Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 215 - 7. november 2008 heilsanir Góða elskaða Henny Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum 6. november. Jesus pápi veri hjá tær. Vit elska teg:) Heilsan Henny omma og Hans abbi Góða fitta Henny Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum 6. november. Vit elska teg:) Mamma, Victor og Jastrið Góða elskaða Johnhild Her vart tú fín á tínum heilt stóra degi. Gott at tú náddi hann áðrenn 08.11.08. Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum. Alt tað besta í framtíðini. Ynskja mamma og babba Góða diddi Hjartaliga tillukku við 30 ára degnum. Hesin túrurin var hugnaligur, takk fyri nógvar hugnaligar løtur. Alt tað besta ynskja vit tær. Heilsan Kristina, Eydis og Rapp Góði fitti lítlibeiggi Hjartaliga tillukku við eitt ára degnum. Vit elska teg. Kærar heilsanir Sára, mamma og babba. Baldur letur eisini heilsa Góði fitti Bjarni Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við eitt ára degnum.Gleða okkum til tú kemur at sova hjá okkum aftur. Kærar heilsur omma og abbi Góði Bjarni Hjartaliga tillukku við eitt ára degnum. Vóni at tú skjótt verður frískur aftur og kann koma norður at vitja. Kærar heilsur Ása omma