mánadagur 10. november 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 216 - 10. november 2008 ]
Stjørnan-Kyndil
33-16 (14-9):
Væntaði
stórsigurin
Kyndil gav ikki Stjørn
uni nakrar trupul
leikar yvirhøvur
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var toppur móti
botni í Klaksvík sunnu
dagin. Stjørnan hevur
vunnið FMheitið sein
astu trý kappingarárini,
og aftur í ár tykist kósin
at púrasta óbroytt.
Og móti stigaleysa
Kyndli høvdu tær á odda
liðnum als ongar trupul
leikar. Fyrstu lítlu løtuna
slapp Kyndil at hanga
eitt sindur í, men eftir
eitt korter setti Stjørnan
ferð á. Í verjuni komu
tær upp á tærnar at
standa, og so fóru tær av
álvara at toga seg burtur.
Eftir hetta var einasti
spurningurin,
hvussu
stórur
sigurin
skuldi
verða. Upp á skift royndu
skjúttarnir hjá Stjørnuni
at fáa sær nøkur mál til
máltindin, meðan tað hjá
Kyndli einamest ráddi
um at fáa tíðina at ganga,
so tær kunnu venda tank
arnar móti næstu upp
gávuni.
Stóðu seg væl í OB
Hesi tíðindi ber danska fótbóltsheimasíðan bold.dk. Talan er um
Sørmund Kalsø úr KÍ, Jóan Símun Edmundsson úr B68 og
Róald Jakobsen hjá B36. Teir hava í vikuni vant við U19
hópinum og unglingahópinum hjá OB, og avrik teirra hava verið
sannførandi, sigur Uffe Pedersen, ið er talentstjóri í OB, við
heimasíðu felagsins. Talan er um tríggjar góðar fótbólts
spælarar, ið hóast teirra unga aldur spæla á vaksnamannastøði.
Teir hava staðið seg væl, og vit hava fingið eina sera góða mynd
av teimum meðan teir hava verið her, sigur Uffe Pedersen.
Talentstjórin sigur eisini, at OB heilt víst fer at fylgja ungu
monnunum, ið allir eru undir 18 ár, í framtíðini.
Del Piero skorar framvegis
34 ára gamli Alessandro Del Piero hevur verið flúgvandi seinastu
vikurnar, og hann hevur mest sum einsamallur skotið Juventus úr
einari kreppu. Í farnu viku skoraði hann bæði málini ímóti Real
Madrid í Champions League, og um vikuskiftið skoraði hann fyrra
málið, tá vann Juventus 20 á útivølli ímóti Chievo. Inter liggur
framvegis á odda í Seriu A.
Hóast frágongdin hev
ur verið hampuliga
stór, er StÍF fram
vegis væl við í kapp
renningini um finalu
pláss
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Undan
kappingarárinum
segði StÍF farvæl við spæl
arar sum Danny Syhler og
David Edvardsen, uttan at
nýggir
spælarar
vórðu
keyptir til felagið uttanífrá.
Tí mundu tey flestu hava
so hampuliga lítlar vónir til
StÍF hetta kappingarárið.
Gaman í telur hópurin fram
vegis nógvar dugnaligar
spælarar, og tað kann væl
vera, at hetta sum vant fer
at røkka til pláss í steypa
finaluni. Men í FMkapp
renningini hildu tey flestu
helst, at strandingar fóru at
gerast ov stuttir.
Men tað hava teir so ikki
verið higartil. Sæð burtur
frá einum svipsara móti
Kyndli hevur kósin fyri tað
mesta verið sett beint móti
oddinum, og har hongur
StÍF enn í hølunum á VÍf,
hóast munurin aftur til H71
og Neistan bert er eitt stig.
Neistin
hevði
annars
møguleikan at toga seg
fram um sunnudagin, tá
meistararnir vitjaðu á Skála,
men tað var sjáldan líkt til,
at teir bláu skuldu hava
nakað sum helst við sær.
Hampuliga
tíðliga
í
dystinum togaði StÍF seg
tveytrý mál framum, og
hesum høvdu teir at kalla
ongan tíð hug at sleppa
aftur. Neistin kom heilt nær
nakrar ferðir, men tað tókt
ist, sum hevði heimaliðið
alla tíðina neyðugu orkuna
til at svara aftur, og tá tað
veruliga skrædnaði tíðliga í
seinna
hálvleiki,
høvdu
meistararnir ikki tað, sum
skuldi til fyri at svara aftur.
