Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 215 - 7. november 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Týsdagin hin 11. nov­ ember kl. 13.10 fer ”M.C. á ferð í Ísrael” í luftina Tíðliga á sumri 2006 var ferðafúsi frásøgumaðurin hjá Lindini í Miðeystri saman við Svenningi av Lofti og einum føroyskum ferðahópi. ”Vit lendu í Tel Aviv um midnáttarleitið, og leitaðu straks til Jerusalem, har gist varð teir fyrstu dagarnar. Í teimum fyrstu ferðafrá­ sagnunum verður tó hovliga lagt fyri í frítíðarbýnum Netanya við Miðjarðarhavið, haðani borin verða tíðindi og smásøgur úr ”Landi lyftisins”. Petur W. Háberg sáli mitt í rokinum Í sekstiárunum helt Petur W. Háberg nakrar sera áhuga­ verdar fyrilestrar um jøda­ fólkið fyri ungdóminum í Ebenezer. Eins og hinir áhoyr­ arnir gjørdist M.C. bergtikin av hesum, og fyri at skapa eina størri breidd í frásagnir­ nar, ganga brot úr hesum framløgum aftur í sendirøð­ ini. Í fyrstu sending verður eyðvitað leitað aftur til upp­ runa jødafólksins, Ábraham. ”Dánjal Poulsen festi røðurnar hjá Peturi á band, og Forlagið Leirkerið í Gøtu gav í 1999 út ein bókling við hesum fyrilestrunum, sum hava verið mær sera hentir”, sigur M.C. Ísrael – nei takk! ”Hevði satt at siga ongantíð ætlað mær til Ísraels, og nú eg kúvendi, vóru glómur í fleiri av kenningum mínum. Lati tykkum hoyra reaktiónina hjá Lailu á Lofti av Argjum og ísraelittinum og kokkinum Uri Baurenzweig í Havn. Ísra­ elsvinurin, hin aldrandi Justi Poulsen úti á Landavegnum, er eisini verdur at leggja oyru til, bersøgin sum hann er. Sum nakað nýtt er tátturin ”jødaskemt”, sum eisini fer at seta sín dám á fleiri av send­ ingunum,” brosar M.C. Halda tey Jól í Ísrael? Nú jólini standa fyri durum, koma frásagnirnar í desem­ ber mánaði úr Betlehem, har Jesus varð føddur. Flestu jødar halda, sum verða man ikki jól! Teir vrakaðu Son Guds frá fyrstu stund, og alt hetta prátið um Jesus, sum Messias, er í huga teirra tann beri heilaspuni. Jødar hava tó onki ímóti at fáa eitt jólakort frá tær. Hóast jólini ikki eru sið­ venja, so er satt jólahald ár um ár við hina sokallaðu føði­ kirkjuna í Betlehem, har sjálvur Yasser Arafat sáli og eftirmaður hansara Mahmo­ ud Abbas umframt leiðarar í Hamas hava verið jólagestir. ”Vit vitjaðu sjálvandi stað­ ið, har sagt verður at krubba Jesusar stóð á sinni. Aðrir pílagrímar vóru eisini hjá­ staddir, og í jólasending lati eg tykkum hoyra eitt blendi av grikst ortodoksum, donsk­ um, enskum og føroyskum jólasálmum”. ”Ljósfestin” hjá jødum skáksiglur av og á við jóla­ haldið hjá hini kristnu kirkj­ uni, og tá kundi onkur trúð, at jødar eisini eru farnir at halda ”okkara jól”, nú gávur verða givnar, og ljósini brenna – júst, sum siður er um okkara leiðir. Henda hátíð gýðinga hevur tó onki við føðing Krists at gera. Teir hátíðar­ halda nevniliga ein hernaðar­ siður 160 ár f. Kr., tá templið varð vígt av nýggjum. Blindaheimið Í Betlehem varð eisini vitjað á blindaheiminum ”House of Hope” sum nógvir føroyingar munnu kennast við. Nakrir palestinar, sum vit hittu við stórgarðin, søgdu seg at vera illa fyri fíggjarliga nú ísra­ elittar høvdu bygt henda illa gitna ”múrin” millum