Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 215 - 7. november 2008 Sethús – Heimistovuvegur 6, Glyvrar Hugnaligu og vælhildnu sethúsini eru í 3 hæddum Ovasta hæddin er 66 m2, miðhæddin er 102 m2 og kjallari 43 m2 íalt 211m2. Grundøkið 1129 m2. Byggiár: 1975. Í ovastu hæddini er stova, 4 kømur og baðirúm við brúsu. Í miðhæddini er durur, wc, gongd, hjúnarrúm, køkur, stova, arbeiðsrúm og vaskirúm. Í kjallarinum er stórt kjallararúm og fyrrúm. Húsini eru úr betong, standa sera væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi, hava sera gott útsýni og eru tætt við allar hentleikar. Prísuppskot: 1.400.000,00 kr. Grundstykki – Fossagerðið Leynavegur, Leynar Ognin er eitt stórt jarðarstykki í Leynum, sum – sambært byggisamtyktini – er lagt út til bústaðarbygging. Vegur kann gerast til ognina frá í erva og frá í neðra. Stykkið liggur sera væl fyri í rættiliga slættum lendi nær mið- staðarøkinum og mitt í bygdini í náttúruvøkrum, friðar- ligum og barnavinaligum umhvørvi við frálíkum útsýni út yvir bygdina, lánna og førðin. Tað tekur bara 15 min. at koyra til flogvøllin og 20 min. at koyra til Havnar. Prísuppskot: 1.500.000,00 kr. Sethús – Høvdavegur 10, Skopun Húsini eru í 2 hæddum á 120 fermetrum - í alt 240 fermetrar. Grundøkið er uml. 300 fermetrar. Byggiár: 1970. Í erva er durur, gongd, wc, baðirúm, 3 kømur, hjúnarrúm, køkur og stova. Í neðra er inngongd, gongd, kamar, kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm, hjallur og garaga. Húsini standa mitt í bygdini í friðarligum umhvørvi. Prísuppskot: 800.000,00 kr. Sethús – Leitisgøta 7, Argir Stóru og nærum nýggju húsini eru í 3 hæddum. Niðasta hædd er 120m2, miðhæddin 104m2 og ovasta hædd er 96m2 – í alt 320m2. Grundøkið er 501 m2. Byggiár: 2003. Húsini eru sera væl bygd, og nógv er gjørt burturúr ventilatión og øðrum innleggingum. Í miðhæddini er inngongd, gongd / hall / garderoba / upp- og niðurgongd, kamar / skrivstova, gestawc, stova, køkur / alrúm, grov- køkur við egnari inngongd og klædnarúm. Í ovastu hædd er trappugongd / alrúm / stova, hjúnarrúm við engum klædna- og baðirúmirúmi, 2 kømur og baðirúm. Í niðastu hædd er inngongd, fýrrúm og 3 stór kjallararúm. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi har stutt er dagstovn, nýggjan skúla og ringveg. Húsini hava panoramaútsýni yvir allan býin og allan førði Prísuppskot: 2.700.000,00 kr. Sethús J.Nolsøesgøta 13, Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum. Mið- og niðasta hædd eru 50m2 hvør og ovasta 40m2 – í alt 140m2. Grundøkið er 334m2. Byggiár: 1956. Húsini eru høvuðsumvæld í 2000 við nýggjum taki og klædningi, ketli, oljufýri bjálving á lofti- num, og íbúðin í niðastu hædd er nýggj. Í miðhæddini er inngongd, gongd / trappuuppgongd / -niðurgongd, køkur / alrúm / borðsstova / stova. Í ovastu hædd er trappugongd / trappupallur, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur. Í niðastu hædd er trappugongd, goymslurúm, fýrrúm og sjálvstøð íbúð. Har er inngongd, køkur / stova, kamar, baðirúm / vaskirúm. Garður / urtagarður er runt húsini. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum umhvørvi nær miðbýnum og hava gott útsýni úr erva. Stutt er til skúlar, dagstovnar, handlar, bussleiðir o.m.a. Prísuppskot : 1.900.000,00 kr. Íbúðarbygningur – C Ployensg. 