fríggjadagur 7. november 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 7. november 2008
13
viðmerkingar
Hvør býlingur skal hava
sítt felagsøki at savnast
um
Seinastu áratíggjuni eru
býlingahús bygd til tess at
skapa eitt betri nærum
hvørvi í ymsu býlingunum.
Nú eiga vit at taka næsta
stigið, har ið vit gera ætlan
ir fyri at nýta økini kring
býlingahúsini og møguliga
húsini við, við tí endamáli
at gera útiøkini nýtilig
eisini til annað virksemi í
grannalagnum.
Eisini kann verða bygt
afturat býlingahúsunum
ella nærhendis teimum,
grovari bíligari bygningar
ella skúrar, har ið t.d. fam
iljur við børnum kunnu
fara út at eta matpakka
(pick nick) saman í frítíð
ini ella grannalagið kan
savnast til felags grilling
og alt møguligt annað.
Slíkar loysnir skulu so
hvørt eisini byggjast inn í
teir nýggju býlingarnar, og
hetta eigur at verða tikið
við í býarskipanirnar, so
hvørt tær verða gjørdar.
Viðarlundir skulu plantast
í øllum býlingum.
Vit eru øll sera fegin
um hagan, seyð og tílíkt,
men alt hatta hoyrir heima
uttanfyri bøgarðarnar.
Okkum tørvar als ikki
allar hesar forblástu lumm
ar av haga inni í sjálvum
býnum. Teir skapa einki
umhvørvi, ongan fjálga,
inni í býnum. Í býnum
skulu vit byggja býarum
hvørvi, men fjálgt og
menniskjansligt, urbant
og spennandi, men eisini
grønt og livandi.
Tá vit tosað um bústaðir í
Tórshavnar kommunu, er
nógv at taka í. Eg meini,
at Tórshavnar kommuna
hevur havt ein, baði aktiv
an og sera óheppnan leik
lut á hesum økið. Her vil
eg nevnað trý av teimum
tingunum, eg meti hava
týdning.
Fyrst vil eg siga, at ein
kommuna, eftir míni mein
ing, hevur ábyrgd av, at
allir íbúgvar hennara hava
eitt stað at búgva. Í og við
at vit hava heimleys í Tórs
havnar kommunu, má
mann siga, at hettar er ein
ábyrgd ið kommunan ikki
hevur livað upp til.
Síðani vil eg koma inn á
grundstykkja prísin í Tórs
havnar kommunu. Tað
kann ikki góðtakast, at fólk
fáa bjóðað grundstykki frá
kommununi fyri ein prís,
fyri síðani at (aftaná at tey
hava tikið av og fingið
lán), fáa at vita at prísurin
er farin upp við meira enn
200.000 krónum. Og tað,
at bankin fær boð um hvør
ið fær bjóðað grundstykki
frá kommununi, áðrenn
viðkomandi sjálv fær boð
er eisini nakað ið ikki eigur
at henda.
Skúlaheim eiga at byggj
ast. Serliga um vit nú fara
at byggja ein skúladepil í
Marknagili, meini eg, at vit
samstundis eiga at fáa
hettar sett á skránna. Fólk
sum lesa ella eru í læru
hava ikki ráð til íbúðar
prísirnir í Tórshavn, og
eiga at fáa bjóða íbúð ella
kamar á einum skúlaheimi.
Bústaðarviðurskifti eru
eitt av mínum hjartamál
um, og er so avgjørt nakað
eg vil arbeiða fyri at betra
um, verið eg vald inn í
býráðið.
Býlingadeplar
arkitektur
Listi E
Albert Isfeld
Bústaðarviðurskifti í
Tórshavnar kommunu
Eg havi valt at stilla upp til
býráðsvalið í Vágs Komm
unu á Uttanflokkalistanum.
Tað er hent so nógv keði
ligt her suðuri og serliga í
Vági hesa vikuna, men eg
vóni, at tað fer at ganga
hinvegin aftur skjótt. Eitt
positivt er, at fólkatalið í
Vági ikki er minkað sein
astu 10 árini, sjálvt um tað
er minkað í Suðuroynni
sum heild hetta tíðarskeið
ið. Vágur er ein deiligur
býur, sum kann gerast
uppaftur betri at búgva í.
