Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. november 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 7. november 2008 25 KOMMUNUVAL 08 Valið er tín møguleiki Býráðspolitikkur er at skapa menning, trivna og vinnumøguleikar. Høvuðstátturin í trivnaðinum er barnaansingin, skúlarnir og eldraøkið. Men umframt hesi, so er trivnaðun eisini mentanartilboðini, ítrótturin og ikki minst møguleikarnir at liva í kommunu við alskyns privatum tænastum. Skulu fólk støðast, so er samanrenningin av ymsu tilboðunum avgerðandi fortreytin fyri trivnaðinum. Hetta setir stór krøv til kommunalu politikararnar, sum skulu finna røttu javnvágina millum at fremja neyðugu menningina og so at ansa eftir, at skatturin ikki drepur virkishugin og fær fólka at stinga í sekkin. Henda veruleika hevur fólkaflokkurin altíð fyri eygað - at býta ágóðarnar, so mest møguligt fæst fyri hvørja krónu, sum kommunan leggur hald á hjá borgarunum. Hetta eru eisini mín grundsjónarmið. Ger valdagin til tín møguleika og framtíðina fyri øll. Vel virkisfýsni, Vel Vagn á Lista A Seinastu hálvu øldina hava Tjóðveldi, Sambandið og Javnaðurin skiftisvís átt leiðsluna í Vágs býráð. Teir hava sum oftast altíð verið saman í samgongu, so nú má vera uppá tíðina at Uttanflokkalistin kann fáa róðrið í hond, taka við leiðsluni í býráðnum og fáa vent gongdini í Vági. Hesir 3 umrøddu flokkar hava verið púra samdir um í uppá skift, at hava leiðsluna Tað er sjón fyri søgn - her er einki eftir, bygdin er næstan eigasør fyri initiativ, vinnulívið er niðurslitið og alt alment virksemi er flutt úr bygdini. Her hevur verið nokk av øllum, man hevur bara staðið og hugt at, meðan tann eini stovnurin fyri og annar eftir eru fluttir út um eingjagarð- arnar, ikki tí vágbingar hava sagtans givið býráðs- politikkarum álit, men her hevur bara verið aftur- gongd, og tað i ólukku- máta. Her er lítið at vísa á – eitt stórt fallitbúgv – ein tóm bygd fyri alt. Her hava sagtans verið vinnulívs- menn, undangongumenn, sum hava bygt upp, men hava menn vart teir og løgga teir ? Um teir fáu vinnulívs- neistar, ið enn eru eftir ikki skulu slókna, má nýggj leiðsla koma til í býráð- num, taka um endan og seta nýggja kós. Skulu vit hava nakran møguleika fyri at kunna arbeiða okkum uppundan aftur og fáa bygdina aftur á føtur, má býráðið umskipast. U.S.A. hevur í dag valt nýggjan forseta, hann skal venda gongdini har og fáa broyting í. Í stóra Amerika er bara neyðugt við tí eina persóninum, so tað má væl eisini vera nokk her í Vági. Vit hava bert brúk fyri tí eina prsóninum – men tí rætta persóninum, sum leiðara í býráðnum – fyri at fáa vent afturgongdini til framgongd. Hendan persónin finna vit millum valevnini á Uttanflokka- listanum. Har eru góð vinnulívsfólk, góðir kvinnu- ligir vinnulívsstjórar, sum í roynd og verki roynast væl. Tað er gjøgnum vinnulívið vit skulu menna bygdina aftur og tað er á Uttan- flokkalistanum vit finna tey røttu valevnini, ið kunnu fremja hetta. Á Uttanflokkalistanum finn- ast fleiri stjórar, undan- gongufólk, sum í dag stýra vinnulívinum í 100 milliónaklassanum, hvør í sínum lagi. Vit finna hesar stjórar millum uttanflokka- valevnini úti á Nesi, mitt í Vági og vesturi í Bø. Veljarar vísi okkum álit. Tað skal sum sagt í U.S.A. bara ein undangongumaður til, fyri ikki at siga ein undangongukvinna, fyri at ganga á odda. Haldi ikki so hánt um Uttanflokkalistan, okkara lítla Benjamin, kundi verði at hann royndist tykkum betri enn tit halda. Veljið Uttanflokkalistan, veljið harvið framgongd fyri Vág. www.uttanflokkalistin.dk Tað hevur leingi verði hildið, at mentan er nakað við kvæðunum og Kingo, fletting og velting – jú so er eisini, hóast at kalla alt á hesum øki er varðveitingar- mentan. Men nútíðarmentanin eigur at hyggja frameftir byggjandi á m.a. ta farnu mentanina nevnd omanfyri. Uttan fortíð ongin nútíð og uttan nútíð ongin framtíð. Mentan í Føroyum skal ikki longur húsast í kjallar- um og avlopshúsum – “høsnarhúsum” – í Havn. Vit skulu fara undir bygging av rættiligum musikkhúsi og tónleika- skúla í einari stórari verkætlan, sum skal kunna hýsa virksemi, sum kann stuðla og supplerað tað virksemi, sum er í Sjón- leikarhúsinum, Norður- landahúsinum og aðra- staðni og gera uppsetingar, sum