8, Tórsh. Húsini eru 3 hæddum við 2 / 3 íbúðum. Hvør hæddin er 76,36 m2 – í alt 229 m2. Grundøkið er 172 m2. Byggiárið er upprunaliga uml. 1900, men húsini eru dagførd so við og við – seinast í 2005, tá ið øll ovasta hæddin var gjørd av nýggjum. Í miðhæddini er hjallur, inngongd, gongd / hall / trappugongd, 1 lítið rúm og 3 stór rúm, ið kunnu nýtast til íbúð ella umsiting. Í ovastu hædd er nýggj íbúð: Har er trappupallur / alrúm, baðirúm, køkur / alrúm / stova og stórt kamar. Í niðastu hædd er inngongd, gongd, kamar, stova, køkur og inngongd, vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Omanfyri húsini er garður / sólkrókur. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi mitt í býnum, har stutt er til alt. Frálíkt útsýni er úr ovastu hædd. Prísuppskot: 2.000.000,00 kr. Íbúð – Maritugøta 40, Hoyvík Snøgga og hugnaliga íbúðin, sum er í veghædd, er 78 m2. Byggiár: 2006. Íbúðin er væl gjørd í góðum byggjaríi við góðum tilfari. Betonveggir eru millum íbúðirnar og betondekk millum hæddirnar, so ikki hoyrist ímillum. Har er goymslurúm, inngongd, gongd, baðirúm / vaskirúm, hjúnarrúm, kamar, køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til útigólv. Gólvhiti er í gongd, baðirúmi og goymslurúmi. Íbúðin liggur í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi við góðum sólargangi og góðum grannalagi, og har er sera barnavinaligt við spæliplássi og FIFA-vølli beint við. Dagsstovnur og býlingshús er nær við, og bilfrí gøta er millum býling- arnar og oman til skúla. kirkju, handil m.v. Prísuppskot: 1.500.000,00 kr. Sethús – Grønatúgva 20, Fuglaførður Húsini eru í 2 hæddum – ovara hæddin er 80 m2 - niðara hæddin 40 m2, íalt 120 m2. Eisini er ein stór garaga. Grundøkið er uml. 600 m2. Byggár: 1959. Í ovaru hæddini er gongd, baðirúm, stova køkur, hjúnarúm, 2 kømur og trappa niður í kjallaran. Í niðaru hæddini er, kjallarúm/ fýrrúm/bruggers og 1 kamar. Úr kjallarinum kanst tú ganga beinleiðis út í garaguna. Húsini hava nýtt aluminiumstak og eru væl bjálvaði.Urtagarður er rundan um húsini og eisini er stór terassa .Húsini standa sera væl fyri úti á land og hava sera gott útsyni. Prísuppskot : 800.000,00 kr. Sethús – Gerðisgøta 7, Miðvágur Nýggju hugnaligu og sera snøggu húsini eru í einari hædd á 145 m2 við samanbygdum garagubygningini á 30 m2 – í alt 175 m2. Grundøkið er 551 m2. Byggiár: 2007. Í miðhæddini er inngongd, hall, hjúnarrúm við klædna- og baðirúmi, 2 kømur, baðirúm, alrúm / borðsstova / stova við útgongd til komandi útigólv, matarkøkur / alrúm, grovkøkur / bryggers / vaskirúm við egnari inngongd og útgongd til stóra garagu / fýr- og ítrivsrúm við sjálvvirkandi hurð, so tú kanst koyra beint inn. Á ovasta lofti er sentraldustsúgvara- og stór ven- tilatiónsskipan. Undir húsunum er krúpikjallari við stoyptum gólvi. Bjálvað upp undir gólvið og til ber at sleppa til allar innleggingar. Ventilatión, centraldustsúgvari, parabol og antenna er nærum í øllum rúmum. Brandalarmarnir sam- skifta og kunnu ringja til tína telefon. Húsini standa í nátt- úruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg har nógvar ungar familjur búgva. Har er sera veðurgott og góður sólargangur. Útsýnið er rálíkt og einki kemur upp fyri. Stutt er til nýggjan