Við at standa saman skulu
vit nokk klára okkum og
koma víðari, her búgva
nógv dugnalig og arbeiðs
som fólk. Fíggjarstøðan
hjá Vágs Kommunu er ikki
so góð í løtuni, so ringt er
at lova nakað. Eg vil tó
nevna nøkur av mínum
hjartamálum, sum eg vil
arbeiða fyri, um eg verið
vald í býráðið:
• At menna vinnulívið
• At menna ferðavinnuna
• At kommunan hevur
neyva fíggjarstýring
• At kommunuskatturin
ikki hækkar
• At fáa kommunala
útjavning
• At systkinafrádráttur
verður innførdur
• At nýggjur dagstovnur til
børn verður bygdur
• At Suðuroy gerst ein
kommuna, og at Vágur fær
ein góðan sáttmála
• At kommunan gongur á
odda við alternativum
orkumøguleikum
• At vegur verður gjørdur
til privat grundstykkir mitt
í bygdini, so hesi kunnu
brúkast
• At bygningar hjá komm
ununi fáa betri
atkomumøguleikar, so
fólk við breki sleppa inn
• At allir borgarar í komm
ununi fáa eins viðgerð og
virðiliga viðgerð
• At ellisheimið og heimið
fyri sinnisveik verða bygd
• At betra um gongubreyt
irnar í Vági
• At tey ungu fáa ung
dómshús
• At mentan og ítróttur
framhaldandi verða
stuðlaði
• At 50 metra svimjihylur
verður gjørdur, soleiðis at
avlopshitin frá SEV kann
nýtast
• At musikkskúlin fær
betri karmar
• At kommunan framhald
andi fríðkar um býin
Gott val!
www.uttanflokkalistin.dk
Umhvørvið er komið und
ir alt størri trýst seinastu
árini. Dálking og fyrilita
leys nýtsla av tilfeinginum
hevur havt avleiðingar.
Ein avleiðing sigst vera
veðurlagsbroytingar.
Tórshavnar Kommuna
eigur at ganga undan á
umhvørvisøkinum, og
eigur altíð at taka atlit til
umhvørvið, tá t.d. bygning
ar skulu byggjast. Serliga í
Týsklandi eru tey komin
langt við at gera 0orku
hús, tvs, at tann orka, sum
verður nýtt, er frá varandi
orkukeldum, og nýtslan av
orku er ikki størri enn
húsið sjálvt klárar at
framleiða.
Tórshavnar Kommuna
eigur at orða ein orku
politikk, sum ger mun fyri
umhvørvið. Orkupolitikk
urin skal vera galdandi fyri
allar borgarar í kommun
uni, og skal kommunan
ganga á odda.
Vilt tú hava ein, sum
lurtar eftir tær? Vilt tú hava
ein, sum arbeiðir fyri teg?
So vel meg! Tú finnur meg
á lista H.
Míni hjartamál
Ferðavinnusamskipari
í Suðuroy
Valevni á lista A í Vági
eIleen sAndá
Umhvørvi
frAnk
JAcobsen
Unn Hentze
Tað gerst við viljanum til
nýhugsan, og við ein
um brennandi hugi til at
skapa umstøður, ið geva
fólki trúnna á, at her í
Suðuroy ber til at skapa
sær eina innihaldsríka
framtíð.
Størsta forðingin er, at í
nógvum politikarum býr
ein mótvilji ímóti at
ásanna veruleikan, at tað
gamla kann broytast og at
vit mugu ganga nýggjar
leiðir.
Fátæk, tó rík
Fleiri av valevnunum
koma við háfloygdum
tonkum og gyltum lyftum,
samstundis sum borgarin
undrast á, at tað sæst so
lítið til ta met stóru pen
inganøgd kommunan hevur
haft um hendi seinast árini.
Tvøroyrar kommuna er
fátæk uppá pening, men rík
uppá fólk. Dugnalig
fólk, ið stríðast fyri seg og
síni, so at tey kunnu skapa
sær eina rímiliga tilveru í
kommununi.