ikki kunnu vera í hesum húsum. Vit eiga at kunna bjóða bestu orkestrum, kórum og einstaklingum (heims- stjørnum) hendavegin at framføra tað besta heim- urin hevur at bjóða. Vit eiga at kunna læra av hesum og sjálvi framføra verk, sum ikki smæðast millum tað besta sum finnst. Tjóðpallur Føroya eigur at gerast veruleiki í bygn- ingi, sum kann gerast í sambygging við konsert- salin/tónleikaskúlan – tá landið ikki tímir so mugu vit í Havn -. Hetta kann gerast eitt felags mentanarhús, ið verður ein háborg fyri bæði leiklist og tónleik á høgum altjóða stigi. Slíkt hús skal liggja í - ella nærhendis miðbýnum Allar góðar kreftir eiga at taka lógvatak saman um bygging av veruligum musikkhúsi í Havn. Byggiloyvir alt ov langa tíð Er tað rímiligt, at fólk skulu bíða í fleiri mánaðir eftir loyvum at sleppa at byggja á egnum grundøki? NEI. Hesum vil eg virka fyri í Tórshavnar Kommunu: Um ein umsøkjari hevur hildið seg innan mørkini í byggisamtyktini og hevur bíðað í meira enn ein mánað frá tí, at umsóknin er latin inn, skal viðkomandi hava loyvi til at byrja uttan byggiloyvi. Trupulleikin liggur tá hjá kommununi og ikki hjá borgarnum. Set tí tín kross við Hans Norðfoss á býráðsvalinum í Tórshavn tann 11. Novembur. Heðin Mortensen beinleiðis lýgur 8.2 mió. kr. øking komandi ár til lánsgjøld, ið ikki eru til?? Tað er sera ódámligt, at okkara borgarstjóri í bløðunum kemur við beinleiðis lygnum. Heðin skrivar, at hann ikki hevur nakrað ætlan um at skuldarbinda kommuna, men tað kann prógvast, at hann hevur ætlanir at skuldabinda høvuðsstaðin við 100 mió.kr. Heðin hevur júst lagt fram fíggjarætlanina fyri 2009. Har stendur svart uppá hvítt, at komandi ár skulu setast 9,2 mió.kr. av til at gjalda lánsgjøld. Í fíggjarætlanini fyri í ár stendur 1 mió.kr. til lansgjøld, og fyri fíggjarætlana 2009, sum Heðin Mortensen júst alment hevur lagt fram eru 9,2. mió kr. avsettar til lánsgjøld. Tvs. at konto- lánsgjøld - er hækkar við 8.2 mió.kr. uttan at æltanin er at upptaka lán! - Skilji hvør, ið skilja vil - . Hví í allari víðu verð setur Heðin 9.2 mió.kr. at til at gjalda skuld, tá eingin skuld er? Trupulleikin er, at Heðin M. ikki hevur minsta skil fyri peningaviðurskiftinum hjá kommununi, og eg ræðist, um hann aftur sleppur fram at kasssanum. Býráði er umsiting borg- arans, tí hava allir borgarir rætt til at vita hvat býráðið tekst við. Tað er ein skylda hjá býráðnum, at veita hesa tænastu Í hesum teldu tíðum, er ongin umbering fyri, ikki at gera hetta. Býráði skal m.a.hava eina heimasíðu har borg- arin sær hvørjar tænastur eru í kommununi. Har skulu eisini vera øll skjøl borgarin kann fáa brúk fyri, í skriftligum samskifti við kommununa Men tað íð hevur størsta týdning, er tað býráðslimir gera og taka støðu til. Fyri at borgarin skal kunna fylgja við í hesum, skal postlistin, ( yvurlit yvur allan post til komm.) alm. kunngerast. Fíggjarlógin, framtíðarætlanir, skrá fyri nevndar/býráðsfundir og fundarsamtyktirnar skulu eisini vera alm.atkomiligar. Persónsmál skulu sjálvandi ikki út alment. Mannagongdin nú er, at borgarar kunna biðja um innlit í ymisk mál, men treytin er sjálvandi at borgarnir kenna til máli. Við opinleika kunnu borgarar fylgja við og betur biðja um innlit, har tey hava brúk fyri tí. Býráðið skal hava opnan og professionellan dialog við borgaran. Møguleiki skal vera fyri, at seta bæði alm. og privatar spurning- ar, har sjálvandi bert teir alm. vera svaraðir alment. Nærdemokrati, tað er borgarafundir, har býráði kunnar borgaran um ymsar ætlanir í býnum og borg- arin fær høvi til at siga sína meining um ætlaninar. Tað er umráðandi at borgarin merkir hann verður tikin við uppá ráð. Borgrarnir skulu til ein og hvørja tíð og hvar hann enn er staddur kunna fylgja við hvat býráðið ger Kann ein býráðslimur ikki opi standa við tær avgerðir hann tekur, er hann ikki sína uppgávu vaksin. arkitektur, Listi E Albert Isfeld X við lista A HAns norðfoss sjúkrarøktarfrøðingur, valevni á Uttanflokka­ listanum í Vági fríðgerð MIdjord býráðslimur og valevni á lista A jAn CHrIstIAnsen MArjun olsen valevni á Lista A VAgnur joHAnnesen Mentan – Bygging av nýggjum musikkhúsi/musikkskúla Opinleiki og gjøgnumskygni ein borgararættur Hvør verður leiðslan í Vágs býráð?