barnagarð, skúla, bátahyl, fótbóltsvøll, læknamiðstøð, busssamband og handlar – alt innanfyri 100 – 300 metrar, og 5 min. er á flogvøllin. Prísuppskot : 1.800.000,00 Jørð – Vágur, Vágur Jørð – í Brekkubø –, Vágur.Talan er um eitt stórt jarðar- stykki á knappar 7.000 m2, sum samb. galdandi byggi- samtykt fyri Vágs kommunu liggur í B2-bústaðarøki. Jørðin liggur sera væl fyri í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi, mitt í bygdini, skjótt til handil og skúla. Sera gott og vakurt útsýni út á førðin. Verður seld, um hóskandi boð fæst. Raðhús – Langatún 18/Bókbindarag. 31 Húsini eru í 3 hæddum á 44 m2 – í alt 132 m2. Grundøkið er 107 m2. Byggiár: 1958. Klædningur, tak og vindeygu eru frá 1985, køkurin frá 1983, wc í neðra frá 2000, baðirúmið frá 1978 og ketil / brennari / pumpa frá 2002. Í miðhæddini er inngongd, gongd, wc, borðsstova / stova, køkur og trappugongd. Í ovastu hædd er tappupallur, hjúnarrúm, 2 kømur, baðirúm og wc/baðirúm. Í niðastu hædd er inngongd, gongd, kamar, kjallararúm og hjallur. Framman fyri húsini er garður / urtagarður. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi. Útsýnið er hampiligt frá ovastu hædd. Húsini standa nær miðbýnum og stutt er til skúlar, dagstovnar, handlar o.m.a. Prísuppskot 1.600.000,00 kr. Íbúð – Berjabrekka 43, íbúð 10, Tórshavn Hugnalig íbúð í einari hædd uml. 67 m2 við leysum hjalli/ úthúsi uml. 6 m2. Byggiár 1986. Íbúðin er á aðru hædd, og er í góðum standi. Hon varð høvuðsumvæld í 1993. Opnað varð millum køk, stovu og gongd, hvítar gólvflísar vórðu lagdar í køki, gongd og baðirúmi, og eisini eru tær flestu hvítvørurnar skiftar. Íbúðin er klár at flyta inn í. Í íbúðini er durur, gongd, køkur/stova, baðirúm, hjúnarrúm og kamar, og í stovuni er hugnaligur útbygningur. Íbúðin liggur frítt fyri út til fríøki, og ”panorama” útsýni er yvir allan býin. Handil og dagstovnur eru beint við, og skjótt er til gongu oman í býin. Prísuppskot 1.500.000,00 kr. Grundstykki – í Geilini 20-22 Sørvágur Talan er um eitt stórt grundstykki á 1.325 m2, ið er væl egnað til at byggja sethús, tvíhús ella raðhús á. Tað vil siga, at byggjast kunnu í minsta lagi 4 hús/búeindir. Stykkið verður selt í einum ella í tveimum. Stykkið, sum er grivið út og planerað, er klárt at byggja á. Vatn, frárensl, kloakk, el og telefon er beint við, og seljarin átekur sær at gera graviarbeiðið til rottanga. Stykkið liggur sera væl fyri í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi út til veg og hevur sera gott útsýni. Prísuppskot: kr. 220.000,00 pr. stk. Íbuð – undir Kongavarða H1 th Argir Væl dámda íbúðin undir Kongavarða á 102 m2 er til sølu. Bert hendan eina er eftir í hesari støddini. Íbúðin, sum er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Harafturat er felagsøki. Hon er væntandi liðug várið 2009. Har er trappurúm / lyfta, inngongd, gongd / forstova / garde- roba, baðirúm / vaskirúm, køkur, borðstova / stova við útgongd til svala, hjúnarrúm við útgongd til svala og kamar. Íbúðin liggur í friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum parkeringsøki. Íbúðin er á 1. hædd í blokki H til høgru. Afturat keyps- kostnaðinum skal leggjast út kr. 150.000,00 fyri mvg, ið keyparin kann søkja um at fáa endurgoldið. Prísuppskot: 1.538.710,00 kr.