Betle­ hem og Jerusalem. Tá jólini við føðing Krists eru farin afturum, kemur ljóðmyndin ”Flýggjanin til Egyptalands”. Eitt hugtak­ andi ævintýr hjá hini svensku Selmu Lagerløf um Mariu, Jósef og Jesusbarnið. Heimildin er at finna í bók hennara ”Kristuslegender”, sigur M.C.. Nasaret Hóast bíblian er sera kørg við upplýsingum um smá­ piltin og tannáringin Jesus, so fáa vit bæði eitt og annað at vita nú føroyska ferðaliðið vitjar heimstaðin hjá Menn­ iskjusoninum, Nazaret. Tað er ikki minst átakinum Nazareth Village fyri at takka, at hin ferðandi fær høvi til at uppliva umstøður og umhvørvi, sum á døgum Jesusar. Havandi í huga, at Frelsarin ivaleyst livdi flestu ár síni á hesum staði – undan­ tikið tey fyrstu árini í útlegdini í Egyptalandi, og tey seinastu 3, tá ið hann gekk um og lærdi og grøddi í Galilea og aðrastaðni ­ so er hetta eftirgjørda bygdalagið í býnum ein sannur fongur fyri seinni tíðir. Meðan heim­ urin gongur sína gongd uppá gott og ilt, ber her til hjá tær at uppliva ein yrkadag, sum Jesus gjørdi tað í sínari tíð. Húsini, búnýti, búnaðaram­ boð... ja alt samalt er tað, sum í gomlum døgum. Ljóðmynd um Masada ”Á einari útferð úr Jerusalem varð leitað oman til Deyða­ havið og Mesada. Á ferðini bæði sóu og hoyrdu vit um beduinar, plantuvækstur og hvussu ymist tað regnar í hesum lítla landinum. Deyðahavið var nakað fyri seg, og føroyska ferðaliðið skemtaði sær óført í hesum nakað øðrvísi baðivatninum, sum við høgum saltinnihaldi sínum heldur tær á floti. Mórubotnurin er fullur av miniralum. Sagt verður at hesi eru góð fyri holdið, og fólk í fleiri londum keypa foredlað smyrsl úr Deyðahavinum, og gera dagliga brúk av tí. Ikki so langt burtur fra Deyðahavinum hevjar seg ein stuttur fjallaryggur. Ísra­ elsk herfólk geva stundum lyfti her uppi á Mesada, sum í árinum 66 var síðsti skansi jødanna ímóti rómverjum. ”Eg gjørdi eina ljóðmynd um hesa aldargomla frásøgnina, sum enn stendur, sum ein varði yvir nakrar fáar gýðing­ ar, ið við áhaldni og treiskni hóttu heimsins táverandi størsta yvirveldi. Upptøkur millum fornleivdirnar krydda siðsøguliga tilfarið, sum er funnið í bók hjá Helga Jacob­ sen og Monradi Holm. Fleiri enn 10.000 rómverskir her­ menn kringsettu hesi djørvu 960 uppreistrarfólkini – menn kvinnur og børn, ið høvdu leitað sær teir 400 metrarnar upp á fjalla­ skansan. Aftur á slóðina hjá Jesusi ”Tað var hugnemandi at leita aftur á støðini, har Jesus virkaði og gjørdi kraftargerð­ ir. Ikki minst deyði og upp­ reisn Meistarans rúnabinda teg. Niðurlagið í sanginum ”Hygg fjøldin til golgata gongur” sigur tað so væl: Hann gjørdi tað alt fyri meg; Hans elskandi hjarta er brost­ ið, Hann gjørdi tað alt fyri meg”, sigur M.C. djúptonkt­ ur. Bíblian er aktuell ”Sum ein nú situr og setir upptøkurnar saman, eftir at hava leitað fram siðsøguligt tilfar at bera lurtaranum, er tað ikki minst hugkveikjandi at hava bíbliuna við í til­ gongdini. Frásagnir hennara gerast ljóslivandi fyri tær, og nú tú hevur vitjað støðini, ger­ ast bíbliusøgurnar­ um møgu­ ligt­ enn meira viðkomandi og veruligar. Hevði, sum sagt, ongantíð ætlað mær til Ísraels. Nú hevði eg ikki vilja verið upplivingina fyri uttan! Ein