Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 7. november 2008 23 KOMMUNUVAL 08 – Eg vænti ikki, at øll Eysturoyggin sjálvboðin tekur avgerð um at leggja saman í eina kommunu í komandi valskeiði, men eg vænti, at vit fara at síggja Eysturoynna sum tvær kommunur innan langt um leingi. Her koma nýggj fólk, og vit hava nýggjar tíðir, sigur fráfarandi borgarstjórin í Runa­ víkar kommunu, Hans Jacob Lam­ hauge Eysturoy Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hans Jacob Lamhauge hevur verið aktivur í kommunal­pol­i­ tikki seinastu 32 árini. Hann varð fyrstu ferð val­dur, tá hann var 28 ára gamal­. Nú er hann seksti og hevur gjørt av ikki at stil­l­a upp­ aftur á kommunuval­inum, 11. november. – Hetta hevur verið ein áhuga­ verd tíð í kommunal­pol­itikki – heil­t frá fyrsta degi, tá eg fyrstu ferð varð val­dur í 1976. Ikki minst seinastu tvey árini, nú eg havi sitið sum borgarstjóri, hava verið sera áhugaverd. Øl­l­ árini hevur tú føl­t, at økið hevur verið í menning, og at tú sum fól­ka­ val­dur at umboða hesar bygdir hevur verið við til­ at gera mun. Góður stuðul Hans Jacob hel­dur, at nú árini innan kommunal­pol­itikk eru vorðin 32 í tal­i, er tíðin komin til­ at finna hurðina sjál­vur. – Eg havi eisini upptikið ein sess í býráðnum í 32 ár, og nú hal­di eg, at onnur eiga at sl­eppa fram at og fáa henda sessin, sum hevur verið mín í so l­anga tíð. Sitandi borgarstjóri í Runa­ víkar kommunu er afturval­dur á hvørjum val­i seinastu átta kommunuval­ini. – Tey fyrstu val­ini visti tú nøkul­unda, hvør val­di teg, men sum árini eru gingin hevur verið verri at sagt, hvørjir stuðl­arnir eru. Eg eri tó al­tíð væl­ stuðl­aður í Lamba, Søl­darfirði, Gl­yvrum og eisini her úti í miðøkinum í kommununi. Nú eg gevist, eri eg takksamur fyri øl­l­ hesi ár, og eg eri sera takksamur mótvegis øl­l­um teimum, sum so trúl­iga hava stuðl­að mær. Hann vísir á, at tað eru tríggir l­istar í Runavíkar kommunu til­ val­ið hesaferð ­ ein skál­al­isti, sum eisini fevnir um smáu bygdirnar norðanfyri, ein søl­dar­ fjarðarl­isti og so ein l­isti í megin­ økinum. Tað eru bert tríggir av 11 sitandi býráðsl­imum, sum stil­l­a uppaftur. Hesi eru Kl­æmint Østerø, Hans Petur El­l­ingsgaard og Kristian Gaardbo. – Á øl­l­um l­istum eru kvinnur og menn, tó at eingin l­isti hevur so góða kvinnul­iga umboðan, sum l­istin í Søl­darfirði, ið hevur fýra kvinnur og fýra menn, sigur borgarstjórin. Spurdur, um hann hevur nakað boð upp á, hvør verður nýggjur borgarstjóri í Runavíkar kommunu eftir komandi val­, er Hans Jacob al­s ikki avgjørdur. – Nei, tað tori eg ikki at geva mítt boð upp á. Teir tríggir, sum stil­l­a uppaftur, fara ival­eyst at bjóða seg fram, og tað fara onnur og nýggj andl­it ival­eyst eisini. Borgarstjórin sigur, at tað eru nógv áhugaverd og væl­ kval­i­ fiserað fól­k á teimum trimum l­istunum og fara nøkur av hesum at fáa atkvøður, sum tey ival­eyst fara, er eisini væntandi, at tey fara at bjóða seg fram, tá tann tíðin kemur. Samanlegging Nú Hans Jacob Lamhauge gevst í pol­itikki, hevur hann einki ímóti at siga sína hugsan um, hvat hann hel­dur fer at tæna Skál­afjørðinum og Eysturoynni best í l­ongdini. – Eg eri fyri, at Skál­afjørðurin verður ein kommuna, og eg vænti, tá komandi val­skeið fer at nærkast endanum, at semjur eru gjørdar um at l­eggja Eysturoynna saman í tvær kommunur. Hann væntar hinvegin ikki, at Eysturoyggin sjál­vboðin verður l­øgd saman í eina kommunu eftir l­utfal­sl­iga so stuttari tíð. – Vit hava havt góðar samrøður bæði við Nes kommunu og Sjóvar kommunu, og vit í Runavíkar kommunu eru fyri, at Skál­afjørðurin verður l­agdur saman í eina kommunu. Hinvegin hava hinar báðar kommunurnar við ytru armarnar ikki verið so sannførdar, tó at tær einki hava ímóti at viðgera spurningin. Hans Jacob sigur, at komm­ unurnar hava eisini havt eina møgul­iga samanl­egging frammi, tá tær al­l­ar hava verið savnaðar á fundi. – Men niðurstøður eru ongar gjørdar í so máta, og sol­eiðis hava hel­dur ongar verul­igar samráðingar verið. Sjál­vur sær borgarstjórin stórar møgul­eikar og fyrimunir í eini samanl­egging – ikki minst, nú mangt bendir á, at gl­ið fer at koma á verkætl­anina við Skál­afjarðartunl­inum. – Ein sl­íkur tunnil­ verður ein stór avbjóðing fyri økið, og eg ivist ongav l­øtu í, at vit saman høvdu verið best før fyri at tikið ímóti henni. Hans Jacob Lamhauge vísir á, at nógv er broytt í kommunu­ num, síðan goml­u sl­itini mil­l­um ávikavist Runavíkar kommunu og Nes kommunu og mil­l­um Skál­a kommunu og Sjóvar kommunu. – Samfel­øgini er broytt, og infrastrukturin er nógv broyttur og mentur. Hetta eru nýggjar tíðir, og her eru nógv nýggj fól­k. Í dag hevur tað ikki so stóran týdning, hvar aktivitetirnir l­iggja, sum tað hevði í sínari tíð, tá togast varð um sl­íkt, sigur sitandi borgarstjórin í Runavíkar kommunu. Skálafjørðurin ein kommuna - Vit hava havt góðar samrøður bæði við Nes kommunu og Sjóvar kommunu, og vit í Runavíkar kommunu eru fyri, at Skálafjørðurin verður lagdur saman í eina kommunu, sigur Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen