Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 216- 10. november 2008 tíðindi Leygardagin var stóra kappingin um at byggja LEGO robottar og gera uppskot um fyribyrging av veðurlagsbroytingun­ um. Junior Kids av Skála vunnu kapping­ ina, og eru nú klár at fara í norðurlendska kapping FIRST LEGO LEAGUE Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Skálabørn eru ófør, tá tað kemur til FIRST LEGO League. Tað vísa hagtølini, tí børnini av Skála vunnu bæði í fjør og í ár. At tey vóru mett at vera favorittar at vinna kappingina er ikki løgi, tí í fjør vunnu tey og gjørdust næstbest í norður­ lendska umfarinum. Hetta gav teimum ein vinning, sum var at sleppa til Atlanta at luttaka í kapping har. ­ Tá vit komu til Amerika gekk ikki nakað serligt. Robotturin gekk fyri, so tað var ikki gott, men tað var ótrúliga stuttligt, sigur ein av teimum, ið luttók í kapp­ ingini í fjør. Í ár er hann ikki við, tí hann hevur fing­ ið til uppgávu, at hjálpa ein­ um yngri liðið av Skála. Í ár gekk heldur ikki nak­ að serligt at byrja við í kapp­ ingini. ­ Tað var okkurt, sum kiksaði við robottinum at byrja við, men vit gjørdu hann í ordan, og kláraðu okkum betur í seinnu umførunum. Síðani komu vit í finaluna og har vunnu vit. Vit vunnu eisini teknis­ ku avbjóðingina, tað er har mann greiðir frá um robott­ in, greiðir Tóra Johannesen, ið er ein Junior Kid, frá. Hon leggur afturat, at tey kláraðu seg nøkulunda í øll­ um og vóru tilnevnd til allar premiurnar. ­ Eg haldi eisini, tað vera stuttligt, at øll eru í so góð­ um lag. Mann lærir nógv at kenna, og so fær mann eisi­ ni stig fyri at tosa við hini liðini, so tað má mann gera, sigur Tóra Johannesen. Tað eru mest foreldrini, ið taka sær av Junior Kids, men Skála skúli er kortini sera fegin um kappingina. ­ Í fyrstani var ein lærari við hjá teimum, men seinas­ tu árini hava tað mest verið foreldrini, ið hava skipað fyri. Vit eru sjálvandi sera errin av teimum, og vit gleð­ ast saman við teimum. Tað er eisini sera hugtakandi, at børnini eru so íðin at søkja vitan sjálvi, fortelur Hans Jákup Andreasen, skúla­ stjóri í Skála skúla. Stuttligur dagur Tað var gleði og gleimur í Klingruni hjá Føroya Tele leygardagin. Ein rúgva av spentum børnum og foreldr­ um vóru har. Tónleikur og róp vóru at hoyra alla tíðina, og tað var onki andlit, ið ikki smíltist, hóast nógv vóru ørkymlaði tá robotturin ikki gjørdi tað hann skuldi. Stóri trupulleikin við robottunum var stýris­ skipanin, har teir ofta ikki loystu uppgávurnar heilt sum teir skuldu. Men sinnið á børnunum hevði eisini sína ávirkan á robottarnar. ­ Børnini eru ofta so ner­ vøs, tá tey skulu kappast. Seta tey robottin eitt sindur skeivt tá ið tey byrja, so kann tað ikki ganga væl. Men hetta er ótrúliga stutt­ ligt, og eg rokni við, at tað gongur betur hjá teimum út á dagin, greiðir, robott­ dómarin, Lena Lástein frá, ið Sosialurin møtti eftir fyrsta umfarið. Til kappingina høvdu børnini eisini latið seg í nógvar ymiskar búnar, og fírdu ikki fyri at geva tað eyka av gleði og rópi, sum skal til fyri at vinna kapp­ ingina. Til framløgurnar høvdu tey eisini gjørt nógv burtur­ úr. Til dømis høvdu børn úr Santa Frans skúla gjørt framrokningar fram til 2060 og hetta vísti, at kava­ dagatalið veruliga er í eini minking. Vinnararnir Tað vóru fleiri ymiskar virðislønir lætnar leygar­ dagin. Ein var fyri alla kapp­ ingina, og hana vunnu Junior Kids av Skála sum nevnt. Ein onnur var fyri samstarv og ein fyri fram­ førslu. Tær báðar vunnu Pink Panthers, sum ganga í sjeynda í Santa Frans skúla. Teoripartin vann Klima’ks, sum eisini eru úr Havn. Tey ganga í skúla á Argjum og í Kommunuskúlanum. Junior Kids vunnu enn einaferð Hetta er næsta árið á rað, at Junior Kids vinna FIRST LEGO League Virðislønir vórðu lætnar fyri fleiri ymiskar uppgávur. Steypini vóru sjálvandi úr Lego Tað stóð nógv á, tá robotturin ikki gjørdi, sum hann skuldi. Pink Panthers fingu tó aðrar virðislønir Kravgangur var eftir at sleppa at standa við robottborðini