fríggjadagur 7. november 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
sosialurin 7. november 2008
KOMMUNUVAL 08
Býráðsvalið í
Runavíkar kommunu
Skúlaøkið
Sjálvur havi eg arbeitt í Runavíkar kommunuskúla í
mong ár og havi tí fylgt við á økinum.
Allir skúlarnir í kommununi eru rímuliga væl fyri. Í
nógv ár hevur verið tosað um út- og umbyggingar av
Runavíkar skúla. Nógv uppskot hava sæð dagsins ljós,
men endaliga avgerðina um at byggja nýtt í Runavík
tók sitandi býráð. Vit fáa um stutta tíð ein nýmótans
skúla við øllum hentleikum, samstundis, sum hann
eisini vil verða ein mentanardepil.
Eitt komandi býráð kemur at leggja síðstu hond á
hesa stóru verkætlan og spennandi verður at fáa alt at
virka væl. Hvussu fæst bókasavnið, og hvussu fáast
aulan og kantinan at virka so væl sum møguligt, til
gleði og gagn fyri allar borgarar í kommununi.Tað
verða spurningar, sum komandi býráð kemur at verða
við til at avgera.
Útjaðarin
Eitt sum komandi býráð eigur at leggja orku í, er at
fáa útjaðaran í kommununi at føla seg sum part av
heildini. Her haldi eg, at gongda leiðin er við
raðfestingum, føstum mannagongdum og kunning.
Nývalda býráðið eigur beinanvegin at finna fram til,
hvørji grundleggjandi viðurskifti møguliga ikki eru í
lagi í útjaðaranum. Her hugsi eg um vatn, kloakk,
gøtuljós o.s.fr. Síðani eigur býráðið at raðfesta og seta
eina tíðarætlan, nær hetta ymiska ætlandi verður gjørt.
Síðani er alneyðugt, at borgararnir á staðnum fáa
kunning um hetta, so óneyðugar misskiljingar ikki
stinga seg upp.
Eitt annað sum ger seg galdandi er, at flest allar tær
almennu tænasturnar í kommununi liggja náttúrliga í
Saltangará og Runavík. Eg kann nevna TAKS,
Almannastovuna, Apotekið og Politistøðina, bara fyri
at nevna onkrar.
Eitt komandi býráð átti at umrøtt spurningin, um
ikki møguleiki var at skipa fyri busssambandi millum
meginøki og útjaðaran í kommununi.
Kunning til borgararnar
Dentur eigur at leggjast á at kunna borgararnar í
kommununi so væl sum gjørligt um, hvat hendir í
kommununi. Kommunan hevur sína heimasíðu, har vit
kunnu fáa ymiskt at vita, men eg haldi tó, at
kommunan skuldi tikið enn eitt stig á
kunningarøkinum.
Her vildi eg skotið upp, at um nýggjársleitið skuldi
hvørt húski í kommununi fingið ársrokniskapin fyri
farna árið, saman við einum kunningarskrivi. Í
kunningarskrivinum skuldi staðið, hvat ið
høvuðsheitum arbeitt hevur verið við, og eisini, hvat
liggur fyri framman í tí nýggja árinum.
Tað kann ikki passa, at vit
í 2008 ikki kunnu nøkta
tørvin hjá okkara eldru
borgarum. Nógv eldri og
gomul fólk, eru sera illa
fyri og fáa ikki ta hjálp tey
eiga og hava rætt at fáa.
Nærmasta familian má ofta
taka um endan fyri at vera
hjá sínum eldru. Veit um
fólk, sum eru noydd til at
biða sær orlov frá arbeiði,
og onnur, sum fáa
sjúkramelding fyri at vera
hjá sínum eldru. Nógv
verða niðurkoyrd, tí í
nógvum førum er hetta eitt
24 tíma arbeiði. Slíkt
gongur nógv útyvir
lívskvalitetin hjá allari
familiuni. Vit mugu og
skulu tí hava virðiligari
umstøður til okkara eldru.
Um dagarnar var ein
nøgdsemiskanning løgd
fram har sagt var, at tað
økið, sum borgarin er
minst nøgdur við, er júst
eldraøkið. Tí er hetta mest
átrokandi mál hjá býráð-
num at fáa loyst beint nú.
At skapa fleiri búpláss til
tey eldru í kommununi.
Tað standa í løtuni
skrásettir 373 umsøkjarar
til búpláss í Tórshavnar
Kommunu.
Nakað er gjørt á hesum
øki, og hevur býráðið
fingið fleiri búpláss til tey
eldru. m.a. Vallalíð,
Tjarnargarð og Oman
Mattalág.
Eisini er skjøtul settur á
at gera ellis-og røktarheim
yviri við Strond. Tá 1.
byggistig er liðugt kunnu
tey fyrstu 24 búfólkini
flyta inn. Tá alt ellis- og
røktarheimið er liðugt, vera
tað 24 eldraíbúðir, sum
koma afturat. Har vera
íbúðir bæði til støk og pør.
Trupulleikin hjá Tórs-
havnar Kommunu er, at
landið í veruleikanum
eigur ábyrgdina av øllum
eldraøkinum. Tórshavnar
Kommuna hevur spurt seg
fyri hjá landsmyndug-
leikunum, um at gerast
royndarkommuna innan
eldraøki, men svarið hevur
verið noktandi. Mín
meining er, at Tórshavnar
Kommuna skal fáa alla
ábyrgdina av eldraøkinum,
og at peningur sjálvandi
skal fylgja við frá landi-
num. So eri eg vís í, at
Tórshavnar Kommuna fær
bíðilistan til búpláss langt
niður, og at borgararnir í
kommununi fáa tey tilboð
og ta hjálp, sum teir hava
uppiborið.
Fái eg tín stuðul til
Býráðsvalið tann 11.
november, ert tú við til at
betra um umstøðurnar hjá
teimum eldru. Eg skal so
gera mítt til at hetta mál
verður loyst skjótt og væl.
X við lista C
Eftir at hava lisið ein grein
av Erling Eidesgaard um
royk frá brenniovnum, varð
eg skelkaður.
Greinin snúði seg um,
hvussu eitrandi roykurin
frá brenniovnum er, serliga
fyri børn og ung. Til dømis
kann sigast, at ein
brenniovnur er 500 til 800
ferðir so eitrandi, sum ein
oljufýring. Avleiðingarnar
eru m.a. astma,
kyknubroytingar,
millumoyrnabruni,
roykjaralungu, krabbamein,
viknað mótstøðuføru og
defektir á nervaskipanina.
Sjálvandi haldi eg, eins
og nógv onnur, at tað er
hugnaligt at sita framman
fyri einum logandi og
hugnaligum eldi í
ovninum, men gleðin kann
gerast stokkut, nú tað er
staðfest, at hetta er so
eitrandi fyri okkara børn.
Í Kalifornia hevur
senatorurin Arnold
Schwarzenegger sett fleiri
forboð móti brenniovnum
við tí grundgeving at teir
seta mannalív í váða. Í
grannalondunum hevur eitt
nú Hvidovre kommuna sett
forboð á ávísum støðum og
ymsar árstíðir, tí
astmasjúklingar fingu
oftari herindi, enn vanligt.
Eg haldi, at Tórshavnar
Kommuna skal ganga
undan at hava eitt sunt
umhvørvi. Mítt uppskot er,
at frá eitt nú 2010 skal bara
vera loyvi at brúka
brenniovnar í desember
mánaði. Í longdini kundi
verið talan um fullkomuligt
forboð fyri brenniovnum í
Tórshavnar Kommunu.
Hví hevur Tórshavnar
Kommuna tagt?
Visti tú, at tá tað kemur til at byggja leigu/eigu og
lutaíbúðir, tørvar ikki kommununi at bíða eftir, at
løgtingið skal viðtaka ein bústaðarpakka?
Eg undrist á, at Tórshavnar býráð hevur verið so
tigandi hesum viðvíkjandi, tá nú í fleiri ár hevur verið
tosað um bústaðarmangul og ov høgar bústaðarprísir í
Tórshavn. Hví hevur Tórshavnar býráð tagt og latið
okkum bíðað eftir einum bústaðarpakka í fleiri ár, tá
einki er til hindurs fyri at hon tekur sakina í egnar
hendur?
valevnið Miðflokksins
til kommunuvalið
2008
Unn
Hentze
býráðslimur, valevni
hjá Javnaðar
flokkinum
Halla
SamUelSen
Valevni á lista A til
Runavíkar býráð
magnUS
RaSmUSSen
Virðiligari umstøður til tey eldru
Brenniovnar eitra ung og børn
valevni á lista C
Rúni
DjURHUUS
Íbúgvarnir kring Sunds-
vegin vita ikki, hvat hendir
við innkomuvegnum til
Havnar. Hettar ørkymlar
íbúgvarnar, tí samgongan
heldur upplýsingum aftur.
