Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 sosialurin 7. november 2008 KOMMUNUVAL 08 Tað sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, har flakavirkið hevur ligið stilt í vikuvís og stovnar lata aftur. Hon heldur, at Vágur sum útjaðari var síðst um at vera komin úr kreppuni fyri 15 árum síðani, og fyrst at merkja, at niðurgongd nú aftur er fyr stavn Kommunuval 08 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo – Vágur var kanska um at síggja ljós fyri stavn, eftir tungu kreppuna fyri 15 árum síðani. Flakavirkið hevði staðið stongt í áravís og so sá betri út og Fiskavirking hevur havt virksemi á flakavirkinum, men nú hevur onki verið í einar seks vikur, og tað merkist. Og at stovnar nú fara av bygdini eisini er sera tungt at vera vitni til, sigur Kirstin Strøm Bech, og sipar til, at Føroya Banki letur deild sína aftur í Vági og fólk eru uppsøgd. Borgarstjórin í Vági heldur, at Vágur var síðst um at vera komin úr kreppuni fyri 15 árum síðani, og er nú fyrst at merkja, at niðurgongd nú aftur er fyr stavn. Ongin vakstraravtala – Og afturat hesum er so tað, at onki er sett av til vakstrar­ avtaluna fyri Suðuroynna, sigur Kirstin Strøm Bech, og sipar til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í sjónvarpi hevur boðoð frá, at ongin peningur er settur av í ár til hetta. ­ Hagstovan veit eisini at siga, at allar kommunur í Suðuroynni hava afturgongd í fólkatali, eftir framgongd seinnu árini og eftir kreppuna, sigur Kirstin Strøm Bech. ­Men vit eru her, og mugu stríðast og herja á. Tað nyttar ikki at seta seg at gráta, sigur borgarstjórin í Vági. Ikki fyri einhvønn prís ­Kommunusamanlegging er eyðsæð ikki størsti trupulleikin, ið vit hava at stríðast við, men eg havi gjørt míni sjónarmið greið hesum viðvíkjandi, nevniliga, at eg eri fyri at gera ein sáttmála um kommunusamanlegging. Men sjálvsagt ikki fyri einhvønn prís. Hetta skal vera ein sáttmáli, sum býráðslimir og borgarar kunnu góðtaka, sigur Kirstin Strøm Bech, og minnir á, at hinar kommunurnar í syðru hálvu av Suðuroynni ikki hava verið fyri at samstarva við Vág, og sostatt hava tvær kommunur í oynni, og tí hevur Vágur bert val ímilum at standa eina, ella hava eina kommunu í oynni, sum støðan er í løtuni. - Vit eru her og mugu stríðast og herja á. Tað nyttar ikki at seta seg at gráta, sigur borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech Kommunu­ samanlegging ikki størsti trupulleikin