Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 215 - 7. november 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Lofting ella vit og skil Er málið um almennan partapening til Smyril Line eitt afturstig til gamla loftingarpolitikkin frá áttatiárun- um, ella er talan um vanligt vit og skil? Hesir eru tveir áhugaverdir spurningar í sambandi við aktuella málið um Smyril Line. Men her eru eisini aðrir týðandi men kanska ikki eins principiellir spurningar, sum vit venda aftur til. Tað kann uttan víðari staðfestast, at tað eru tingmenn sjálvir, ið gera av, um almenna bjargingin av partafelagnum Smyril Line skal gerast eitt fyrsta stig inn á eina glíðibreyt við eini røð av bjarging- um. Vandi er fyri hesum, tí tað er lætt at finna góðar grundir fyri at bjarga øðrum fyritøkum við. Arbeiðsloysi, tørvur á økismenning, stór tap hjá peningastovnum og einstaklignum – røðin er stór og trýstið frá veljarum, økjum og sterkum felag- skapum og fyritøkum kann skjótt gerast næstan ómenniskjansligt fyri tann einstaka ting- og og landsstýrislimin. Í fíggjarkreppuni, sum leikaði á fyri stuttum, upplivdi heimurin, at borgarligar ella neoliberalistiskar stjórn- ir í hópatali viku frá sínum mest grundleggjandi princippum og fóru inn í hóttar fyritøkur, mest peningastovnar og bjargaðu hesum við skattgjald- arans peningi. Hesar hendingar vísa, at tað kunnu stinga seg upp umstøður, ið gera, at sjálvt hin mest princippfasti og steinrunni liberalistur noyðist at ásanna tað, sum Keynes fekk Roosevelt at ásanna, nevniliga at undir ávísum og givnum umstøðum er tað bert staturin, sum kann bjarga vandastøðu undan at gerast enn verri – at samfelagið missir meir fyri minni. Hetta krevur nakrar heilt ávísar forteytir. Í dagsins samfelag kunnu hesar vera eitt nú nakrar sera óhepnar samfelagsligar og politiskar avleiðingar, um ein stjórn bert letur standa til. Tað man vera breið semja um, at hesar fortreytir vóru til staðar, tá almennu Føroyar á sinni bjargaðu Atlantsflog og Norrønu. Men eru slíkar fortreytir galdandi í dag? Svarið er alt annað enn einfalt. Tekur ein viðmerk- ingarnar hjá kappingarneytunum og politisku støðuna hjá teimum flokkum og tinglimum, ið er ímóti almennu uppíløguna, so má ásannast, at nógv talar ímóti bjarging. Tað, sum ikki kann standa má falla, soleiðis eru dagsins marknaðartreytir. Alt annað leiðir út á glíðibreyt. Hóast nógv talar ímóti bjargingini, so halda vit tó, at meira talar fyri. Smyril Line er sermerkt. Er Norrøna farin sín seinasta túr, verða fylgjurnar fyri ferðavinnu, know how, útflutning og landafrøðiligu støðu okkara so ógvusligar, at tað fer at taka ár, um ikki ártíggjur at bøta skaðarnar aftur. Tað er helst rætt, at onnur kunnu klára vøruflutningin, men hvørja vissu hava vit fyri, at hesir møguleikar standa við? Hvat við ferðafólkaflutninginum? Fer Norrøna, fer okkara trúvirði sum ferðamál sama veg og við tí allir teir møguleikar, sum ferðavinnan gevur. Tað er tí meira, sum talar fyri bjarging enn ímóti, men bindast má væl og virðiliga um allar heilar fingrar. Spurningurin um verandi Norrøna er tað rætta skipið er so eitt annað mál aftur. Her mugu leiðsla og nevnd møguliga til at endurskoða tingini út frá tí rutupakka, ið nú verður settur út í kortið. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Føroyar skulu gerast eitt samfelag, sum fólk, ment­ an og vinna leita til. Tjóð­­­veldi hevur ábyrgdina av tí mesta, sum er framt seinastu fýra árini í býráð­­­­ num, og ongantíð­­­ fyrr í føroysku kommunusøguni er hent so nógv sum hetta seinasta valskeið­­­ið­­­ Menningin skal halda fram Vit vilja skapa eina komm­ unu í dregur fólk, mentan og vinnu at sær. Tað krevur stórar tankar at menna ein ríkan bý. Vit vilja skapa ein bý og eitt samfelag, sum er ríkt í øllum lutum, mentan, trygd og samhaldsfesti. Eitt ríkt samfelag er eisini eitt fjøltáttað samfelag, og vit skulu tí eisini sum komm­ una gera, at allir borgarar kenna seg væl. Havnin er universitetsbýur og komm­ unan skal skipa býin so, at bestu umstøður eru at skapa lestrar, granskingar­ og menningarumhvørvi. Umhvørvishøvuð­­­sstað­­­ur Tórshavnar kommuna eigur at ganga á odda í umhvørv­ ismálum. Vit kunnu gerast fyrsti høvuðsstaður í heimi við ongum motorgangi­ og royki, men har allir bilar brúka el ella vetni. Allir kommunalir bygningar vera í løtuni kannaðir fyri orku­ nýtslu við orkusparing í hyggju. Eisini fyri um­ hvørvið skal bussleiðin útbyggjast munandi. Tjóð­­­veldi er borganin fyri: • at skúlaøkið verður dag­ ført – eisini Musikkskúlin • at dagstovnaøkið fram­ haldandi verður ment og styrkt • at allar ferðsluútbygging­ ar taka atlit til súkklur og gongufólk • livandi bygdir • at bussleiðin verður útbygd • at Reinsaríðið heldur fram sum spælistað • at Havnalagið verður tikið við í miðbýarætlan­ ina, til frama fyri mentan og fjøltáttaða vinnu • at eldraøkið verður yvirtikið Vit skulu hugsa stórt Forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs HILdUR EyðUNSdóttIR Eftir at hava hoyrt orða­ skiftið á tingi um Smyril Line, fáa vit enn einaferð nakrar sannroyndir á borð­ ið. Tá ið fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin ganga saman, so verða øll prin­ sipp, allar hugsjónir og allar avgerðir, ið røkka longur enn til dagin í dag, lagdar til viks. Tá hoyra vit orða­ rætt av tingsins røðarapalli: “Vit taka ikki støði í prinsippum, men í veruleikanum”. Júst sum í sjeyti­ og áttatiárunum, so merkir tað, at politiska skipanin nýtir orkuna hjá felagsskap­ inum til at bjarga kredi­ torum, og fjalir tað undir sonevndum atlitum til samfelagið og vanliga borgaran. Tí tað er hetta, sum málið, snýr seg um. Fer tað almenna inn og setur pening í eina privata fyritøku uttan nakra san­ ering ella skuldaravskriv­ ing, so er tað bara ein bjarging av kreditorum og ikki av nøkrum øðrum. Somu flokkarnir, sum í eini handavending leggja milliónaupphæddir á borðið yvir eina nátt, (ið við vissu fara at skuldar­ skriva landskassan fyri uppaftur nógv fleiri milliónir), kunnu nýta túsundtals grundgevingar fyri, at tað ber ikki til at finna pening til tað, sum veruliga er almenn upp­ gáva: Skúlar, mentan, gransking, sosialar skipanir fyri tey veikastu, umhvørvi og so framvegis. Tjóðveldi segði saman við sambandsflokkinum og sjálvstýrisflokkinum nei til studning, tá fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin í ár 2000 atkvøddu fyri stuðuls­ lánum, veðhaldi og rakstrar­ studningi til ein part av fiskiflotanum. Tjóðveldi segði nei í 2001, tá Smyril Line pikk­ aði á dyrnar ein mánadag við júst somu grundgev­ ingum og segði, at ein týsk­ ur banki fór avstað við skipinum fríggjadag. Tá tóku kreditorarnir seg sam­ an og funnu eina loysn, tí teir vildu bjarga sínum egnu pengum. Tjóðveldi segði nei, tá reiðarafelagið bað um studn­ ing til fiskiflotan, so seint sum í mars mánaða í ár. Og í øllum hesum før­ um, vildu bæði fólkaflokk­ urin og javnaðarflokkurin beinanvegin geva studning og hartaðu Tjóðveldi fyri “formalia” og at hava prinsippir. Men okkara prinsipp eru ikki tikin úr leysum lofti. Tey eru bygd á hugsjónir og beiskar royndir, sum allir føroyingar hava merkt á egnum kroppi. Tað er lætt at hava prinsipp, tá tú ikki skalt brúka tey. Men tað er tá ið á stendur, at prinsippini skulu brúkast og standa sína roynd. Tó er kanska eitt veru­ liga fjalt prinsipp, sum bindur javnaðarflokkin og fólkaflokkin saman? Kanska er tað hetta: At tá vinningur skal vinnast, skal tað verða privat. Tá tapini skulu takast, skal tað vera alment. Og vinnarin verður altíð kreditorarnir, meðan taparin verður skattaborgarin. Prinsippini missa pippið HøgNI HoydAL