Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2008 29 Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Starvsfólk til Stuðulstænastuna í Eysturoy og Norðoyggjum Stuðulstænastan søkir eftir starvsfólkum at arbeiða í Stuðulstænastuni í Norð- oyggjum og Eysturoy at byrja skjótast gjørligt. 1) Stuðul til kvinnu í Eysturoy Søkt verður eftir stuðli til kvinnu í Eysturoy 10 tímar um vikuna. Arbeiðsuppgávur • At vera um kvinnuna, stuðla henni í ymiskum viðurskiftum og at fara við henni til tiltøk. Arbeiðstíðirnar eru um kvøldið og í vikuskiftunum. 2) Stuðul til unga gentu við menningartarni í Klaksvík Søkt verður eftir stuðli til unga gentu í Klaksvík 12,5 tímar um vikuna. Arbeiðsuppgávur • At vera um gentuna og stuðla henni í ymiskum fakligum og praktiskum viðurskiftum í skúlanum og heima við hús, tá hon ikki kann vera í skúla. 3) Stuðlar til stuðulstoymið í Eysturoy/Norðoyggjum • 1 fast starv 30 tímar um vikuna • 1 starv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi 26 tímar um vikuna • 1 starv sum avloysari í samband við sjúku/fráveru Stuðulstoymið í Norðoyggjum og Eysturoy er ein tvørfakligur starvs- fólkabólkur við 9 starvsfólkum. Málbólkurin hjá stuðulstoyminum eru heimabúgvandi fólk yvir 18 ár, ið hava skerdan likamligan og sálarligan virkisførleika. Arbeiðsuppgávur • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá brúkaranum • At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki • At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið brúkarin ynskir ella hevur tørv á • At vegleiða og samskipa samstarv við aðrar stovnar og mynduleikar Førleikakrøv Vit vænta, at tú: • Hevur eina jaliga menniskjafatan • Kann arbeiða sjálvstøðugt • Er opin, erlig/ur, virkisfýsin og menningarkunnaður • Hevur hug og hegni til at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi • Kann handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan • Er sterkur bæði til likams og sálar • Hevur eina viðkomandi útbúgving og royndir innan økið Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til bil. Lønar- og setunartreytir Umsøkjari við viðkomandi útbúgving innan almanna- og heilsuøkið, fær løn eftir sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Aðrir umsøkjarar fáa løn eftir hjálparfólkasáttmálanum hjá Føroya Pedagogfelag. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til við Heidi I. Tvørfoss, samskipara á tlf. 554032 ella Anniku Hansen, samskipara á tlf. 554037. Umsókn Send eina umsókn við prógvi og møguligum viðmælum til: Nærverkið Stuðulstænastan Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað.: Regin Johansen, deildarleiðari Umsóknarfreist: 28. nov. 2008 kl 12.00. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Økisleiðari til øki 2, íð umfatar Vágar/ Norðstreymoy/Sandoy/Suðuroy Stuðulstænastan er í støðugari menning, og sum liður í einum nýggjum leiðslu- bygnað skal ein økisleiðari setast. Starvið er eitt nýtt fulltíðarstarv og verður sett 01.01.2009. Stuðulstænastan fevnur um Stuðulstæn- astuna og Deildina fyri sinnisveik. Uppgávunar hjá Stuðulstænastuni eru: fylgi, eftiransni, umsorgan og sosial- pedagogisk hjálp til heimabúgvandi persónar yvur 18 ár við serligum tørvi, sum eru rørslutarnaðir ella hava avmark- aðan sálarligan førleika. Í løtuni eru uml. 110 persónar, sum fáa stuðul. Uppgávunar hjá Deildini fyri sinnisveik eru bústaðar- og virknistilboð til sinnisveik. Høvuðsendamálið er at stuðla persónum, so teir hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Førleikakrøv / høvuðsuppgávur • Tú hevur eina relevanta sosial- ella heilsufakliga bakgrund. • Tú hevur fíggjarligu og fyrisitingarligu leiðsluna av starvsfólki, íð eru sett í øki 2. • Tú skipar fyri menning av starvsfólki í øki 2. • Tú kanst byggja víðari uppá tað fakliga fundamentið í tøttum samstarvi við starvsfólkini. • Tú dugir at fyrireika og menna tænastuna til borgaran. • Tú dugir at samstarva við økisleiðararnar í økistoyminum innan Nærverkið. • Ígongdsetan og uppfylging av strategiskum málum. • Málsviðgerð. Vit leita eftur einum økisleiðara, sum hevur hesar persónligir eginleikar • Tú ert málsøkjandi og framsøkin. • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og dugir væl at fyrisita. • Tú dugir væl at samskifta, bæði munnliga og skrivliga. • Tú dugir væl at samstarva. • Tú ert týðuligur og torir at taka avgerðir. Vit kunnu bjóða • Eitt arbeiðspláss sum er í støðugari menning og við nógvum avbjóðingum. • Humor. • Supervision. Lønar- og setunartreytir Talan er um eitt fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum avvarð- andi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærverkið hevur sent starvið til flokkingar. Tann, íð settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Regin Johansen, leiðara á telefon 360000. Umsókn Nærverkið Argjavegur 26 Stíla: Regin Johansen, leiðari fyri Stuðulstænastuna 160 Argir Umsóknarfreist: 24. novembur 2008 kl. 12.00. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað?