Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 52

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 215 - 7. november 2008 Fíggjarleiðari Útbyggingar skulu fremjast av flogvøllinum og farstøðini eins og virksemið hjá floghavnini skal rekast á handilsligum grundarlagi. Ein spennandi tíð stendur fyri framman, har nýtt virksemi skal skipast, og har fíggjarstýring er ein fortreyt fyri einum væleydnaðum úrsliti. Søkt verður hervið eftir fíggjarleiðara til P/F Vága Floghavn. Fíggjarleiðarin skal hava ábyrgd av fíggjarligu viðurskiftunum hjá felagnum, rapporteringini til leiðslu felagsins, menningini av inntøkusíðuni hjá felagnum, bæði tá talan er um verandi skipan og nýtt virksemi, umframt aðrar uppgávur í sambandi við virksemið hjá Vága Floghavn. Førleikakrøv Tann rætti umsøkjarin t hevur útbúgving, so sum cand merc, HD, merkonom ella aðra hóskandi útbúgving t hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt t hevur royndir frá privata ella almenna arbeiðsmarknaðinum innan fíggjarvirksemi t hevur kunnleika til føroyskt, danskt og enskt mál Løn og setanartreytir Miðað verður ímóti at seta starvið 1. desember 2008, ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Dávid Reinert Hansen á telefon 354400 ella teldupost drh@floghavn.fo Umsóknir saman við prógvum, C.V. og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. november 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu sendast til: Dávid Reinert Hansen, P/F Vága Floghavn 380 Sørvágur Ella við neyðugum fylgiskjølum til teldupost drh@floghavn.fo P/F Vága Floghavn hevur frá juli 2008 tikið við virkseminum hjá Vága Floghavn, haðani eini 220.000 ferðafólk árliga ferðast til og úr Føroyum. P/F Vága Floghavn søkir eftir fíggjarleiðara sansir.fo Faroese Ligt by Lone-M LONE MØRKØRE hevur framsýning í Gallerí Jinx allan november mánað. www.lone-m.dk Gallarí Jinx á Áarvegnum · tel 317101 www.jinx.fo Volvo XC90 til sølu VOLVO XC 90, árg 2003, koyrt 107.000 km, 2.4 turbo- diesel, aut.gear (tip tronic), nógva eyka- útgerð, so sum leðursetur, navigeringsskipan, 7 setur, sleipikrók o.a. Sær gott út, væl hildin, ikki roykjara bilur. Til sølu fyri 300.000,- kr. Áhugaði kunnu ringja 595910 > Telefonráðgeving > Anonymitet > Tagnarskyldu > Stundir at lurta K R E A . F O . TEL 47 80 80 www.blakross.fo