Men tá ið vit ikki aftur
rinda skuld í góðum tíðum,
sum hesi seinastu 4 árini
hava verið, er ilt at síggja
nær vit skulu gera tað.
Tað kann ikki verða
meiningin, at okkara barna
børn skulu svíða fyri
fíggjarligt óskil.
Skuldina burtur og so
framá
Skal tað eydnast okkum at
verða ein sterk og góð
kommuna, so er tað av
allarstørsta týdningi at
hava sum aðalmál at gerast
skuldarfrí.
Tá hava vit neyðuga
frælsi at raðfesta og
fíggjarliga førleikan at
halda lyftir.
Eg ivist ikki í, at flest øll
á Tvøroyri vita hvussu
støðan hjá kommununi er,
og tí taka gylt lyftir og
háfloygdar tankar við
fyrivarni.
Tíðin til tey stóru lyftini
er ikki komin enn, men tey
lyftir vit geva, skulu vit
eisini halda.
Vel tí eina trygga
fíggjarliga gongd, fyri teg
og tínar eftirkomarar.
vel Finnleif Guttesen
Vit kunnu venda gongdini í Suðuroy
fInnleIf
GUttesen
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
Sjálvsagt er hetta eitt tor
ført mál, fult av kenslum.
Sum eg havi skilt á máli
num, so hevur kreditorurin,
ein týskur banki, fráboða,
at Smyril Line skal gjalda
eitt gjald í morgin, 7. nov
ember, annars kemur
Norrøna ikki aftur til Før
oya. Hetta ljóðar ótrúliga
løgi, at týski bankin ikki
vil geva føroysku politikar
unum 12 vikur at viðgerða
málið í, so man ikki skal
skunda hesa avgerð ígjøgn
um. Neyvan hevur hesin
týski kreditorurin ein
spentan keypara á hondini
í hesum tíðum... so um
útlit eru at fáa pengarnar
frá Føroya Landsstýri, so
skuldi man hildið, at teir
vildu bíða nakrar dagar,
soleiðis at alt ikki verður
hurra ígjøgnum, áðrenn
nakar fær hugsa seg um.
Eg var tó glað at hoyra,
at nakrir av politikarum
okkara, eru eitt sindur
skilagóðir íhvørtfall í
orðaskiftinum í Løgting
inum 6. november 2008,
um uppskotið at spýta 30
mill. í Smyril Line.
Serliga var tað Magni
Laksáfoss, sum hevði eina
framúr góða røðu, ið legði
upp til, at løgtingslimir og
vit onnur, eiga at taka
støðu til málið út frá fakta
og ikki út frá kenslum. Vit
eru øll góð við Smyril Line
og Norrønu, men sjálvsagt
er tað fakta, sum skal vera
grundarlagið fyri avgerð
ini. Hví er so torført at fáa
onnur at seta pengar í? Er
tað realistiskt, at Smyril
Line fer at kunna klára
sínar skyldur framyvir,
uttan at fáa meiri pengar úr
Landskassanum? Og ikki
minst, nú vit hava 30 mill.
at brúka, burdu vit brúkt
pengarnar til onnur enda
mál? Serliga var tað Jenis
av Rana, sum hevði hendan
seinasta spurningin
frammi. Sera relevantur.
Skuldi Smyril Line
kanska bara fari á heysin
Annars hevði tað kanska
verið vert at tiki eitt kjak
um, hvørt man átti at lati
Smyril Line fari á heysin.
Onkur hevði kanska vilja
keypt Norrønu aftur, fyri
ein bíligan penga, so bílig
an, at tað kanska hevði
borðið seg fíggjarliga, at
havt eina rutu á Atlantar
havinum. Verandi íleggjar
ar missa álíkavæl heili
70% av sínum pengum,
sambært verandi uppskoti,
so tað er næstan líkamikið
hjá teimum.
Smyril Line og tíðarfreistin
- Er revolvarin ordiligur ella er talan um luftwaffe?
ásA
AndreAsen