mánadagur 10. november 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 216- 10. november 2008
tíðindi
Hvørt sjálvslýsingar innan mynd
listina eru sjónlig dømi um fak
ligan stoltleika og sjálvrós, ella
sjálvsmyndin er ein meira intel
lektuelt vinklað roynd at geva
avvarðandi listaverki eyka dýpd,
er ikki altíð lætt at meta um, men
listafólk hava líka síðan endur
burðartíðina málað sjálvsmyndir,
eins og tey hava sett seg sjálvi inn
í lýsingar av øðrum. Kend dømi
um hetta eru Jan Van Eyck, sum í
sínum portretti av Arnolfini
brúðarparinum í 1432, málaði seg
sjálvan í tí útbogaða spegilinum
miðskeiðis í myndini og Diego
Vélazques, sum góð tveyhundrað
ár seinni fekk seg sjálvan við í
lýsingini av umhvørvinum kring
sponsku kongafamiljuna, sum er
kend undir heitinum “Las
Meninas” (Hovdamurnar).
Við modernismuni vant áhugin
fyri tí subjektiva upp á seg og
hervið fingu vit eyðvitað fleiri
sjálvslýsingar innan listina, sum
eisini sprongdu mørkini fyri
hvussu vit vóru von at síggja
listafólk umboða seg sjálvi í
lýsingum, ið nú loyvdu tí ljóta og
dapra at gerast sjónligt eins og
vit í mong ár hava upplivað tað í
myndunum hjá Øssuri Johanne
sen, ið taka støði innan norður
lendska og týska ekspression
ismu (t.d. Edvard Munch, James
Ensor og Käthe Kollwitz).
Eitt heildarlistaverk
Ekspressionistiska árinið í hesum
myndunum er sum so rættiliga
óoriginalt og gamaldags, sam
stundis sum tú ongantíð ivast í
hvør upphavsmaðurin til verkini
er. Sum hann situr har, listamað
urin, eitt sindur óstillur í fram
sýningarhølinum við einum tign
arligum, innfjarum smíli, kemur
tað mær fyri, at hann sjálvur er
partur av listaverkinum.
Hóast tað síða hárið er demon
strativt ófriserað og stendur í allar
ættir og buksurnar eru skræddar,
so at knæskelin, tann eina er úr
latin, er okkurt fullkomiliga tilvit
að yvir svarta og reyða litavalinum
og stílinum sum heild, ið hóskar,
nei er ein partur av einum stórum
outsiderartheildarlistaverki, sum
er Øssur Johannesen. Og hetta er
óansæð, hvørt talan er um hansara
tónleik, tær mongu fløgurnar og
myndirnar, yrkingarnar, greinarnar
ella øll brøvini, sum eru skrivað
við stórum blokkbókstavum úr
sprittusj. Tað er eisini klæðini,
gittarin, mátin, hann stillar upp til
fotografering og mátin, hann á síni
myspace heimasíðu greiðir frá
sínum hetjum og sínum egna per
sónliga, viðkvæma sinni, sum til
tíðir køvist av depressjón og pínu.
Alt hetta og meira er partur av
lívslistaverki Øssurs.
Anti-sofalist
Í hesum førinum kunnu vit ikki
tosa um eitt listafólk, ið eins og
áðurnevndu Vélazques og Van
Eyck málar seg sjálvan inn í
lýsingar av nøkrum øðrum. Tí
hyggja vit nærri at persónunum í
hesum myndunum, líkjast teir
allir listamanninum, og tað er
óansæð, um vit hyggja at tí kross
festa, gittarspælaranum, ella tí
deyða. Myndin “Deyðin, havið,
eldurin og tónleikurin” er eitt gott
dømi um, hvussu listamaðurin
byggir sínar myndir upp á sera ein
faldan hátt við greitt avmarkaðum
figurum ella myndaliðum, sum
eru settir á myndaflatan uttan
realistisk fyrilit eins og eitt barn
kundi gjørt tað. Men árinið tykist
tó meira rituelt upprunaligt og
religiøst grundað, enn barnsligt,
orsakað av tí myrka og avmarkaða
litavalinum og trýbýtingini av
myndaflatanum. Bæði myndevni
og perspektiv geva somuleiðis
hugasamband við eitt listaslag við
føstum reglum eins og miðaldar
list ella egyptisk list við tignaðar
skipaðum perspektivi, har tann
mest umráðandi figururin eisini
er størstur á myndini.
Á framsýningini eru fáar,
stórar myndir, sum hvørki í stødd
ella í vali av myndevni kunnu
sigast at sleikja fyri múgvandi
listasamlarum og bara fyri tað
hevur framsýningin uppiborið
mítt besta viðmæli.
Framsýningin í Listaglugg
anum, A.C.Evensensgøta 11 er
opin inntil 10. november.
Lívið sum listaverk
Ekspressionistiska árinið er sum so rættiliga óorginalt, klisjékent og gamaldags, men tá tað verður nýtt konsekvent við sál
av einum sonnum originali, gerst úrslitið ongantíð óáhugavert. Hetta heldur ummælarin, ið metir framsýningina hjá Øssuri
Johannesen, sum í løtuni er at síggja í Listaglugganum í Havn, veita eina øðrvísi listauppliving, har áskoðarin hevur høvi at
síggja nýggjasta partin av einum framhaldandi lívslistaverki
Ummæli
Kinna Poulsen
Framsýningin hjá Øssuri
Johannesen er ein øðrvísi
listauppliving, heldur
ummælarin