Eftir at seinasta sam-
gonga varð skipað, hoyrd-
ist graml um, at sam-
gongan varð treytað av, at
ávís vegaføring ikki skuldi
leggjast har skilabest er.
Um tað er orsøkin til, at
ongin avgerð enn er tikin,
um, hvar vegaføringin skal
vera, kann bara gitast um.
Landsverk og tað almenna
er síðani komin inn í mál-
ið. Onki veruligt frættist
um, hvat hendir við hesum
vegnum, og íbúgvarnir
gerast alt meira ørkyml-
aðir.
Best sum øll sita undr-
andi og bíða hvat hendir,
nú hoyrist at avkomuvegur
av hesum sama ringvegi
skal ganga oman eftir
Sundsvegnum. Hettar er í
dag tveysporaður vegur,
sum er gjørdur í 1980-
árunum og liggur tætt fram-
við íbúðarhúsum. Her
liggja 3 barnagarðar, stovn-
ar og síðuvegir, ið eru
knýttir at Sundsvegnum.
Hesin vegurin skal fram-
yvir gerast tann mest
trafikkeraði vegurin í
landinum, við 18000 bilum
um samdøgrið. Her kunna
ikki øll klók høvd vera
tikin uppá ráð, men heldur
verður gingið áhugamálum
hjá ávísum borgarum á
møti, so skilagóðar loysnir
ikki verða framdar.
Íbúgvarnir kring hesa
ørvitis ætlan hava krav
uppá at vera hoyrd og fáa
innlit í málið. Okkurt av
eigarafeløgunum hava
biðið um innlit í málið,
men ongi tíðandi skjøl eru
útflýggja. Niðurstøðan er
hon at hettar tolir ikki
dagsins ljós, og tí verður
ongin kunning í málinum,
hóast hettar kemur at raka
allar íbúgvarnar, ið búgva
omanfyri Vestara Ringveg.
Tað kann ikki vera rætt, at
sitandi býráðssamgonga
sleppur smoygja eina full-
komuliga óforsvarliga
ætlan omanyvir íbúgvarnar
við Sundsvegin, Villingar-
dalsvegi, á Ternuryggi,
undir Brúnni og Millum
Gilja v.fl., uttan at nakar
fær innlit og sleppur at
gera viðmerkingar.
Uttan at lýsa málið
yvirhøvur, er ætlanin at
Sundsvegurin skal verða
tann mest trafikkeraði
vegurin í landinum, við 18
túsund bilum um sam-
døgri. Hettar vísur kann-
ing, sum samgongan hevur
lati gjørt av ráðgevingar-
fyritøkuni Rambøll Nyvig.
Eg kann upplýsa at býráðs-
meirilutin hevur samtykt
ætlanina og biðið um 500
túsund til at gera eitt
dispositiónsuppskot av eini
dagførdari linjuføring av
Sundsvegnum, umframt at
bjóða projekteringarbeiðið
út. Hettar er rættuliga
álvarsligt fyri íbúgvarnar,
og má steðgast á, áðrenn
tað er ov seint.
Góðu borgarar, sam-
gongan ætlar at tit skula
gerast grannar hjá hesi
ørvitis ætlan, uttan tit
verða eftirspurd. Vilja tit at
tað framvegis skal vera
gott at búgva her uppi, og
trygt at koma til og frá,
umframt at tað skal vera
gott hjá børnum at ferðast
til og úr skúla, so skal
hettar vendast á borðinum
nú, so allir borgarar fáa
innlit í ætlaninar hjá
sitandi samgongu.
Geva tit mær tykkara
stuðul, so vil eg vera
tykkara umboð í málinum.
Ferðsluruðuleiki á Sundsvegnum
eri at finna á lista B
SteinfinnUR
mittelStein