kom eisini at kenna fleiri landsmenn í ferðahópinum, samanhaldið var fyrimyndar­ ligt, og sjónarringurin hjá mær er munandi víðkaður. Vónandi fær lurtarin gleði av øllum hesum. Bara tað, at fáa møguleikan til at bera lands­ monnum mínum frásagnir úr heimlandinum hjá Frelsara mínum, er bara prikkurin”, sigur ein vóngóður M.C. at enda. M.C. við nýggjari ferðafrásøgn M.C. Restorff við nýggjari ferðafrásøgn úr Ísrael í Lindini Føðingar 15. oktober fingu Randi og Edni Lisberg, Kristianssund, ein son. Hann var 40 cm. langur og vigaði 1570 gr. og er navngivin Benjamin. 29. oktober fingu Joan Jógvansdóttir og Ásbjørn Nybo Streymnesi ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2941 gr. 30. oktober fingu Lisbeth Jacobsen og Rúni Gaardlykke, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3800 gr. 31. oktober fingu Miriam av Reyni og Jóannes Egholm, Tórs­ havn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4850 gr. 31. oktober fingu Anna Herup Høgnesen og Høgni Djurhuus Olsen, Hoyvík, ein son.Hann var 52 cm. langur og vigaði 3650 gr. 31. oktober fingu Anita Haraldsen, Sandavágur og Heini Mohr Johansen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3995 gr. 1. november fingu Eyðhild Holm og Kenneth Strøn Bech, Vágur, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2680 gr. 2. november fingu Beinta Klakstein og Fróði Løkságarð, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3150 gr. 4. november fingu Jóhanna Joensen og Kim Hansen, Tórs­ havn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3500 gr. 4. november fingu Eyðbjørg Onghamar, Tórshavn og Ragnvald Joensen, Skálavík, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3900 gr. 4. novembur fingu Durita Knudsen og Signar Poulsen, Sal­ tangará, ein son. Hann var 57cm. langur og vigaði 4325 gr. 6. november fingu Bára Sólheim Guttesen og Jan A. Gutte­ sen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3900 gr. 80 ár 6. nov fylti Bertha Hansen Tórshavn 80 ár. Føðingardagurin verður hildin á Hotel Føroyum leygardagin 8. nov frá kl. 14 til 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ár Í dag, 7. nov. verður Engelbrecht M. Poulsen, snikkari, Miðvágur, 90 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Leygardagin 8. nov. fyllir Gunleyg Poulsen á Skipanesi 90 ár. Føðingardagurin verður hildin hjá ommudóttrini Margith Jensen á Leitisvegi 52 í Fuglafirði millum kl. 11.00 og 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 8.11.08 kl. 15.00 giftast í Havnar kirkju Súsanna Johannesen, Argir og Bjarne Clausen, Tórshavn. Brúdleypið verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 19.00. Leygardagin 8. november giftast í Skagen Kirke, Susanne Seidler, Skagen og Hans Pauli Poulsen, Skála. Bústaðurin er: Lønningen 6, 9990 Skagen. Í stubbanum um familjuna Mikkelsen sum hevur vunnið ein bil, var okkurt komið skeivt fyri. Tekst­ urin skal vera soleiðis: Mikudagin 5. november handaði bilasølan Norðbil við Oyggjarvegin ein spildurnýggjan bil til familjuna Conny og Regin Mikkelsen í Hoyvík. Regin var burturstaddur, so konan Conny saman við synun­ um Atla, Torbjørn og Sámal, tóku ímóti bil­ inum. Rætting