fríggjadagur 7. november 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
sosialurin 7. november 2008
KOMMUNUVAL 08
– Tað stendur væl
til fíggjarliga í
Tórshavnar komm
unu, so eg dugi als
ikki at síggja, hví
vit skulu smekka
kassan í, sigur
Heðin Mortensen,
sum leggur afturat,
at tá tíðirnar gerast
verri, má kommunan
skapa virksemi
Kommunuval
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í mun til Høgna Mikkelsen,
metir borgarstjórin í Havn, at tað
nokk skal bera til at gera tær
íløgurnar, ið standa fyri framm
an.
– Kommunan hevur onga
skuld. Onki er lænt og tí meti eg
als ikki, at vit skulu byrja at
spara, tá tað gongur seinni í
samfelagnum, sigur javnaðar
maðurin. Hann leggur afturat, at
fólkagrundarlagið ger nógv fyri,
at kommunan hevur rímiligar
fíggjarligar karmar, men fíggjar
lógin verður lækkað eitt sindur,
fyri at tryggja seg eitt sindur.
Sitandi borgarstjóri er eisini
sannførdur um, at teir hava gjørt
tað rætta við at økja um um
sitingina, sum hann tó ikki metir
skal vaksa meira.
– Tá vit byrjaðu í hesi sam
gonguni, var umsitingin alt ov
lítil. Fólkini høvdu alt ov nógv at
gera, og bíðilistarnir vóru so
ótrúliga langir, tí ongin umsiting
var at taka fatur í tað. Men nú er
umsitingin sum hon skal vera, so
hon verður nokk heldur ikki
vaksin, greiðir borgarstjórin frá.
Hava gjørt alt
tey skuldu
Borgarstjórin í Havn metir ikki,
at tey hava klandrast so illa í sam
gonguni. Hinvegin metir hann, at
tað hevur verið sera friðarligt.
– Vit hava fingið øll tey málini
ígjøgnum, sum samgongan setti
sær fyri. Í mun til undanfarnar
samgongur, har øll hava kunna
fylgt við klandrinum í bløðunum,
so hevur tað ikki verið soleiðis
hjá okkum. Hini málini, har vit
ikki hava verið samd, eru mál,
sum hava stungið seg upp
brádliga, og mann kann sjálvandi
ikki geva fólkið munnkurv og tí
eru fólk ikki altíð samd, greiðir
Heðin Mortensen frá. Hann
nevnir eisini, at fíggjarlógin er
samtykt við fyrstu viðgerð.
Klár at halda fram
Heðin Mortensen metir, at núsit
andi samgonga hevur góðan
møguleika at halda fram, og hon
skal í gongd við nógv onnur mál.
– Vit nýta og hava nýtt nógva
orku til ítrótt og skúlar. Hesi
hava nú fingið tað mesta av tí, ið
krevst fyri ein høvuðsstað, so nú
koma vit til næstu málini, tað
verður serliga tónleikurin og tey
eldru, sigur Heðin Mortensen.
Sambandsmaðurin,
ið hevur sitið í and
støðu seinastu
fýra árini, øtast um
stýringina hjá sam
gonguni, har oyðsl
og ósemjur hava
verið afturvendandi,
heldur hann
Kommunuval
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sambært Høgna Mikkelsen, ið
hevur sitið í andstøðu seinastu
fýra árini, hevur staðið heilt illa
til í samgonguni hetta valskeiðið.
– Vit hava sæð eina umsiting,
sum bara er vaksin og vaksin.
Tað ber ikki til, og tað merkist at
borgarstjórin hevur koyrt
solospæl, tí hava tey í
samgonguni havt trupulleikar at
semjast, sigur Høgni Mikkelsen.
Hann leggur afturat, at hann
heldur tað vera løgi, at í øðrum
støðum siga tey fólki úr starvi,
meðan umsitingin hjá
kommununi bara veksur.
Eisini metir sambandsmaðurin,
at tað als ikki ber til at gera tær
útbyggingar, ið liggja í kortinum
hjá sitandi samgongu.
– Vit mugu hugsa um, at tíðir
nar ikki eru sum tær hava verið,
og tí kunnu vit ikki rokna við at
kunna byggja tað flottasta av tí
flottasta. Vit mugu heldur nýta
peningin har hann ger mest
nyttu, heldur enn at oyðsla, so vit
fáa dýrar arkitektar, fortelur
Høgni Mikkelsen, sum eisini
heldur tað vera løgi at byggja so
nógv nýtt, tá mann als ikki fylgir
upp og finnur útav hvat eldru
bygningarnir skulu nýtast til.
Okkum mangla
grundstykkir
– Ítrótturin hevur fingið alt ov
nógv. Onki hevur verið gjørt fyri
at útvega grundstykkir, og tað er
ein stórur trupulleiki og tey, sum
eru ávegis eru alt ov dýr. Eisini
er tað sera løgi, at mann knapp
liga, so stutt fyri valið, skal seta
spakan í til eina fimleikarhøll.
Tað kann mann næstan síggja
sum beinleiðis valagn, sigur
Høgni Mikkelsen. Sum heldur
tað vera løgi, at ítrótturin hevur
fingið so nógv, og onnur so lítið.
Skal rudda upp
Sambandsmaðurin metir tó, at
upprudding verður gjørd til valið.
Tí hann ætlar sær at syrgja fyri at
ikki meiri peningur verður nýttur
enn neyðugt.
– Vit mugu syrgja fyri at lata
vera við at seta fleiri fólk í
umsitingina. Samstundis mugu
vit eisini royna at fáa skil uppá at
hava greiðar og konkretar ætlanir
við tingunum vit gera, so skil
verður á, sigur Høgni Mikkelsen.
Hann greiðir eisini frá, at hann
heldur tað vera so løgi, at
samskifti við kommununa er so
tungt, og at hetta skal broytast.
Vit hava nokk av pengum
Vit hava ikki ráð til alt
11. novembur skal aftur
avgerðast, hvør skal hava
sæti í býráðnum í Havn
Heðin Mortensen metir, at sam
gongan, ið situr, hevur góðan
møguleika at halda fram
Høgni Mikkelsen er sannførdur
um, at broytingar skulu gerast í
býráðnum, so meiri stýring verður
við øllum