Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-11-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. november 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 216 - 10. november 2008 ] Tríggir nýggir í HB Bjarni Jørgensen úr KÍ, Símun Rógvi Hansen úr B71 og Tróndur Sigurðsson úr AB fara allir at spæla við HB í 2009. Hetta boðaði felagið frá á ársveitsluni, sum teir hildu leygarkvøldið. Teir eru tó ikki nýggjari enn so, at allir hava spælt í felagnum áður. Bjarni Jørgensen og Tróndur Sigurðsson eru uppvaksnir í HB, men hava síðstu árini roynt seg í øðrum feløgum. Símun Rógvi Hansen er sandoyingur, men hevur spælt við HB í unglingadeildini. Hesi tíðindi veit heimasíðan hjá Dimmalætting at siga. Sambært teimum hevur felagið eisini longt nakrar sáttmálar við leikarar, ið eru í felagnum frammanundan. Teirra millum serbiska Milan Kuljic. Halda fram á Stamford Bridge Enskir miðlar hava borið tíðindi um, at Chelsea ætlar at byggja sær nýggjanleikvøll, men tað avsannar leiðslan í Chelsea nú. Chelsea hevur spælt á Stamford Bridge seinastu 103 árini, og tað kunnu í mesta lagi verða 42.000 fólk til dystir har. - Vit ætla ikki at flyta, fyrr enn vit hava brúkt allar møgueikar at byggja út, sigur felagið í einari fráboðan. 17 ára gamli Nikkel Petersen koppaði tveimum legendum, tá hann vann fyrstu bogaskjótikappingina í vetur. Hin vinnarin í kappingini er eisini ungur, og vann á sama hátt sum Nikkel sína fyrstu vaksnamannakapping Bogaskjóting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vanliga fær bogaskjótingin í Føroyum eitt sindur niður árini tá ongir Oyggjaleikir eru. Nú skuldi bogaskjóting- in helst hækka eitt sindur, tí veturin til áðrenn eitt Oyggjaleikaár er júst byrj- aður. Men kappingin í gjár, var fyrsta kappingin, og tí kann roknast við, at úrslitini fara at betrast so hvørt sum veturin líður, og innandura- kappingarnar enn eru á skránni. Fyrsta innandurakapping- in varð hildin í gjár úti í kjallaranum í høllini í Runa- vík, og talan var um eina spennandi og áhugaverda kapping. Kappingin var ikki bara jøvn og spennandi. Vinnararnir vóru eisini sera ungir, og serliga annar var sera óvæntaður. Compound Í Compoundkappingini vóru fleiri skjúttar, ið ikki hava luttikið í nógvum kapp- ingum. Í bólkinum vóru átta skjúttar, og tað er meira enn tað hava verið í langa tíð. Eisini er áhugavert, at tvær kvinnur vóru við, í mun til eina, sum tað hevur verið í nógv ár. Sigrið og Schandorff Vang, ið hava verið berandi á Oyggjaleikaliðnum hjá Føroyum í nógv ár, har bæði avgjørdu at steðga seinast Oyggjaleikir vóru, vóru bæði við í kappingini, so tey kunnu bæði koma við til Oyggjaleikirnar á Álandi í summar, um tey velja at halda fram at skjóta. Kappingin byrjar við ein- um innleiðandi umfarið, har 60 pílar verða skotnir. Eftir hetta umfarið var Jógvan Niclasen fremstur. Leingi hevur Jógvan vunnið hvørja kapping hann hevur verið við til, og verður vanliga mettur sterkasti skjútti í landinum. Aftaná honum var rættiliga javnt millum teir næstu, men áhugavert var at síggja, at Nikkel Peter- sen, ið bert hevur skotið við Compoundboga í átta mán- aðir, lá