta frystibingjur ígjøgnum Hvalbiartunnilin. Her stendur bingjan á jørðini, men undir flutningi hongur hon ímillum hjólini, nakrar sentimetrar upp frá vegnum Heimavirkissølustevna í Suðuroynni Tey, ið virka ymiskt heima, hava vanliga árligar sølustevnur, og so er eisini í Suðuroynni. Seinnu árini hava sølustevnur verið, og í ár verður heimavirkissølustevnan í Vági í VB Húsinum. Stevnan verður leygardagin 8. november og sunnudagin 9. november. Enn er neyv skrá ikki løgd, men møguliga verður framsýning av tí, ið Heimavirkið hevur at selja, men í øllum førum verður alt tað at fáa, ið fólk virkað heima við hús, og tað er bæði bundið, súltað og mangt, mangt annað. Fyrireikararnir minna á, at hondbóltsdystur er í VB Høllini sunnudagin, og tá liggur væl fyri hjá áskoðarum at vitja heimavirkissølustevnuna eisini. Opið er leygardagin frá klokkan 10 til 18 og sunnudagin frá 14 til 18. -dagfinn Fyri tveimum árum síðan var heimavirkissølustevnan í Porkeri. Í ár er hon í Vági