Kyndil hevði munin
at kalla allan seinna
hálvleik, men seinasta
minuttin mistu teir
alt á gólvið, soleiðis
at KÍF vann sær síni
fyrstu stig á árinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Botnuppgerð var á skránni í
Kollafirði í gjár, har Kyndil
var á vitjan.
Undan dystinum hevði
KÍF als einki stig at vísa á,
meðan
Kyndil
hinvegin
hevði vunnið sær eitt við
javnleiki
móti
StÍF.
Umframt hetta hevði Kyndil
eisini sýnt stóra leikliga
framgongd seinastu dyst
irnar, og tí var kanska vænt
andi, at teir grønu veruliga
fóru at lætta sær á í gjár.
Tað var tó ikki nógv, sum
bendi á hetta fyri steðgin.
KÍF var nevnliga støðugt
betra liðið fyrstu 30 minutt
irnar, men so gekk brádliga
púrasta galið.
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki setti Kyndil seg
nevnliga fullkomuliga á
dystin. Tað tók kollfirðing
um 10 minuttir at koma á
talvuna eftir steðgin, og so
hevði Kyndil tikið leiðsluna.
Ein leiðslu, sum teir eisini
tóktust halda fast um í
rótuta dystinum.
Seinastu løtuna kiksaði
tó hjá teimum grønu. Koll
firðingar amaðust alt nærri
gestunum, og teir skutu seg
upp á 2323, áðrenn Kyndil
aftur tók leiðsluna. Tá var
bara ein minuttir eftir, men
hendan seinasta av slagnum
dugdi KÍF altso betur at
gera sær dælt av. Og við
teimum báðum seinastu
málunum í dystinum vunnu
teir seg upp á talvuna.
Stjørnan-Kyndil 33-16
(14-9)
10 min: 4-3
20 min: 7-5
40 min: 20-12
50 min: 25-13
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen
6(1), Una Olsen 6(1), Dianne
Møller 6(2), Durita
Christophersen 5, Durita
Mikkelsen 3(1), Durita
Ljósstein 2, Edith Hansen 1,
Bára S. Klakstein 1
Kyndil: Jacklin Djurhuus 6(1),
Barbara Egilstrøð 2, Jórun
Ludvig 1, Halla Midjord 1,
Annika Poulsen 1, Ronja
Mikkelsen 1(1), Beinta
Laursen 1, Ása Christiansen 1,
Marina Zilko 1
Brotskøst: Stjørnan 6, Kyndil
2
Útvísingar: Stjørnan 2,
Kyndil 1
Dómarar: Heri Petersen &
Dánjal Samuelsen
FAKTA um dystin
KÍF-Kyndil 25-24 (12-10):
KÍF á talvuna
StÍF-Neistin 30-26 (15-11):
Strandingar hanga í
StÍF-Neistijn 30-26 (15-11)
10 min: 6-4
20 min: 10-9
40 min: 20-41
50 min: 25-20
Málskjúttar
StÍF: Kári Horn 7, Alexandur Johansen 6(1), Mortan Hansen
6, Bárður B. Danielsen 3, Rúni Johansen 3, Bent Djurhuus 2,
Sveinur Justinussen 2, Andre F. Danielsen 1
Neistin: Áki Mørk 7(2), Finnur Hansson 5, David Edvardsen
4, Jugoslav Djumic 3, Blagoje Buha 2, Tróndur Kragesteen
2, Magnus Matras 1, Karl Herup Olsen 1, Jens Mohr 1
Brotskøst: StÍF 1, Neistin 3
Útvísingar: StÍF 2
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen
FAKTA um dystin
KÍF-Kyndil 25-24
(12-10)
10 min: 4-3
20 min: 8-7
40 min: 13-15
50 min: 18-18
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 9(1),
Andrias Petersen 5, Jákup
Trygvason 4, Regin
Petersen 2, Teitur Joensen
2, Niklas Reginsson 1, Suni
Johannesen 1, Ási Dam
Kyndil: Høgni Klein 8,
Hans Áki Dal-Christiansen
6(2), Janus Einar Sørensen
3, Andreas Sólsker 2,
Jónleif Sólsker 2(1), Ken
Zachariassen 2, Bárður
Johannesen 1
Brotskøst: KÍF 1, Kyndil 4
Útvísingar: KÍF 3, Kyndil 4
Dómarar: Kristian
Joensen & Karstin
Joensen
FAKTA um dystin
Alt koppaði í seinasta
minuttinum, tá Kyndil
misti bæði stigini til KÍF,
sum við hesum kom sær av
botnsessinum
Mynd: Álvur Haraldsen