nummar trý í kapp- ingini. Frammanfyri Nikkel var eisini Schandorff Vang. Finalur Tá komi var til hálvfinalur- nar skuldu Per H. Andersen og Jógvan Niclasen skjóta. Dysturin endaði við, at Jógvan dró longra stráið, og vann dystin við tveimum stigum. Í hinari hálvfinaluni skutu Schandorff Vang og Nikkel Petersen. Endin varð at Nikkel koppaði legend- uni, hetta tó skuldi verða ein strævin ferð, tí dysturin var javnur alla tíðina. Men til endans bragdaði hjá Nikkeli, tí dómarin valdi at døma ein sera ivasaman píl til hansara fyrimun. So meistarin var koppaður og lærusveinurin trein fram. Tí tað er ongin ivi um, at Schandorff hevur givið Nikkeli nógv góð ráð. Um triðja plássið skuldu so Per og Schandorff skjóta. Báðir eru gamlir í garði, so talan fór helst at vera um ein spennandi dyst. Men har var Schandorff eitt vet frammanfyri, so tað endaði við at Schandorff vann við trimum stigum. Í finaluni skutu Jógvan og Nikkel. Dysturin endaði púra javnur, og øll vóru ovfarin, at Nikkel megnaði at halda konsentratiónina. Síðani eru reglarnar soleið- is, at mann skjýtur ein píl á gangin. Pílurin sum er best- ur vinnur so. Tá teir høvdu skotið fyrsta pílin, vóru báðir í miðjuni. Sostatt máttu teir skjóta einaferð enn, og tá var Nikkel eitt stig sterkari enn Jógvan. So 17 ára gamli Nikkel Peter- sen vann sína fyrstu vaksna- mannakapping, við at vinna á einum av venjarum sínum og á skjúttanum, ið vanliga er sterkastur. Recurve Í Recurvebólkininum vóru bert fimm skjúttar. Úrslitini innleiðandi bóru merki av, at tað var fyrsta kappingin í vetur. So stigini kunnu vænt- ast at gerast hægri seinni í vetur. Innleiðandi lá Eirikur í Jákupsstovu fremstur, Ann- ika Vang lá fimm stig aftan- fyri og Jógvan M. Andreasen (Eggaba) lá á triðja pláss- inum. Finalur Í finalunum sótu trý tey fremstu yvir, og einasti dysturin í fjórðingsfinaluni var millum Jastrid M. Jen- sen og Torfinn Hansen. Tal- an var um ein rættiliga javn- an dyst, sum Jastrid vann (96-91). Síðani vóru semifinalur- nar, har Eirikur skeyt móti Torfinni. Dysturin endaði 103-93. so Eirikur var klárur til finaluna. Annika Vang og Jógvan M. Andreasen skutu hina semifinaluna. Talan var um ein sera spennandi dyst, har bæði skiftu ímillum at hava munin. Endin var tó, at Eggaba vann dystin við einum stigið (104-103), so hann skuldi møta Eiriki í finaluni, samstundis sum Annika og Jastrid skuldu skjóta um triðja plássið. Finalan gjørdist – sum altíð – sera hørð fyri nervar- nar á skjúttunum og endaði við, at 20 ára gamli Eirikur vann dystin við 104 stigum, í mun til tey 98 hjá Egga- ba. Dysturin um triðja plássið gjørdist ongantíð so øgiliga spennandi, men áhugavert er, at Annika, fekk 105 stig, sum er eitt fleir enn vinnarin fekk í finaluni. Alt í alt ein kapping, ið fekk tveir ungar vinnarar, bar brá av eini byrjan og har teir eldru fingu okkurt at hugsa um. Lærlingurin koppaði legendunum 17 ára gamli Nikkel Petersen úr Rituvík vann Compuondkappingina frammanfyri Jógvan Niclasen og Schandorff Vang Eirikur í Jákupsstovu, ið er 20 ára gamal, vann sína fyrstu vaksnamannakapping frammanfyri Jógvan M. Andreasen og Anniku Vang