Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 7. november 2008 35 BYGGITILFAR Tíðindaskriv Sp/f Byggitilfar umboðar, sum fyrsta fyritøkan í Før­ oyum, nýggja viðin Super­ wood. – Tað, ið sermerkir henda viðin er, at hann er gjøgnum impregneraður á ein slóð­ brótandi og umhvørvisvinar­ ligan hátt – júst tað rætta til føroyska bygging, sigur felagið í tíðindaskrivi. Grundað á serviðgjørda viðin verður Superwood eisini rópt “framtíðarinnar træklædningur”. Viðurin fæst bæði sum klædningsbrettir og sum stórviður í ymsum støddum og profilum. ­ Superwood er norður­ lendskt granntræ, ið er við­ gjørt við eini serligari há­ trýsttøkni, ið impregnerar uttan at brúka tungmetall og uttan at leiva lívrunnin loysievni í trænum, siga Harald W. Knudsen og Dánjal Pauli Mohr eigarar av sp/f Byggitilfar. Umframt at viðurin er umhvørvisvinarliga fram­ leiddur gevur henda nýggja tøknin eisini hópin av prakt­ iskum fyrimunum. Tað er ikki nevðugt at turka viðin eftir viðgerðina, og hetta ger, at hann ikki er so tung­ ur sum impregneraður viður vanliga er og er tí eisini nógv lættari at flyta og at arbeiða við. Av tí at viðurin er turrur, kann hann eisini málast beinanvegin. Ikki er neyð­ ugt at grunda viðin fyri at verja móti roti og soppi áðrenn málað verður, tí hann er gjøgnumimpreg­ neraður við soppadrepandi fungicid heilt til kjarnuna. Umhvørvisliga er talan um eitt risalop framá, og tað merkir millum annað, at Superwood – í mun til van­ liga impregneraðan við – kann burturbeinast sum heilt vanligt brennbært burt­ urkast. – Staðfestast kann at, Superwood á allar mátar er “framtíðarinnar træklædn­ ingur”, og vit eru errin av at verða tey fyrstu, ið kunnu bjóða hetta umhvørvis­ vinarliga tilfarið í Føroyum, siga Harald W. Knudsen og Dánjal Pauli Mohr at enda. Framtíðarinnar træ­klæ­dn­ ingur fæ­st nú í Føroyum 100 ára gamli Theodor kemur komandi vikuskifti Orsakað av kommunuvalinum er nógv tilfar, sum má bíða til komandi viku. Millum hetta tilfar er ein áhugaverd samrøða, sum Óli Jacobsen hevur havt við 100 ára gamla Theodor Thomassen úr Sørvági. Hon kemur í komandi vikuskiftisblaði Størsta vinnutiltak í Føroyum – har føroyska vinnan hittir altjóða vinnuna